hósdagur 6. juli 2017síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. JULI 2017
SOSIALURIN 78
10
Danjal av Rana
U
mfatandi skaðar eru
á útvegginum á Boða
nesheiminum.
Tað
sæst í kanningum, sum
Articon hevur gjørt í samband
við umvælingar. Kanningarnar
vísa, at fuktur er staðfestur í tak
konstruktiónini og at lekar eru
rundan um vindeyguni. Lekarnir
hava gjørt umfatandi skaða á gips
pláturnar í útvegginum.
Í samband við, at Articon,
sum bygdi Boðanesheimið, gjørdi
ábøtur á tekjuni, blivu partar av
tekjuni tiknir upp. Tá vísti tað seg,
at konstruktiónin var vát. Stikk
prøvar vórðu tiknir aðrastaðni í
takinum og hesir vóru eisini rá-
og vátligir. Kommunan heitti tí á
Martin E. Leo sp/f at gera kanning
av takinum.
Boðanesheimið er eitt eldrabú
pláss, sum liggur yviri við Strond í
Havn. Fyrstu av teimum 64 búfólk
unum fluttu inn í desembur 2012.
Albert Isfeld og Gudmund Hansen
teknaðu húsini.
Boðanesheimið kostaði 130
milliónir krónur. Tað var fíggjað
við millum annað at hækka skattin
í Tórshavnar kommunu í eitt pro
sent tey trý árini, byggingin fór
fram. Skatturin bleiv tó ikki lækk
aður niður á sama støði aftur fyrr
enn seinast í 2015.
Tekja og gipsplátur vátar
21 fuktroyndir vórðu tiknar 21 ym
isk støð á tekjuni. Í nýggju av roynd
unum var fuktinnihaldið hægri enn
mest loyvda í eini takkonstruktión.
Ráðgevandi verkfrøðingarnir siga,
at trupulleikin við ov fuktigari
bjálving er millum annað tann,
at bjálvingarvirði versnar. Tískil
eigur hetta at umvælast, mæla
ráðgevandi verkfrøðingarnir til.
Teir viðmerkja eisini, at væntast
má, at fuktinnihaldið er ov høgt
aðrastaðni í tekjuni eisini. Á yvir
litinum yvir hvar royndirnar eru
tiknar sæst, at royndirnar við ov
nógvum fukti eru spjaddar um alt
takið.
Articon varnaðist eisini, at lekar
vóru rundan um vindeyguni og
tók tí átta royndir inni á ymiskum
kømurum fyri at vita, um fleiri
lekar vóru. Articon skrivar til
kommununa, at tað var heilt
vátt í tveimum støðum, men at
gipspláturnar næstan alla staðni
eru eitt myrkar.
Fakfólk, sum Miðlahúsið hev
ur tosað við, halda ikki, at fukt
innihaldið í takinum er nakar
stórvegis trupulleiki. Víst verður
á, at tekjan er løgd uttan á kon
struktiónina, so at fukt og annað
í bjálvingini á tekjuni ávirka ikki
konstruktiónina. Tað er týdn
ingarmikið at fáa bøtt um tætt
leikan á tekjuni, men mest fyri at
bøta um bjálvingina hjá bygningin
um. Eisini letur til, at talan er um
lokalar lekar.
Lekarnir rundan um vindeyguni
tykjast vera ein størri trupulleiki.
Hesir hava ført til, at gipspláturnar
hava tikið skaða og eru blivnar
myrkar. Her siga fakfólk, at tað
er eyðsæð, at fasadan ikki hevur
tað gott. Eingin ivi er um, at hetta
krevur nærri kanningar.
Tekjan er vát, tað lekur rundan um vindeyguni
og og gipsplátur inni á kømrunum eru
somuleiðis vátar. Fimm ár eftir bygging hevur
Boðanesheimið stóran tørv á umvælingum.
TEMA: Byggigølur
Boðanesheimið
BYGGIÁR: 2012
ARBEIÐSTAKARI:
ARTICON
VÍDD: 5.500 M2
PRÍSUR: 130.000.000
KRÓNUR
MANGLAR: FUKTUR,
LEKAR.
BOÐANESHEIMIÐ
HÝSIR 64 BÚFÓLKUM
VIÐ ELLISBREKUM OG
VARANDI SJÚKUM, SUM
HAVA TØRV Á RØKT.
Her sæst, at væta er
í konstruktiónini.
Bjálvingarullin er vát og
gipspláturnar inni
í kømurunum vísa
týðiligar fuktskaðar.
FRAMSÍÐAN HEVUR
TAÐ IKKI GOTT
Tekningin vísir, hvar royndirnar á takinum eru tiknar. Reyðu
og appelsinlittu royndirnar eru vátari enn loyvt er.