Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-06, síða 18
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. juli 2017síða 18

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. JULI 2017 SOSIALURIN 78 18 SAMRØÐA Hann er elsti maður á føroyska liðnum, sum í hesum døgum súkklar allan vegin til París. – Um tú onki gert kropsliga, so passar tú ikki væl uppá heilsuna. Tað sært tú eisini tá menn, sum hava arbeitt nógv og knappliga onki gera, stirna og orka bara minni og minni, sigur hann. 79 ÁRA GAMAL SÚKKLAR TIL PARÍS Jack Højgaard: ANNIKA KUNOY IM ANNIKA@SOSIALURIN.FO E g møtti 79 ára gamla Jack Høj­gaard uttan fyri húsini hjá honum í Runavík dag­ in fyri, at hann saman við 44 øðrum súkklarum í Føroyum fór langa súkklutúrin úr Klaksvík til París. Hann tók í móti mær í tún­in­ um við eitt sindur av turrum fiski í hondini. – Hetta havi eg sjálvur fiskað og turk­að, sigur hann. Hann greiðir frá, at hann fór til skips sum 14 ára gamal við fyrsta línu­bátinum, sum kom til Føroya. – Mær hevur altíð dámt væl at sigla og at fiska. Tá eg búði á Toft­um sum smádrongur, fór eg tíð­liga upp at fiska, áðrenn eg fór í skúla. Jacob Højgaard, lærarin, spurdi meg altíð “Jack, hvat hevur tú fingið í morgun?” Kanska tí eg lukt­aði av fiski, flennir hann. Hann hevur verið sjómaður alt lív sítt, og hevur síðani 1972 átt eg­ið skip, tá hann lat dekkbátin Volun­ teer byggja. Seinni lat hann byggja nýggj­an og størri bát við sama navni, sum síðani varð longdur og yv­ir­dekk­aður. Hann hevur verið eig­ari og skipari á Volunteer øll ár­ ini, inntil hann seldi í 2011. Eftir tað keypti hann sær ein minni bát, og við honum hevur hann eisini gjørt nakr­ar túrar. – Konan blívur so nervøs, tá eg fari við bátinum, tí eg sigli eini fimm seks tímar hvønn vegin, og hon heldur, at eg tá fari for langt. Henni dámar betur, at eg fari at súkkla, sigur hann smílandi. Umráðandi at vera virkin Jack Højgaard er uppvaksin á Toft­ um, og greiðir frá, at har var gott at vaksa upp, hóast eitt sindur smá­ ligt at byrja við, tá hann var smá­ drong­ur. Hann møtti konu síni, tá hann var 20 ára gamal, og tey vórðu gift trý ár seinni. Kona Jack er úr Vest­manna, og tí fluttu tey bæði vest­ur har at búgva. Seinni fór Jack at smíða teim­ um hús í Runavík, og sigur, at hann plagdi at smíða um dagin og síð­ani renna allan vegin til Toftir um kvøldið. Jack hevur runnið og súkkl­að nógv og eisini spælt nógv fót­bólt gjøgnum ár og dag. – Tá vit komu til Runavíkar at búgva í 1970, plagdi eg at renna runt Tofta­vatn, men so byrjaðu børnini í skúl­an­um at spyrja børn míni, hvat feilti pápa teirra, tí hann var úti og rann, flennir Jack Højgaard. Hann greiðir frá, at tá í tíðini var tað óvanligt at síggja rennarar á gøt­unum. Hóast tað var óvanligt, so rann hann nógv, tá hann var heima, og spældi eisini fótbólt við B68. – Eg havi altíð havt hug til at vera kropsliga virkin. Eg orkaði betri alt annað tá eisini, tí tað er rættu­liga strevið, at hava ein slíkan bát, sum eg hevði, sigur hann álv­ ar­sam­ur. – Eg orkaði eisini betur enn hin­ ir umborð, sum ikki íðkaðu ella vóru virknir, sigur hann. Fyri umleið 20 árum síðani fekk hann tó sliðgikt í øklaknútin, og tá fór hann at súkkla meir. – Eg havi súkklað, tí mær dámar tað nokkso væl. Tá eg havi verið niðri í Danmark og vitja dóttur mína, havi eg súkkla serliga nógv, sig­ur hann. Team Rynkeby – Eg havi ætlað at melda meg til Team Rynkeby fleiri ferðir, men eg havi ongantíð fingið tað í lag. Í fjør møtti einum kammerati, sum hev­ur verið á Rynkeby liðnum fyrr. Hann spurdi, um eg ikki fór at melda meg til, og eg bað hann bara gera tað fyri meg, tí eg fekk tað ikki upp í lag, sigur hann. – Eina tíð eftir hetta var eg farin ein súkklutúr, og møtti honum tá aft­ur á súkklu, og hann sigur tá til lukku við meg, tí eg var sloppin á lið­ið, flennir hann. Jack Højgaard leggur afturat, at hann var glaður um tíðindini, og súkklutúrurin út á Toftir varð lætt­ari tann dagin. Venjingin fer við nógvari tíð Síðani Jack Højgaard fekk boðini um, at hann var sloppin við á før­ oyska Rynkeby liðið, hevur hann vant dúgliga. – Sum regul súkkli eg annan hvønn dag, hóast tað onkuntíð er hvønn dag. Mær dámar best at súkkla úti, men er veðrið ikki til vildar, so súkkli eg inni á inn­ an­dura súkkluni, sigur hann um venj­ingina upp til túrin. Hann greiðir frá, at teir túrarnir hann er á súkkluni mest eru í nær­ um­hvørvinum, tí tað er nógvur tra­ fikk­ur á Skálabotninum, og tað eru ikki allir bilførarar, ið hava fyrilit. Hann plagar at fara frá húsum um­ leið klokkkan seks ella sjey, áðrenn fólk fara til arbeiðis. – Eg súkkli eini fýra til fimm tím­ar hvørja ferð. Tað er næstan sum eitt arbeiði , og tað fer við nógv av tíð, sigur hann. – Vanligi túrurin er til Rituvíkar, Æðu­víkar, til vindmillurnar, út á Nes og inn aftur á bakka. Mær dám­ar væl nærumhvørvið. Eisini gera vit nógvar felagstúrar við lið­ num, og teir eru ymsastaðni í land­ in­um, leggur hann afturat. Variera venjingina Hóast Jack hevur lagt óteljandi kilo­metrar afturum seg seinasta ár­ið, so er tað ikki bert súkklingin, sum er umráðandi í fyrireikingini av einum slíkum túri. – Man skal ikki bara gera tað sama. Onkuntíð fari eg gongu­túr­ ar niðan í hagan, har eg havi haru­ setur. Eg havi lagt 25 litra dunkar í botnin, skorið endan burtur úr og grivið tað niður í ein bakka. Eg havi havt nógvar góðar harutúrar, so eg má eisini gera okkurt gott fyri har­ ur­nar, sigur hann umhugsin – Eg eri veiðimaður, og mær dám­ar væl náttúruna. Ofta fari eg lang­ar túrar og gangi í heilar dagar. Tá fari eg í lýsingini og komi ikki aft­ur fyrr enn á myrkri, leggur hann afturat. – Eg helt, at eg var serstakliga væl fyri kropsliga eftir so nógva venj­ing, men tá eg var á fjalli á Svín­áum, har eg havi jørð, føldi eg tað í kroppinum. Tað trúði eg ikki, at eg fór at gera, og tí sigi eg, at tað er um­ráðandi ikki altíð at gera tað sama í venjingini. At vera á fjalli er Eg súkkli eini fýra til fimm tímar hvørja ferð. Tað er næstan sum eitt arbeiði , og tað fer við nógv av tíð