hósdagur 6. juli 2017síða 6
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. JULI 2017
SOSIALURIN 78
6
PERSÓNSSØGA
HALLUR AV RANA
HALLUR@SOSIALURIN.FO
T
að er ein væl nøgdur
kringvarpsstjóri, sum
31. juli takkar fyri seg og
gevur leiðsluna av før
oyska public service stovninum
víðari til sín eftirmann.
Eftir fimm ár í heita sessinum í
Sortudíki metir Dia Midjord nevni
liga, at hann hevur loyst tær upp
gávur, ið stovnurin hevði, tá hann
1. august 2012 tók við leiðsluni á
Føroya møguliga mest sjónliga arb
eiðsstaði eftir, at Annika Mittún
Jacobsen legði frá sær. Tí metti
hann eisini, at tíðin var komin at
fara úr starvi.
– Eg varð áramálssettur í fimm
ár og tann starvstíðin fær sín enda
nú. Ætlanin hjá mær hevur aldrin
verið at sita fleiri skeið sum stjóri
í Kringvarpi Føroya, men tað var
fyrst í desember, at eg endaliga tók
avgerðina um, at eg ikki fór at søkja
eitt nýtt skeið sum stjóri, sigur Dia
Midjord.
Kritikkur hoyrir til
Tað eru ikki nógvir sessir í føroyska
samfelagnum, ið kunnu elva til
eins nógv kjak og atfinningar sum
sessurin hjá kringvarpsstjóranum.
Stundum verður kjakast um
góðskuna á tí, ið verður framleitt
og hvørs stovnurin rennur ørindi
fyri ávísar persónar, áhugabólkar
ella flokkar.
Tað er heldur eingin ivi um, ið
Dia Midjord eisini vísir á, at ein
kringvarpsstjóri skal tola atfinn
ingar, tí tær kunnu vera nógvar og
persónligar.
– Eg haldi ikki, at fólk hugsa seg
so væl um, tá tey kjakast um kring
varpið. Tað hendir, at kjakið verður
persónligt, men eg havi ikki var
hugan av, at tey meina tað so illa,
men tað er mangan slíkt, ið verður
sagt tá kjakið er heitt. Men hetta er
ein sessur, ið krevur, at man tolir
eitt sindur av hvørjum, sigur Dia
Midjord.
Kringvarpið er eisini mangan
eitt evni í politiska kjakinum, og tá
ið tað eru politikarar, ið bæði velja
nevndina í Kringvarpsstýrinum, og
avgera, hvussu stovnurin verður
fíggjaður, kann tað skjótt henda,
at stovnurin verður lagdur undir
trýst av politisku skipanini.
Stjórin er tó skjótur at vísa hes
um frá sær.
– Eg havi aldrin verið lagdur
undir nakað politiskt trýst. Tað
kann væl vera, at politikarar siga
ymiskt á tingsins røðarapalli og
í almenna kjakinum, men tað
hava teir lov til. Tað er partur av
tí politiska spælinum. Men í míni
tíð hava teir dugað væl at hildið
armslongdarprinsippið, sigur Dia
Midjord.
Tollmálið
Men hóast Dia Midjord ikki metir,
at hann hevur verið undir serlig
um politiskum trýsti í síni tíð sum
stjóri, so kemst ikki uttan um, at
tollmálið, málið har Jørgen Nicla
sen stevndi Dia Midjord og tveir
journalistar í stovninum fyri æru
meiðing, setti eitt ávíst trýst á stjór
an og stovnin, tó sigur stjórin, at
– Eg haldi ikki, at fólk hugsa seg
so væl um, tá tey kjakast um
kringvarpið. Tað hendir, at kjakið
verður persónligt, men eg havi
ikki varhugan av, at tey meina
tað so illa, men tað er mangan
slíkt, ið verður sagt, tá kjakið er
heitt. Men hetta er ein sessur, ið
krevur, at man tolir eitt sindur av
hvørjum. Tað sigur Dia Midjord,
ið eftir fimm ár sum stjóri í
Kringvarpinum, leggur frá sær.
KRINGVAR
MYNSTRAR
Eg skal ikki siga,
at nýggi stjórin
kemur til skorin
klæðir, men eg
lati ein góðan
stovn frá mær