hósdagur 6. juli 2017síða 21
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. JULI 2017
SOSIALURIN 78
21
G OG POLITISK ATLIT
Samgongan í trupulleikum
SÓLVIT E. NOLSØ
SOLVIT@SOSIALURIN.FO
Tað er okkurt, sum bendir á, at
samgongan hevur torført við at
halda saman uppá nýskipanina av
fiskivinnuni. Eftir at Páll á Reyna
túgvu valdi at enda fundin áðrenn
málið um nýskipanina kom fyri,
skapti eitt sindur av ørkymlan, tí
eingin visti reiðiliga hvat fór fram.
Seinni, tá Páll á Reynatúgvu var
klárur at svara spurningum, segði
hann seg taka tvey atlit tá hann
valdi at taka restina av málunum
av skrá: umsitingarlig og politiskt
atlit. Tey politisku atlitini, sum
Páll á Reynatúgvu segði seg taka,
vórðu, at samgongan hevði havt
tað trupult við at fáa eina semju
innanhýsis.
Í gjár gjørdi eg virkandi løg
manni, Høgna Hoydal, greitt,
at tær løgligu og politisku
fortreytirnar
skulu
verða
komnar á mál í dag. Tá seg skuldi
fáa tað fráboðanina kundi eg
konstantera, at mann var ikki
komin á mál. Tó tók eg tað avgerð
at senda tingið til hús, sigur Páll á
Reynatúgvu.
Leiðarar siga væl
standa til
Poul Michelsen, Høgni Hoydal
og Aksel V. Johannesen vórðu
allir úti í gjár og gjørdu greitt,
at samgongan var ikki í trupul
leikum. Høgni Hoydal segði, at
samgonguleiðararnir høvdu tosa
saman og vórðu samdir um, at
samgongan enn helt saman. Tað
stendur í beinari andsøgn við
tað, sum løgtingsformaðurin
sigur. Teir tríggir formennirnir
skulu sjálvandi siga, at alt hongur
saman enn. Alt annað hevði verið
politiskt sjálvmorð.
Tað var eitt sindur trupult at fáa
viðmerkingar frá tingfólki úr sam
gonguni uppá støðuna. Tey flestu
søgdu seg undrast á avgerðina
hjá løgtingsformanninum og
ikki skilja hví hann segði, at
fortreytirnar fyri uppskotinum
ikki vórðu møttar. Eftir stendur
tó, at hann segði tað og tað kann
ikki hava verið tikið burtur úr
ongum.
Tað hevur leingi verið mett, at
samgongan fór at hava trupult
við at fáa alt at ganga upp, tí tað
eru ógvuliga sterk áhugamál uppá
spæl, ið royna at ávirka politiska
arbeiðið. Tað er okkurt, sum
bendir á, at okkurt kann verða um
prátið. Tað vórðu fleiri broytingar
sendar niðan í vinnunevndina í
seinastu løtuna og sum skilst, so
eru nógvar broytingar torførar at
yvirskoða.
Hvussu er og ikki, so hevur
samgongan eina avbjóðing
komandi vikurnar. Um onkur
er í samgonguni, sum ikki er
nøgdur við uppskotið, sum
fyriliggur, so skal verða løgið
um viðkomandi ikki framvegis
er ónøgdur tá uppskotið verður
lagt fram aftur á ólavsøku. Tí fáa
samgonguleiðararnir nóg mikið
at taka sær av komandi vikurnar.
avgerðin hjá løgtingsformanninum
var røtt, sigur Jørgen Niclasen.
Hann sigur, at andstøðan hevur
tosa saman um hvat tey skulu gera
nú, men higartil er einki avgjørt.
Jørgen Niclasen sigur, at fyri fyrst
mugu tey bíða inntil ólavsøkan
kemur, men hann væntar, at sam
gongan má fara til arbeiðis fyri at
tryggja sær, at tey framvegis hava
eina samgongu á ólavsøku.
Sum eg skilji hetta, so er støðan í
komin vegna ósemju í samgonguni.
Tí má løgmaður koma heim fyri
at vita um hann hevur eina sam
gongu, sigur Jørgen Nicalsen.
Einki hent í tvey ár
Jógvan Skorheim, formaður í Sjálv
stýri, sigur, at hesin ruðuleikin
kring nýskipanina av fiskivinnuni
var væntandi, tí samgongan mangl
ar eina felags fatan av hvat mann
vil byggja uppskotið á.
Vit fóru úr samráðingunum fyri
tveimum árum síðani, tí vit sóu, at
her manglaði nógv í at fáa eina
semju. Tað síggja vit so nú, at somu
trupulleikar gera seg galdandi enn,
sigur Jógvan Skorheim.
Jógvan Skorheim sigur, at teir
gera ikki meir beint nú. Hann held
ur, at tað má verða upp til sam
gonguna at loysa henda trupul
leikan, ið tey eru komin í.
Løgmaður og landsstýrismaðurin
í fiskvinnumálum eiga at finna útav
trupulleikunum, ið teir hava. Vit
mugu bara bíða og síggja hvussu alt
spælir av inni í samgonguni, sigur
Jógvan Skorheim.
Uppskotið verður lagt
fram aftur á ólavsøku
Høgni Hoydal sigur, at sum støðan
lá við nýskipanararbeiðnum, so eru
samráðingarleiðararnir samdir um,
at ein semja enn var í samgonguni.
Hann sigur at tað er eingin ivi í, at
tað hevur verið eitt strævið arbeiði
at fáa alt at ganga upp, men at
higartil hava tey klára at talt upp
í 17.
Hinvegin skilji eg, at umsitingin
hevur havt nógv um at verða av
hesum uppskotinum og at tað
kanska hevur verið tikið ov langt,
sigur Høgni Hoydal.
Hann sigur, at sjálvur hevði
hann vilja hvat uppskotið koyrt
ígjøgnum nú, men at nú hava tey
so fingið longri tíð at arbeiða við
málinum og at tann tíðin skal
brúkast væl.
Samgonguleiðararnir hava
tosa saman og vit eru samdir um,
at samgongan er intakt. Tí verður
hetta uppskotið lagt fram aftur á
ólavsøku, sigur Høgni Hoydal.
TIKIÐ ÚR SAMRØÐUM VIÐ IN.FO MIKUDAGIN
Jørgen Niclasen
Jógvan Skorheim
Høgni Hoydal