Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-06, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. juli 2017síða 19

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. JULI 2017 SOSIALURIN 78 19 – Um tú onki gert kropsliga, so passar tú ikki væl uppá heilsuna. Tað sært tú eisini tá menn, sum hava arbeitt nógv og knappliga onki gera, stirna og orka bara minni og minni. Soleiðis er eisini við einum motori, sum stendur stillur. Tá verður knappliga okkurt galið alla tíðina. Man hevur tað nógv best um man rørir seg nógv MYND: TÓRVØR OG EINAR VANG øðr­vísi enn at súkkla, og tú brúkar aðr­ar musklar, sigur hann. Má eta nokk Í køkinum har vit sita og práta, er eitt ílat av protein pulvuri, ein posi av ban­anum og appelsinum og ym­ iskt ann­að, sum bendir á, at Jack hugs­ar um at veita kroppinum røttu ork­una, so hann klárar tað trýstið, sum lagt verður á hann. – Ja, altso, eg fór sjey kilo aftur, so skjótt eg hevði fingið hasi góðu boð­ini um, at eg slapp við á liðið, sig­ur hann skemtiliga. – So fór eg at eta dubult so nógv, og nú royni eg at proppa meg áðrenn eg skal avstað. Um eg onki gjørdi kropsliga, so hevði eg ver­ið ein bolli, flennir hann og fær sær av sjokolátuni, hann hevur sett á borðið afturvið kaffinum. Ansa væl eftir heilsuni Jack Højgaard er við sínum 79 ár­ um elsti súkklari á føroyska Team Ryn­ke­by liðnum í ár. Tað er ongin loyna, at hann heldur sær væl og sær væl yngri út enn nógvir javn­ aldr­ar. Spurdur hvør uppskriftin er, til at verða so væl fyri sum hann, tá ein gongur í móti teimum 80, sig­ ur hann, at tað er umráðandi at røra seg nógv og at ansa væl eftir heils­uni. – Um tú onki gert kropsliga, so pass­ar tú ikki væl uppá heilsuna. Tað sært tú eisini tá menn, sum hava arbeitt nógv og knappliga onki gera, stirna og orka bara minni og minni. Soleiðis er eisini við einum motori, sum stendur still­ur. Tá verður knappliga okkurt gal­ið alla tíðina. Man hevur tað nógv best um man rørir seg nógv, sig­ur hann avgjørdur. – Av og á taki synd í summum av javnaldrum mínum, tá eg súkkli fram­við, tí tað er tungt ikki at orka nak­að. Eg eri øgiliga glaður fyri heils­una, men veit eisini, at tað skjótt kann verða eitthvørt, sum fer at bila, tá man er komin í ein slík­an ald­ur sum eg, sigur hann. Øgiliga spentur Elsti føroyski súkklarin í eyðkendu gulu klæðunum er við at verða klárur til túrin – praktiskt, krops­ liga og ment­alt. Hann hevur kunn­ að seg um, hvat skal í kuffertið, hvussu lík­ind­ini verða og hvussu lendi er at súkkla á. – Eg eri nøkundlunda klárur at fara avstað. Eg eri øgiliga spentur, og ivist ikki í, at tað fer at ganga væl. Eg orki ikki verri enn hini til fe­lags­túr­arnar, so eg havi gott mót, sig­ur hann. Ætlanin er, at versonurin, tvær systr­ar, og ein guðsonur hansara skulu taka í móti honum, tá hann kem­ur til París á súkkluni, greiðir hann frá. Seinastu dagarnar hevur hann riggað av heima, ornað rab­arbu­ garð­in, sligið grasið, og hugt til bátin. – Eg komi heim aftur áðrenn ólav­søku, og tá fari eg at fiska við tráðu og taka tað forsømda við bát­ in­um, sigur hann frá. Ein góð søk Langi súkklutúrurin verður ikki bert gjørdur til stuttleika, men endamálið við honum er at savna inn pening til børn rakt av krabba­ meini. – Søkin hevur nógv at siga fyri meg. Serliga tí, at ein svágur mín fekk krabba­mein og doyði fyri einum ári síð­ani. Vit vóru serliga væl og eg vitj­aði hann altíð, tá eg súkklaði til Toftir. Eg dugi ikki við tað enn, sig­ur hann syrgin Jack Højgaard væntar tó ikki, at hann endurtekur túrin næsta summ­ar, tá hann verður 80 ára gam­al. – Eg vænti ikki, at eg meldi meg til aftur, men nú fáa vit at síggja, hvussu eg eri fyri tá. Men eg vænti ikki, at dóttur mín sigur ja til tað, flenn­ir hann. Eg komi heim aftur áðrenn ólavsøku, og tá fari eg at fiska við tráðu og taka tað forsømda við bátinum Team Rynkeby er eitt altjóða vælgerandi súkklulið, sum á hvørjum ári súkklar til París fyri at savna inn pening til barnakrabbamein. Team Rynkeby súkklar til París fyri 16. ferð frá 8. juli til 15. juli 2017. Verkætlanin hevur 1.700 súkklarar og 450 hjálparar javnaðar út á 44 lið úr fimm londum: Danmark (18 lið), Svøríki (13 lið), Finnlandi (6 lið), Noregi (5 lið), Føroyum (1 lið) og Íslandi (1 lið). Í føroyska liðnum eru 44 súkklarar og 11 hjálparfólk. Hvørt einstakt lið súkklar í sínum lag. Nøkur lið byrja kortini í sama býi og súkkla at kalla somu leið til París. Av praktiskum og trygdarávum súkkla liðini hvørt sær, alla leiðina til París. Liðini koma ikki saman fyrr enn á sjeynda degi mitt í París. Ferðin úr Danmark til París er á leið 1.300 km og verður súkklað í sjey dagar - nøkur lið súkkla kortini ein dagin fyri at byrjað verður av álvara, so hesi lið súkkla í royndum veru í 8 ella 9 dagar. Stytsti teinurin fyri hvønn dagin er á leið 100 km, tann longsti á leið 200 km. Hvussu long ferðin er, veldst um, hvørja leið hvørt liðið tekur. Ferðin hjá Team Rynkeby til París er ikki siðbundin súkklukapping við kravtíðum. Tó er tað ein krevjandi rørslu súkklutúrur, har øll skulu kunna vera við. Liðini halda vanliga eina miðalferð, sum liggur um 25-28 km/t. Kelda: www.team-rynkeby.fo Team Rynkeby Føroyar