Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-06, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. juli 2017síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. JULI 2017 SOSIALURIN 78 15 Danjal av Rana M ikael Viderø, tekn­ iskur stjóri í Tórs­ havn­ar komm­unu sig­ur, at komm­un­an er farin undir at loysa hesar trupul­ leik­arnar. - Vit eru farin í gongd við málið. Vit hava biðið um sýn av bygn­ ingunum, men tað hevur ávísar mannagongdir, sum taka sína tíð. Í einum máli bíða vit eisini eftir trygg­ingini, men vit eru í gongd, sig­ur hann. Gipspláturnar skulu skiftast - Vit meta ikki, at trupulleikarnir av fukti í takinum á Boðanesheiminum ger skaða á aðrar bygningslutir ella ávirkar inniluftina í bygninginum. Hetta tí, at tekjan er ein sonevnd heit tekja, tað vil siga, at berandi kon­struktiónin er undir sjálvari bjálvingini. Dampsperran sum er tøtt, syrgir í hesum føri fyri at fukturin ikki ger størri skaða, men vát bjálving missir sítt bjálv­ ing­arvirði. Mett verður ikki, at stór­ur vandi er fyri soppa vøkstri av tí at onki lívrunnið tilfar er í konstruktiónini, sigur hann. Tað verður framvegis arbeitt við at finna orsøkina til fukt­ trupulleikarnir í tekjuni á Boðanesheiminum, so enn er støða ikki tikin til, um royndir verða tiknar av restini av tekjuni. Ei heldur skaðin á gipspláturnar í kømrunum metast at fara at ávirka inniluftina. - Enn er ikki staðfest, hvussu umfatandi skaðin er. Skaðin er á vindpláturnar, tað vil siga at hetta er uttanfyri dampsperruna, men hetta eigur ikki at ávirka inniluftina. Hetta verður sjálvsagt tikið í størsta álvara og arbeitt verður við at finna eina loysn. Skaddu pláturnar skulu sjálvandi skiftast, sigur Mikael Viderø. - Vit hava ikki fingið greiði á umfanginum og hvat skal gerast, tí kenna vit ikki kostnaðin fyri hetta enn. Kommunan hevur ikki borið nakran kostnað av hesum higartil. Tað er framvegis ikki avgjørt, hvør skal rinda fyri arbeiðið, sum møguliga skal gerast, sigur Mikael Viderø Lekin kemur uttanífrá Lekin í Fimi hevur verið kendur síðani bygningurin varð tikin í brúk. Arbeiðstakarin hevur í fleiri umførum gjørt royndir at finna lekan, men tað hevur víst seg at lekin kemur aftur. Í næstum fer arbeiðstakarin at gera eina nýggja roynd at fáa tett lekan. - Mett hevur verið, at lekin ikki hevur gjørt skaða aðrastaðni í bygninginum, og tað bara er hatta øki á vegginum sum hevur fingið skaða. Lekin er so lítil at tað tornar upp so hvørt, tað rennur ikki niður eftir vegginum, sigur Mikael Viderø. Tað er tó staðfest, at talan er um vatn uttanífrá, sum kemur inn, tá tað regnar úti, sigur tekniski stjórin. Inntil lekin er funnin er ikki nógv annað at gera, enn at mála út yvir skaðan. - Tað er blivið málað út yvir skaðan nakrar ferðir. Hetta er av kosmetiskum orsøkum. Tá lekin er funnin og umvældur, verður hetta økið málað endaliga, sigur Mikael Viderø. Mikael Viderø sigur, at tað er arbeiðstakarin, sum ber kostnaðin av at kanna og umvæla skaðan. Eingin avgerð tikin á Argjahamri Kanningarnar, sum eru gjørdar Hetta ávirkar ikki inniluftina í skúlunum og Boðanesheiminum, sigur Mikael Viderø, tekniskur stjóri í Tórshavnar kommunu. AKA HETTA RSTA ÁLVARA á skúlanum á Argjahamri skuldu vísa, um útluftingin av klæd­ing­ inum eru gjørdar sambært tekn­ ing­unum og um nakrir fylgiskaðar eru av hesum. Mikael Viderø sigur, at eingin endalig niðurstøða er tikin enn. Ei heldur eru nýggjar soppa­kanningar gjørdar. - Tað skal gerast sýn og met­ing av hesum í næstum. Fleiri kann­ing­ ar verða ikki gjørdar, fyrr enn sýn og meting fyriliggur, sigur hann. - So leingi sýn og metingin ikki er gjørt og orsøkin ikki funnin, ber ikki til at siga hvussu umfatandi hetta er, og tí vita vit ikki, hvat hetta kemur at kosta, sigur Mikael Viderø. Sama svar er, tá spurt verður, hvør skal rinda fyri um­ væl­ingina. - Fyrst skal sýn og meting ger­ ast fyri at staðfesta hvørjir skaðar eru og hvat skal gerast fyri gera skað­arnar aftur, sigur hann. Ávirkar ikki skúlabørnini Kanningarnar, sum eru gjørdar á Løgmannabreyt førdu til, at húsa­umsitingin hjá kommununi sjálv sigur, at tiltøk eiga at set­ ast í verk fyri at beina fyri bygn­ ings­lutum við soppavøkstri og at broyta konstruktiónirnar so­leið­is, at umstøður til nýggjan soppa­ vøkstur ikki verða til staðar. Sagt verður somuleiðis at tiltøk eiga at verða sett í verk fyri at kanna samlaða umfangið av soppa­ vøkstri, og at taka burtur alt tilfar, har soppur er, umframt at broyta kon­struktiónina, soleiðis at veggir verða útluftaðir. Mikael Viderø sigur, at fleiri kann­ingar eru gjørdar, men enn er ikki staðfest, hvussu umfatandi skaðin á gipsplátinum er. - Talan er um vindpláturnar, tað vil siga hetta er uttanfyri damp­sperruna og tí eigur hetta ikki at ávirka inniluftina. Eingin soppa­kanning er gjørd, ið endaligt staðfestir, at talan er um sopp. Kann­ast skal eisini hvør orsøkin er til, at tað er vátt í útvegginum, hes­ar er ikki gjørdar enn. - So leingi orsøkin ikki funn­in, ber ikki til at siga hvussu um­fat­ andi hetta er, og tí vita vit ikki hvat hetta fer at kosta, sigur Mikael Viderø.