hósdagur 6. juli 2017síða 16
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. JULI 2017
SOSIALURIN 78
16
ANNIKA KUNOY IM
ANNIKA@SOSIALURIN.FO
H
vørt ár á Norðoya
stevnu hevur lista
framsýning verið í
Klaksvík, men seinastu
árini hava tað ikki verið tey etabl
eraðu listafólkini, sum hava tikið
lut í sýningunum, og tær hava
manglað okkurt berandi.
Framsýningin var eisini í ár, men
nú er sýningin lyft upp á eitt nýtt
støði og er opin frá Norðoyastevnu
til Sjómannadagin hálvan august.
Tað er Norðoya Listafelag, sum
hevur lagt sýningina Summarlist
2017 til rættis, og listin, sum er á
sýningini er í høvuðsheitinum úr
Norðoyggjum. Tað er fyrstu ferð,
at listafelagið roynir hetta, og tað
hevur hepnast einastandandi væl.
Framýningin er ein stutt lista
søga um listina í Norðoyggjum. Hon
vísur, hvar listin í Norðoyggjum
byrjaði, og har hon er komin til
nú. Sýningin er býtt í tvey, sum
óivað er gjørt vegna plásstrot. Tey
eldru verkini eru á loftinum har
Kunningarstovan og Heimavirkið
halda til. Eitt gamalt, sentralt hús
frá 1930-inum, sum Kjølbro bygdi.
Tá í tíðini seldu teir búnýti í hús
inum. Í áttatiárunum varð húsið
brúkt til ungdómshús. Tá setur
ungdómurin seg í samband við
Hans Jacob Glerfoss fyri at vita,
um hann kann mála teimum ein
málning á veggin. Hann málaði
eina stóra mynd á veggin, sum
kallast veitslulag. Myndin hevur
mangan brattan farið, og hevur
ikki fingið ábøtur gjøgnum tíðina.
Tað sigur eina søgu um húsið, og
at tað møguliga hevur gingið hart
fyri seg inni har til tíðir. Verkið er
málað á tapetið og er tí partur av
sýningini.
Hølið hevur nógv vindeygu, so
myndirnar hanga tætt í sokallað
ari salonupphengning. Til fram
sýningina eru málningar, kollagir
og skurðmyndir. Listafelagið eig
ur summi av verkunum, ímeðan
summi eru lænt inn. Ongin av
listafólkunum, sum umboðaði eru
har, liva í dag.
Til ber at ogna sær ein flottan
bókling, sum hevur nakrar reglur
um listafólkini á føroyskum og
enskum.
Tá tú kemur inn í hølið og hygg
ur til vinstu, sært tú myndir frá
síðst í 1800 talinum, sum Flora Heil
man hevur málað. Hon var presta
frúa á Viðareiði og hevur málað
nógv. Hon møtir seinni fjølkøna
Jógvan Waagstein um aldarskiftið
1800-1900, og frá henni fær Jógvan
kunning og íblástur, og hann byrjar
sjálvur eisini at mála. Hann málar
nógv landsløg, og ger hetta slagið
av list atkomuligt. Um hesa tíðina
vitjar danin Emil Krause eisini í
Føroyum og málar her. Hann ger
fólkalívsmyndir frá tí tíðini. Hesar
vøkru myndirnar er tær fyrstu av
sínum slagi í Føroyum, tí ongin før
oyingur málaði slíkt so tíðliga. Á
savninum hongur ein mynd hann
hevur málað av viðareiðismonnum,
sum royta seyð. Hann hevur enntá
navngivið mennirnar, sum eru á
myndini.
Fyrsta ættarliðið av yrkislista
fólki í Føroyum verða fødd frá
1900 til 1920. Eitt dømi er Elinborg
Lützen, sum var grafikari. Ein av
myndum hennara, sum hon gjørdi
í 1964 til Norðoya Apotek hongur á
listasýningini.
Í hinum endanum av rúminum
eru áhugaverdir málningar og
skurðmyndir frá Janus Kamban og
Fridtjof Joensen. Skurðmyndin hjá
Janus Kamban er politisk, og er ein
mynd av einum lítlum drongi, sum
kastar ein stein. Hann eitur nakað
so politiskt ókorrekt sum “palest
inari”. Hetta vísur væl, hvussu tíð
irnar eru broyttar.
Eitt høvuðsverk frá Mikines
hongur eisini til sýningina, og tað
var ein stovningargáva til felagið
frá Føroya Banka, sum bankin æt
tá. Hetta er eitt flott, stórt málarí,
sum eitur “Summarnátt”. Hetta
hevur onkuntíð hingið á Listasavn
inum, men er nú aftur í Klaksvík.
Annar parturin av sýningini er
í posthúskjallarinum, og tað er ein
stuttur gongutúrur frá sýningini
av gomlu verkunum til ta mod
ernaðu sýningina, sum er har. Tað
er eisini ein kærkomin steðgur, har
tú kanst lata inntrykkið frá fyrru
sýningini sodna, og møguliga liggja
sum grundarlag, áðrenn tú fert víð
ari til ta næstu. Upplagt er at lesa
eitt sindur í bóklinginum og fáa ein
lítlan støðg her.
Kjallarin í ráu hølunum í 50
ára gamla posthúskjallarinum er
høgur. Tað eru eini tríggjar metr
ar frá gólvinum til loftið, og tú
fært við tað sama eina heilt aðra
kenslu, tá tú kemur inn í hølið.
Hølið luktar eitt sindur av vátum
betongi, og tað ljóðar eftirí, tá tú
tosar. Í bakgrundini hoyrir tú
beinanvegin tos frá einum stutt
filmi, hóast filmurin er inni í ein
um av teim smærri rúmunum, og
ikki møtir tær, tá tú kemur inn.
Tað kennist eitt sindur, sum ert
tú farin út úr Klaksvíkini og inn
onkra aðrastaðni langt burtur. Høl
ið er púra rátt, og varð brúkt sum
goymsla í posthúsinum fyrr.
LIST
Summarlist er avgjørt eina vitjan verd. Hon vísur á, hvussu nógv
góð list er úr Norðoyggjum, og hvussu nógv ymiskt er í býnum.
AFTURLÍTANDI
OG SAMTÍÐARLIST
Í KLAKSVÍK
Summarlist 2017: