Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-06, síða 20
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. juli 2017síða 20

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. JULI 2017 SOSIALURIN 78 20 TEMA: Grindadráp – TÓK UMSITINGARLI SÓLVIT E. NOLSØ SOLVIT@SOSIALURIN.FO Páll á Reynatúgvu sigur, at tað vórðu tvey høvuðsatlit, ið lógu undir avgerðini um at senda ting­ fólkini heim. Umsitingarlig og politisk. Páll á Reynatúgvu segði, at umsitingin í løgtinginum hev­ur verið ovbyrjað í langa tíð. Ser­liga er tað uppskotið um fiski­vinnu­ ný­skipan, ið hevur verið ein stórur biti. Serliga hevur staðið nógv á í sein­astuni, har nógvar broytingar eru sendar niðan og alt skal gjøgnum­gangast og eftirkannast í umsitingini. Harumframt havi eg eisini politit­isk atlit at taka. Eg hevði gjørt greitt, at uppskotið skuldi verða løgliga og politiskt klárt áðr­ enn tað kom niðan. Tá frá­boðan­in kom til mín, metti eg ikki, at løgligu og politisku fortreytirnar vórðu uppá pláss, so eg tók avgerð um at senda tingið til hús, sigur Páll á Reyna­túgu. Hann sigur, at hóast samgongan hev­ur arbeitt í alt vár við at fáa upp­skotið klárt og roynt at funnið semja, so mátti tað staðfestast, at tað hevði ikki higartil borðið á mál. Samgongan stendur saman um nýskipanina Poul Michelsen, formaður í Fram­ sókn, sigur, at hann er ikki samd­ ur við Páll á Reynatúgvu í, at samgongan ikki er samd um fiski­ vinnunýskipanina. Poul Michelsen sigur, at tann semjan, sum er gjørd og tað álit, sum er skrivað, er enn tað, sum samgongan stendur sam­ an um. Tað er enn konsensus í sam­ gonguni um politikkin. Tað eri eg sannførdur um, sigur Poul Michel­ sen. Tó skili hann Páll á Reynatúgvu tá hann sigur, at skipanin hevur brúk fyri eini time-out og skal anda í eina løtu fyri at koma víðari. Tað er nógv at seta seg inn í og tað er torført at hava yvirblikkið. Tí er tað kanska skilagott at fáa meira tíð, sigur Poul Michelsen. Ruðuleiki í tinginum Jørgen Niclasen, formaður í Fólka­ flokkinum, sigur, at støðan var blivin ein ruðuleiki í tinginum og at løgtingsformaðurin tók eina rætta av­gerð, tá hann sendi tingið í feriu. Tann ruðuleikin, ið vit uppliva seinastu tíðina, hann hevur verið ov nógv av tí góða. Tí haldi eg, at SÓLVIT E. NOLSØ SOLVIT@SOSIALURIN.FO Hóast rokið í tinginum mikudagin ikki var so ógvusligt sum tá Kol­ bein smildraði myndina av Tóra gudi í Gudbrandskvæðnum og alt rann úr tinginum, tá rottur og orm­ar komu úr myndini, so stóðst eitt ávíst rumbul burturúr í gjár, tá løgtingsformaðurin burtur úr ongum, tók tað avgerð at taka fleiri mál av skrá og koyra ting­ fólk­ini heim í summarfrí. Henda støðan kom í kjalar­ vørrinum av støðuni fyri nøkr­um døgum síðani, tá álitini úr vinnu­ nevndini vórðu latin inn, men tey komu ikki fram til løgtings­ for­mannin í nóg góðari tíð og tí­ skil tók hann fram eitt ynski frá ting­bólkaformonnunum í sam­ gonguni, um at atkvøða málið um fiski­vinnunýskipan úr nevnd og harvið leggja tey fyri tingið uttan álitini. Tað ferðina bleiv fundurin tó niðurlagdur í ein tíma og álit­ini blivu funnin fram og latin enda­ liga inn. Áðrenn tingfundurin byrjaði, var roknað við einum longum degi. Onnur viðgerð av uppskotinum um fiskivinnunýskipan stóð á skrá, eins og tíðindi frættust um eitt misálit á Høgna Hoydal frá Jacob Vestergaard og at partar av and­støðuni eisini umhugsaðu at fáa ein kanningarstjóra settan, at kanna embætisførsluna hjá Høgna Hoydal í samband við mál­ ið um flyting av veiðiloyvum. Einki fór at henda fyrrenn tvey tey fyrstu málini høvdu verið fyri, eitt um teknmál skal verða al­ment mál í Føroyum og eitt um arbeiðs­fremjandi tiltøk. Eftir at tær báðar triðu við­ ger­ir­nar vórðu avgreiddar og at­kvøddar ígjøgnum, tók Páll á Reyna­túgvu orðið og segði, at nú hevði hann hugsað seg væl um hvat hann skuldi gera. Eftir tað tók hann tó óvanligu avgerð, at taka restina av málunum av skrá og enda tingfundin. Tingfólk sótu sum kánus og vistu ikki reiðiliga hvat hendi og hvat fór at henda nú. Bæði tingfólk úr samgongu og andstøðu stóðu spyrjandi og bíðaðu eftir einum svari frá løgtings­formanninum. Tað gekk ein løta áðrenn nakað meir frættist og fleiri tingbólkar fóru saman at umrøða hvussu støð­an skuldi skiljast. Eftir eina løtu kom Páll á Reyna­túgvu afturíaftur og tá fingu tingfólk boða frá, at tingið kom ikki samanaftur fyrrenn á ólavs­søku og tí høvdu tingfólkini fingið frí í tríggjar vikur. Har var rumbul á tinginum tá alt mót durum stormar Páll á Reynatúgvu Poul Michelsen