hósdagur 6. juli 2017síða 5
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. JULI 2017
SOSIALURIN 78
5
Sea Shepherd brúkar
Klaksvíksmyndir
í Barcelona
Sea Shepherd førir propaganda í
Barcelona við myndum úr Klaksvík
EYÐUN KLAKSTEIN
Felagsskapurin Sea Shepherd, sum síðani áttati árini hevur
stríðst ímóti grindadrápi, roynir støðugt at fáa nýggjar limir og
stuðul til sítt virksemi.
Um vikuskiftið var stórur tónleikafestivalur í Barcelona, og í
einum av básunum, sum var best plaseraður á festivaløkinum,
breiddi Sea Shepherd seg við sínum propaganda.
Ymiskar myndir vóru brúktar til at fanga uppmerksemi hjá
festivalgestunum, og teirra millum vóru stórar myndir av
dripnum hvalum í grindadrápi í Klaksvík.
Føroyingur skal
spæla um 50 milliónir
HAVA NÁPAÐ FØROYSKA
MYND TIL T-SHIRT
– Eg dugi slett ikki at siga, hvørjar
vónirnar eru, sigur Hassadi Midjord
– Vit mugu bara yppa øksl, sigur myndamaðurin
Ein maður doyði og ein maður fekk álvarsaman skaða, tá ið teir duttu oman nærindis Saksun
VILMUND JACOBSEN
Í døgunum 20.-27. august verð
ur føroyingurin Hassadi Mid
jord í Barcelona í Spaniu, har
hann skal luttaka í einari stórari
poker-kapping, nevnd PokerStars
Championship Barcelona Main
Event.
Hassadi Midjord, sum býr í
Klaksvík, hevur í tveimum undan
kappingum tryggjað sær luttøku í
hesi stóru poker-kapping.
– Í fyrru undankappingini vóru
vit stívliga 5000 luttakarar, og í
seinnu stívliga 2000, harav vit vóru
50, sum komu víðari til PokerStars
Championship Barcelona Main
Event.
Hassadi Midjord sigur, at pakk
in, sum hann hevur vunnið, hevur
eitt virðið av 62.000 krónum, sum
fara til flogferð, gisting og luttøku
gjald í kappingini, harav sjálvt
luttøkugjaldið liggur um 40.000
krónur.
– Í Barcelona komi eg at búgva
ógvuliga væl. Hetta verður ein
glasilig fimmstjórnað íbúð og
myndirnar, eg havi sæð haðani,
eru ógvuliga flottar.
Hassadi Midjord sigur, at í
kappingini í fjør varð spælt um 80
miljónir krónur, harav vinnarin
vann slakar 10 miljónir krónur,
og í kappingini hesaferð verður í
minsta lagi spælt um 50 miljónir.
Í fjør vóru 1785 luttakarar í
PokerStars Championship Barce
lona Main Event, og føroyski
poker-spælarin væntar, at talið av
luttakarum hesaferð verður nakað
størri, kanska 2000.
– Eg dugi slett ikki at siga, hvørj
ar vónirnar eru, men tað verður í
øllum førum eitt stórt upplivilsi at
verða við í kappingini og annars at
njóta hesar dagarnar í Barcelona,
sigur Hassadi Midjord.
DANJAL AV RANA
Onkuntíð eru søgurnar næstan ov
ótrúligar at vera sannar. Hendan er
kortini sonn.
Fyri kortum var Sóley Danielsen,
sum hevur verið og fjakkað í fjar
eystri, á einum marknaði í Hanoi,
sum er høvuðsstaður í Vjetnam.
Brádliga ber hon kenslu á eina
mynd, hon sær á einum toppi, sum
er til sølu. Hon tekur eina mynd
við fartelefonini og sendir hana
til Miriam og Janus Gunnarsson,
parið handan Miriam & Janus
Photography.
Jú, myndin er teirra.
– Eg vænti, at tað er onkur, sum
framleiðir toppar í Kina, sum hev
ur prentað, og so verður hon seld á
fleiri marknaðum í Asia. Hevði tað
verið í Evropa ella USA, so kundu
vit kanska gjørt okkurt, men í Asia
er einki at gera. Vit mugu bara
yppa øksl og gleðast um, at mynd
ir okkara koma víða, sigur Janus
Gunnarsson.
Eitt er vist – tey hava ikki givið
loyvi til, at myndin verður brúkt.
Myndina hevur viðkomandi all
arhelst funnið á netinum og tikið
niður fyri at prenta á klæðini.
– Tað er ótrúliga løgið, at ein
føroyingur skal síggja myndina
har yviri, kenna hana aftur og so
siga okkum frá, sigur Janus Gunn
arsson.
Gentan á myndini er eisini før
oysk. Hon er Karita Maria Zachari
assen úr Hoyvík.
BARBARA HOLM
Tey avvarðandi hjá teimum báðum
monnunum, sum duttu oman í
Saksun í gjár, eru kunnað um syrgi
ligu vanlukkuna.
Løgreglan sigur í dag, at konan
hjá tí 79 ára gamla, sum liggur á
Landssjúkrahúsinum, var við á
túrinum í Saksun og hevur verið
hjá manninum síðani hendingina.
Hin 40 ára gamli svenskarin,
sum lat lív av hendingini í gjár,
hevði ikki familjuna við á túrinum,
men løgreglan kunnaði beinan veg
in svensku løgregluna um málið
og hevur síðani tosað við mammu
mannin, sum doyði.
Løgreglan staðfestir, at talan
ikki var um ein túr við føroyskum
ferðaleiðara, men at ferðaliðið við
norðurlendingum og amerikanar
um, hevði fingið loyvi til at ganga
í haganum.
Løgreglan hevur ikki havt
møguleikan at tosa við tann 79
ára gamla mannin, tí hann var ikki
við vit í gjár. Óvist er, hvussu støða
hansara er í dag.
– Tað verður í øllum førum
eitt stórt upplivilsi at
verða við í kappingini,
sigur Hassadi Midjord
Sea Sheperd leitar støðugt eftir nýggjum limum og stuðli
Hendan troyggjan var til
sølu í Vjetnam – kvinnan
á myndini er føroysk
Kliptu nummar
plátur á náttartíð
Hósnáttina var løgreglan á ferð við saksinum. Hesaferð var hon í
Eysturoynni og Norðoyggjum.
Slíkar ferðir at klippa plátur verða vanliga gjørdar um náttina, tí
tá er størri sannlíkindi fyri, at bilarnir eru at finna á bústaðinum
hjá fólki.
Tilsamans blivu pláturnar kliptar av 11 bilum í alt. Orsøkin til hetta,
er at eigarin ikki hevur goldið vegskatt ella trygging fyri bilin.
Í apríl boðaði Akstovan frá, at 416 eftirstøður í vegskatti ella
tryggingargjaldi vóru latnar løgregluni.
HØVDU FINGIÐ LOYVI AT FARA Í HAGAN
Konan hjá tí 79 ára
gamla, sum liggur á
Landssjúkrahúsinum, var
við á túrinum í Saksun