hósdagur 6. juli 2017síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. JULI 2017
SOSIALURIN 78
12
TEMA: Byggigølur
Danjal av Rana
N
ýggja fimleikahøllin í
Gundadali hevur verið
ein dundrandi suksess,
síðani hon kom.
Túsundtals børn venja fimleik
har hvørja viku við bæði Ljósinum
og Havnar Fimleikafelag og fyrra
partar verður høllin dúliga brúkt
av barnagørðum og ansingar
stovnum. Karmarnir, serliga hjá
amboðsfimleikarunum, hava ong
antíð verið betri, bæði til venjing
og kapping.
Húsaumsitingin sigur, at talan
er um ein leka, sum hevur verið í
longri tíð. Royndir eru gjørdar at
finna lekan, men enn er hann ikki
funnin.
HMP, ráðgevandi verkfrøðingar,
hava gjørt fuktkanningar í
trappuskaktini. Fuktprøvar eru
tiknir niðri við trappupallin og
tvey støð longur uppp í skaktini.
Niðurstøðan er sólarklár. Har er
stórur fuktskaði í bygninginum.
- Har var sjask vátt. Dýsan
typtist av vátari betongevju,
skrivar HMP í telduposti til húsa
umsitingina.
Húsaumsitingin vil tó vera
Tey, ið vitja Fimi, hava uttan iva lagt til
merkis, at í trappuskaktini er betongið
farið at skala av vegginum í fleiri støðum.
Húsaumsitingin hjá Tórshavnar kommunu
sigur tó, at lekin ger ikki skaða á bygningin.
Fimi
DÝSAN TYPTIST
AV VÁTARI
BETONGEVJU
BYGGIÁR: 2010
ARBEIÐSTAKARI: MT HØJGAARD
VÍDD: 2.200 M2
PRÍSUR: 59.000.000 KRÓNUR
MANGLAR: LEKI.
FIMI VERÐUR NÝTT TIL FIMLEIKAVENJING HJÁ
HAVNAR FIMLEIKAFELAGI OG LJÓSINUM EINS OG
AV BARNAGØRÐUM OG ANSINGARSTOVNUM Í
KOMMUNUNI. RÚM ER FYRI 400 TIL 500 ÁSKOÐARUM TIL
KAPPINGARNAR.
við, at lekarnir ikki gera skaða á
bygningin og siga, at arbeitt verður
við at loysa málið.
Fakfólk, sum Miðlahúsið hevur
tosað við, sigur, at Fimi er gjørt
av betongelementum. Tá kemur
fyri, at byggifuktur leggur seg
inni í konstruktiónunum og fer at
ferðast har. Tað er týdningarmikið,
at finna lekan, men tað kann vera
torført. Staðfestast má, um talan
er um fukt, sum er komin inn undir
bygging og tí fer at torna av sær
sjálvum, ella um tað er ein leki
uttanífrá.
Málingin skallar av vegginum í trappuskaktini
á veg niður til fimleikahallirnar.