hósdagur 6. juli 2017síða 11
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. JULI 2017
SOSIALURIN 78
11
Danjal av Rana
T
ungur blámusoppa
vøkstur er staðfestur í
skúlanum á Argjahamri.
Tað vísa royndir, sum
Innilufttænastan tók í fjør heyst.
Báðar royndirnar vístu tjúkkan
blámusoppavøkstur aftanfyri
klædningin á skúlanum.
Í 2011 stóð skúlin á Argjahamri
liðugur at taka í brúk, men longu
nú eru tekin til rot í klædninginum.
Í samband við at farið var und
ir at útbyggja fimleikahøllina
í skúlanum á Argjahamri fekk
kommunan boð frá verkætlanar
leiðaranum og ráðgevanum um,
at møguligir konstruktiónsfeilir í
skúlanum høvdu ført til, at nakað
av gróðri var í útveggjum og
tekjum á skúlanum.
Articon, sum bygdi skúlan,
fekk í uppgávu at gera nakrar
stakroyndir, fyri at staðfesta um
vøkstur er á tróðurplátunum í
takelementinum ella um hetta
var avmarkað til tróðurpláturnar
uttan fyri takelementi.
Fleiri royndir vóru gjørdar fram
við úthanginum, og hesar vístu, at
tróðurplátan var turr. Ei heldur var
nakar vøkstur at síggja.
Ein roynd var tikin nærindis
eitt yvirljós inni á tekuni. Her var
tróðurplátan vát ígjøgnum, um
framt at bjálvingin var vát. Eitt
hol var funnið á takdúkinum, sum
bleiv gjørt aftur, men einki av váta
tilfarinum bleiv skift.
Lekar eru í takinum, klædningurin
er rotin, hekturnar eru rustaðar og
blámusoppur veksur aftan fyri klædningin.
Skúlin er einans seks ára gamal.
Skúlin á Argjahamri
BYGGIÁR: 2011
ARBEIÐSTAKARI:
ARTICON
STØDD: 7.100 M2
PRÍSUR: 191.700.000
MANGLAR: BLÁMU
SOPPUR, LEKAR, ROT.
SKÚLIN Á ARGJAHAMRI
HÝSIR 425 NÆMINGUM Í
NÍGGJU ÁRGANGUM.
Royndir á tekjuni vísa, at konstruktiónin er vát.
TUNGUR BLÁMU–
SOPPAVØKSTUR
Á ARGJAHAMRI