Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-06, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. juli 2017síða 9

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. JULI 2017 SOSIALURIN 78 9 BYGGIGØLUR TEMA Innlit, sum Miðlahúsið hevur fingið frá Tórshavnar kommunu vísir, at fýra av stóru byggiverkætlanunum seinastu 10 árini hava stórar fukttrupulleikar. Danjal av Rana Skúlin við Løgmannabreyt frá 2008, Fimi frá 2010, skúlin á Argjahamri frá 2011 og Boðanesheimið frá 2012, hava øll fukttrupulleikar av ymiskum slag. Bæði tak og klædningur eru skadd av lekum, soppi og roti. Byggiverkætlanirnar hava tilsaman kostað Tórshavnar kommunu 554 milliónir krónur til­ samans. Longu nú, innan 10 ár, er neyðugt við stórum umvælingum fyri at framtíðartryggja hesar bygningarnar. Á Boðanesheiminum og skúlanum á Argja­ hamri má takið skiftast. Á báðum skúlunum mugu partar av klædninginum skiftast. Í skúl­an­ um á Løgmannabreyt er líkt til, at stórur partur av klædninginum má gerast av nýggjum. Lekin í Fimi er mettur at vera lítil, men óvist er, hvaðani hann stavar. Mikael Viderø, tekniskur stjóri í Tórshavnar kommunu sigur, at kommunan er farin undir at loysa hesar trupulleikarnar. - Vit eru farin í gongd við málið. Vit hava biðið um sýn av bygningunum, men tað hevur ávísar mannagongdir, sum taka sína tíð. Í einum máli bíða vit eisini eftir tryggingini, men vit eru í gongd, sigur hann. Stjórin á Búsetur, sum var høvuðsarbeiðstakari tá skúlin við Løgmannabreyt bleiv bygdur, kennir einki til trupulleikarnar og hevur einki hoyrt frá kommununi. Annars vísir hann á, at sum høvuðsarbeiðstakari hevur hann ábyrgd av at gera eitt fimm-árs sýn, men síðani fellur ábyrgd­in til kommununa. Tað eydnaðist okkum ikki at fáa eina við­ merk­ing frá stjóranum á Articon, sum var høvuðs­arbeiðstakari í byggingini av skúlanum á Argjahamri og Boðanesheiminum, til hetta blaðið.