Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-06, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. juli 2017síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. JULI 2017 SOSIALURIN 78 8 PERSÓNSSØGA upp við øll frí­yrk­is­starvs­fólkini, ið fram­leiddu send­ingar til stovnin. Har­umframt nýtti nýggi stjórin høvi at fremja bygn­að­ar­broyt­ingar á stovninum. – Kringvarp Føroya var skipað í seks deildir við hvør sínum leiðara. Tað var ein ov stirvin skipan, sum førdi til, at tað var trupult at seta nýggj­ar ætlanir í verk. Tí broyttu vit bygnaðin soleiðis, at vit einans hava fýra deildir í dag, sigur Dia Mid­jord. Samansjóðing Ein onnur stóð avbjóðing, ið lá og bíð­aði eftir nýggja kring­varps­ stjór­anum, var samansjóðingin av stovn­inum. Hóast sjey ár vóru liðin síð­an politiski myndugleikin legði Út­varp Føroya og Sjónvarp Føroya sam­an í ein stovn, Kringvarp Før­ oya, so virkaði stovnurin í stóran mun sum tveir ymiskir stovnar. Tað at stovnurin húsaðist í tveimum ymiskum støðum í bý­ num, Útvarp Føroya í Sortudíki og Sjónvarp Føroya í Vørðsluni, var eitt greitt tekin um, at stovnurin ikki virkaði sum ein. Hóast ynski var um, at stovnurin skuldu húsast und­ir einum taki, so var fíggjarliga støð­an tó so mikið sperd, at óvist var um tað lat seg gera at byggja nýtt. Tað kom millum annað til sjónd­ ar í eini samrøðu við Dia Mid­jord, ið tá júst hevði tikið við stjóra­ sessinum, ið var at lesa í Sosi­al­in­ um 1. august 2012. – Eg kann illa ímynda mær, at kring­varpsstýrið hevur pening tøk­an til at byggja upp í verandi bygn­ing í Sortudíki. Og eg dugi held­ur ikki at ímynda mær, at vit kunnu kroysta fleiri fólk inn har uppi, tí vit, sum er, útnytta hvønn krók, segði Dia Midjord við Sosi­al­ in. Tað vóru tó ikki bara tær fysisku ramm­urnar, ið nýggi stjórin metti kravdi betringar. Stovnurin var merktur av, at útvarpið og sjón­ varp­ið ikki húsaðust undir sama taki, og tað var sólarklárt, at okk­ urt mátti broytast fíggjarliga, um sam­anleggingin skuldi eydnast til fuln­ar. Gekkurin var bjargingin Eydnuspøl hava altíð spælt ein stór­ an leiklut í fíggingini av almennum før­oyskum miðlum. Í Sosialinum í síðstu viku greiddi Jógvan Arge frá, hvussu tað var eydnuspælið V4, ið skapti fíggjarligu karmarnar til, at Útvarp Føroya á sinni kundi lata nýggja bygningin í Sortudíki byggja, tá stovnurin helt til á Bryggju­bakka. So tað er ikki so løgið, at tað var eitt annað eydnuspæl, Gekkurin, ið gjørd­ist álitið, tá tað fíggjarliga ikki gekk so væl eftir samanleggingina av Útvarpinum og Sjónvarpinum. – Vit fingu steðga meirnýtsluni í stovn­inum, tá vit framdu sparingar og bygn­að­arbroyt­ing­ar­nar, men tað vóru inn­tøk­ur­nar frá Gekk­in­ um, ið var fíggj­ar­ligi krummtapp­ ur­in hjá Kring­varp­in­um fyrstu ár­ini eg var stjóri. Tíverri var fíggj­ ar­liga støð­an soleiðis, at vit máttu seta okk­ara álit á Gekkin, og gjørdi hann tað møguligt at vaksa um virk­semi, sigur Dia Midjord. Broytt kringvarpsgjald Fíggjarstøðan varð við árinunum so líð­andi betri og tað er heldur eing­in loyna, at broytingin, ið sit­andi samgonga gjørdi í kring­ varps­gjaldinum, hevur verið ein kær­kom­in hjálp hjá stovninum. – Upprunaliga var tað stovnurin sjálvur, ið hevði ábyrgdina av at krevja gjaldið frá borgarum. Tað kravdi eina stóra umsiting, millum annað tí, vit ikki høvdu atgongd til fólka­yv­ir­litið. Trupult var at fáa yvirlit yv­ir hvør skuldi rinda og ikki, og í veru­leikanum vóru tað nakrir tús­und føroyingar, ið áttu at rinda kringvarpsgjald, ið als ikki rind­aðu av ymiskum ávum, sigur Dia Mid­jord. Umleggingin av kring­varps­ gjald­inum hevði millum annað ta broyt­ing við sær, at tað í dag er TAKS, ið umsitur kringvarpsgjaldið, og verð­ur tað vanliga trekt av lønini hjá hvørjum einstøkum borgara. Tal­an er um eina broyting, ið Dia Mid­jord metir er meira rættvís enn gamla skipanin. – Fyrr skuldi hvørt húski rinda kring­varpsgjald, meðan tað í dag er hvør borgari. Tað innibar, at eitt húski har maðurin var lækni, konan var advokat og heima­búgv­ andi synirnir sigldu við góðum skip­um við høgari hýru, rindaðu tað sama sum ein einlig mamma við fleiri børnum. So nýggja kring­ varps­gjaldið rakar betri á tann hátt, tí nú rinda øll, heldur frá­far­ andi stjórin. Ein góður stovnur At fíggjarligu karmarnir eru vorðn­ ir betri sæst eisini aftur í Sortu­ díki í dag. Bæði frammanfyri og aft­anfyri upprunaliga bygningin standa nýggir bygningar í dag, so­ leið­is at tann samlaða fysiska vídd­ in av kringvarpinum er munandi størri í dag enn fyri fáum árum síð­an. – Vit hava fingið ein nýggjan bygn­ing til framleiðslu fyri nøkr­ um árum síðan, og nýliga stóð nýggi bygningurin klárur, ið skal húsa umsitingini og móttøkuni, sig­ur Dia Midjord. Harumframt fegnast kring­ varps­stjórin yvir, at stovnurin hesi árini er farin at framleiða meira før­oyskt tilfar, umframt at starvs­ fólka­hópurin nú er farin at vaksa aft­ur eftir, at tað var neyðugt at senda fólk til hús. Sjálvur er hann ikki í iva um, at nýggi kringvarpsstjórin 1. august tek­ur yvir ein stovn, ið er munandi betri fyri, enn tá hann tók við fyri fimm árum síðan. – Eg skal ikki siga, at nýggi stjór­ in kemur til skorin klæðir, men eg lati ein góðan stovn frá mær, sigur Dia Midjord. Hvat hann sjálvur fer at gera næstu tíðina er óvist. – Eg fari at taka mær frí í nakrar mán­að­ir, og so má tíðin vísa, hvat næsta stigið verður, sigur Dia Mid­ jord. framhald Trupult var at fáa yvirlit yvir hvør skuldi rinda og ikki, og í veruleikanum vóru tað nakrir túsund føroyingar, ið áttu at rinda kringvarpsgjald, ið als ikki rindaðu av ymiskum ávum