Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-06, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. juli 2017síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. JULI 2017 SOSIALURIN 78 7 tey vóru sannførd í síni søk. – Tað var eitt spennandi mál, tí man fekk møguleikan at seta seg inn í ymisk løgfrøðilig viðurskiftir og læra, hvussu handan verðin virk­ar. Men vit vóru aldrin í iva um, at vit ikki høvdu gjørt nakað skeivt. Sjálvt tá vit vórðu dømd í Før­oya rætti, mettu vit, at har var ym­iskt løgið við úrskurðinum, ið vit væntaðu bleiv broytt í Eystara lands­rætti, sigur Dia Midjord. Journalistarnir kærdu dómin, fingu viðhald í Eystara landsrætti og blivu harvið fríkend. Men hóast frí­kenn­ingina, so lærdi stovnurin eis­ini okkurt av kritikkinum, sam­ bært Dia Midjord. – Sjálvandi gjørdu vit onkrar broyt­ingar. Tað gera vit altíð. Vit arb­eiða altíð við at blíva betri, sigur Dia Midjord. Fíggjarlig tung byrjan Tað var ein stovnur við alskyns trup­ul­leik­um, ið Dia Midjord arvaði frá Anniku Mittún Jacobsen, tá hann tók við stjórastarvinum í 2012. Serliga fíggjarliga var støðan einki serliga góð hjá public service stovn­inum, og fekk Dia Midjord eis­ini tað at vita, tá hann var til set­an­ar­sam­røðu. Hóast tað, so fór nýggi stjórin und­ir uppgávuna við áræði, men varn­aðist skjótt, at støðan var nógv verri, enn hann hevði fingið fræn­ir av. – Til setanarsamrøðuna fekk eg at vita, at tað kanska ikki stóð so væl til fíggjarliga hjá stovninum, men kortini bleiv ikki so nógv gjørt burturúr tí. Tað var fyrst, tá eg byrjaði í starvinum, og fór und­ ir ymiskar framrokningar, at eg varnaðist, at tað stóð nógv verri til enn nakar hevði gjørt sær far um, sigur Dia Midjord. Hjá nýggja stjóranum var bara eitt at gera. Spariknívurin mátti finnast fram, og fyri Dia Mid­jord merkti tað, at hann sum ný­sett­ur stjóri mátti siga fleiri av teim­um starvs­fe­løg­um upp, ið hann einans nakr­ar fáar mánaðir framm­an­und­ an hevði arbeitt lið um lið við sum journ­al­istur. – Tað er aldrin stuttligt at siga fólk úr starvi, men tað er ein part­ ur av arbeiðinum, ásannar Dia Mid­jord, tá hann verður spurdur um, hvussu tað var at siga fólk úr starvi. Tá avtornaði fingu níggju starvs­fólk ætlanarskriv um upp­ søgn og fimm fólk fingu ætl­an­ar­ skriv um nið­ursetta tíð, og av­gerð varð tikin um at siga avtal­ur­nar framhald Tíverri var fíggjarliga støðan soleiðis, at vit máttu seta okkara álit á Gekkin, og gjørdi hann tað møguligt at vaksa um virksemi – Eg havi aldrin verið lagdur undir nakað politiskt trýst. Tað kann væl vera, at politikarar siga ymiskt á tingsins røðarapalli og í almenna kjakinum, men tað hava teir lov til. Tað er partur av tí politiska spælinum PSSTJÓRIN AV