Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-06, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. juli 2017síða 17

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. JULI 2017 SOSIALURIN 78 17 Tá tú kemur inn er ein smøl gongd, og har hanga næstan barns­ lig­ar myndir, sum Símun Poulsen hev­ur teknað við blýanti og lit­ penn­um. Í teim smáu rúmunum eru ymisk innsetingarlistaverk, og tey seta sín serstaka dám á rúm­ini. Kjallarin hevur tvey stór høli og í tí fyrra hanga málningar og list frá ymiskum fólki. Har eru mill­um annað serstakar myndir, sum Sigrun Gunnarsdóttir hevur mál­að, trælist hjá Joel Cole og inn­ setingarlistaverk, sum Edward Fuglø hevur gjørt. Í hinum rúminum hanga nógv­ ar ymiskar myndir. Arnold Vegg­ hamar og Olivur við Neyst hava nakrar litfagrar málningar. Ser­ støku motivini hjá Hanna Bjartalíð hanga eisini har og komplimentera hin­um verkunum, sum eru um­boð­ aði. Hansina Iversen hevur eisini vakr­ar og aktuellar myndir við á sýn­ingini, sum eru málaðar í ár. Hetta er ein mynd av, hvar føroysk list er júst nú. Myndirnar, sum eru við á sýningini í báðum húsunum røkka tí heilt frá 1899 til 2017. Eisini eru tveir filmar á sýningini. Ein hevur Jan Nýstrøm gjørt, og tað er ein teknifilmur. Marianna Bjørg­heim hevur eisini gjørt ein film um tilveruna, sjálv­ rann­sak­an og samleika. Filmurin er kom­iskur og mod­ern­að­ur, og útgreinar sam­leika henn­ara sum føroyskt barn í Dan­mark, í meðan vit síggja hana tekna seg sjálva. Summarlist er avgjørt eina vitj­an verd. Hon vísur á, hvussu nógv góð list er úr Norðoyggjum, og hvussu nógv ymiskt er í býnum. Klaks­ víkin rúmar líka nógvum ym­isk­ leika, sum alt annað í heiminum, og við Summarlist 2017 er staðfest, at tað er eyðsýnt, at tørvur er á ein­ um listasavni í Klaksvík. MYNDIR: DÁVUR WINTHER