Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-06, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. juli 2017síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. JULI 2017 SOSIALURIN 78 13 NÝTIST VERU­LEIKIN AT DOKUMENTERAST Danjal av Rana K onstruktiónirnar í skúl­ an­um á Løg­manna­ breyt mugu broytast, tí sjónligur soppavøkstur er inn­an­fyri klædningin. Í samband við umvæling av ein­ um vindskaða á plátuklæðingin á skúlan við Løgmannabreyt, varð staðfest, at nógv væta er í kon­ struk­tiónini, umframt at soppa­ vøkst­ur eisini sæst í kon­struk­ tión­ini. Tískil valdi húsaumsitingin av gera fleiri kanningar, har sama konstruktión er brúkt. Hendan kann­ingin varð gjørd í januar í ár. Plátuklæðingin varð kannað í átta ymiskum støðum og í øllum førunum sást væta í kon­struk­tión­ ini. Í nøkrum førum var eisini talan um umfatandi soppavøkstur. - Orsøk er til at seta tiltøk í verk fyri at beina fyri bygningslutum við soppavøkstri og at broyta kon­struktiónirnar soleiðis, at um­ støð­ur til nýggjan soppavøkstur ikki verða til staðar, skriva ráð­ gev­andi verkfrøðingarnir hjá húsa­umsitingini hjá Tórshavnar komm­unu. Eina viku seinni valdi húsa­um­ sitingin eisini at kanna timbur­ klæð­ingin í skúlanum fyri vætu og soppavøkstur. Í 17 støðum á skúl­anum varð timburklæðingin tik­in niður fyri at síggja inn í kon­ struk­tiónina. Her var sama skilið. - Í fleiri kanningarstøðum er væta í konstruktiónini og í nøkrum førum eru tekin til byrjandi soppa­vøkstur og í øðrum førum er soppavøkstur væl sjónligur, skriv­ ar Húsaumsitingin. - Tiltøk eiga at verða sett í verk fyri at kanna samlaða umfangið av soppavøkstri, og at taka burtur alt tilfar, har soppur er, umframt at broyta konstruktiónina, so­ leið­is at veggir verða útluftaðir, skriv­ar Húsaumsitingin, sum tó við­merkir, at kanningarnar einans eru visuellar, tað vil siga ongar mát­ingar eru gjørdar. Skúlin við Løgmannabreyt var tikin í nýtslu 18. august 2008. Tá byrjaðu 100 næmingar í fyrsta til triðja flokki í skúlanum. Næsta byggi­stig var liðugt í 2009 og sein­ asta byggistig í 2010. Nú ganga 339 næmingar í skúlanum í níggju árgangum. Fakfólk, sum Sosialurin hev­ur tosað við, ógvast um, at so stór­ ir soppatrupulleikar eru í ein­um somikið nýggjum skúla. Trupul­ leik­arnir eru teir somu í øllum byggi­stigunum. Fakfólkini meta, at her hevur arbeiðstakarin ikki gjørt sær nóg stóran ómak og ikki virt týdningin av at gera út­luft­ing aftan fyri klædningin. Nú er líkt til, at ein stórur partur av klædn­ ing­inum má gerast umaftur, fyri at tryggja, at veggirnir fáa útlufting, so at soppavøkstur og rot ikki fáa breitt seg. Húsaumsitingin vísir á, at talan her bert er um innleiðandi visuellar kann­ingar fyri at staðfesta um grund­arlag er fyri at gera fleiri og neyv­ari kanningar. Ongar niður­ støð­ur fyriliggja í málinum enn. Nógv væta er í konstruktiónini í skúlanum við Løgmannabreyt. Tað kann gerast neyðugt at gera allan klædningin av nýggjum. Skúlin við Løgmannabreyt SOPPAVØKSTUR VÆL SJÓNLIGUR Í SKÚLANUM BYGGIÁR: 2008 ARBEIÐSTAKARI: BÚSETUR VÍDD: 6.200 M2 PRÍSUR: 173.600.000 MANGLAR: SOPPUR, LEKAR. 339 NÆMINGAR GANGA Í NÍGGJU ÁRGANGUM Á SKÚLANUM VIÐ LØGMANNABREYT Bæði aftan fyri pláturnar og viðin síggjast tekin til vætu og rot.