Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-06, síða 22
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. juli 2017síða 22

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. JULI 2017 SOSIALURIN 78 22 ÍTRÓTTUR Tað ljóðar, at Víkingur leitar sær eftir málverja, sum skal lætta um trýstið, ið liggur á unga málverjanum, Elias Rasmussen. Søgurnar siga, at Víkingur er í samráðingum við Tórð Thomsen, sum er málverji hjá B36. Tað verður tó ikki til dystin móti FH, tí Tórður Thomsen hevur spælt í Europa League í ár. Tað er ikki bara Víkingur, sum fær ágóðan av samlaða 6-2 sigrinum á Trepca 89 úr Kosovo. Tað fær føroyskur fótbóltur eisini. Víkingur setti fleiri met á vegnum, tá teir tryggjaðu føroyskum fótbólti týdningarmikil stig á styrkilistainum, sum er grundarlagið undir luttøkuni í Evropa TRÓNDUR ARGE Víkingur vann týskvøldið ein søguliga 4-1 sigur á Trepca 89 úr Kosovo í fyrsta umfari í innleiðandi Champi­ ons League kappingini. Sam­ anlagt vann Víkingur 6-2 og er víðari til annað umfar, har mótstøði liðið er FH við Gunn­ari Nielsen í málinum. Eis­ini fekk Víkingur næstan tvær milliónir krónur í kass­ an, fyri at koma víðari. Sigurin hevur stóran týdn­ing fyri føroyskan fót­ bólt, sum stríðist fyri at halda fast í fjórða Evr­opa- plássinum. UEFA styrk­ir­ metir londini eftir stigum, sum tey fáa í Evropa og har er trýst á styrkimetini hjá Før­oyum, sum gevur fýra pláss í Evropa. Trýstir í ein hálvan tíma Í ein hálvan tíma eru vík­ ing­arnir trýstir. Eftir 2-1 sig­ ur­in á Tórsvølli, eru tað nú heima­menninir úr Kosovo, ið leggja trýst á. Við 16 tús­ und ýlandi áskoðarum kem­u­r Víkingur eisini undir trýst. Undirlagið er broytt frá kenda grasslíkinum á Tórsvølli, til góðan garssvøll, før­oyski “summarhitin”, er út­skiftur við summarhitan á balkan. Eitt ivamál hevur verið Elias Rasmussen, sum enn hev­ur U21 landsliðsaldur. Spurn­ingurin er, um tað er rætt at leggja so stórt trýst á ein ungan málverja. Víkingur hev­ur í summar eitt verið í sam­band við aðrar málverjar í Føroyum, fyri at lætta um trýstið á unga málverjan. Týskvøldið vísti hann sítt virði, tá bjargaði Víkingi, eftir at verjan ikki fekk ruddað vekk. Bjargingin fekk stóran týdning, tí løtu seinni fingu heimamenninir ein mann útvístan fyri tvey gul kort, meðan Sorin Anghel punkteraði heimaliðið við máli. Í ein hálvan tíma hevði Víkingur brúk fyri øllum snildum og royndum, men mun­urin á so mongum øðr­ um altjóða avrikum hjá okk­ um er, at Víkingarnir eisini vóru sera neyvir í hinum end­anum. Hesa ferð vóru vit teir við royndum – teir klóku. Søguskrivin í fleiri førum Víkingur hevur eina serliga stjørnu, tá tað kemur til føroyskan liðfótbólt í Evropa. Tað er einasta fe­ lagið, sum hevur megnað at vunnið seg víðari til triðja umfar. Tað var í 2014, tá Víkingur vann á fyrst Dau­ gava Daugavpils úr Letlandi, síð­ani Tromsø úr Noreg, fyri síð­ani at tapa móti kroatiska topp­liðnum, HNK Rijeka. Felagið hevur øll árini víst Evropa-luttøkuni størsta ans. Nakað sum sæst aftur á úrtøkuni og nú kemur før­ oyskum fótbólti til góðar. Tað eru fleiri feløg sum í tíðini hava fyrireikað seg til Evropa við víðari luttøku sum mál, men eitt tíðarskeið vóru tað fleiri, ið næstan sóu tað sum eina útreiðslu, ið mun til inntøkurnar fyri lut­tøkuna. Tað er helst hent fyri seinastu ferð, tí í ár fyri­ reika øll feløgini seg á lands­ liðsstigi undan Evropa upp­ gávuna. At Víkingur gongur á odda sæst á søguskrivingini. Sam­an við B36, hevur fe­lag­ ið staðið fyri størsta sigr­ inum á útivølli í Evropa nakr­antíð. B36 vann í 2006 3-0 á Birkirkara úr Malta. Somuleiðis er talan um, tá Víkingur skorar heili fýra mál á útivølli. Víkingur er fyrsta liði, sum vinnur bæði útidystin og heimadystin í eini evr­ op­es­iskari uppgerð. Sam­ an­lagt hevur føroyskur fót­bóltur bara vunnið fýra ferð­ir á útivølli – hetta er triði sigurin hjá Víkingi á útivølli. Also Víkingur eig­ur 75 prosent av øllum úti­sigr­ u­num hjá føroyskum lið­ fótbólti á útivølli. Tá tað er sagt, so hevur Vikingur faktist bara vunnið tveir heimadystir, so teir hava vunnið fleiri dystir á útivølli enn heimavølli í Evropa. Víkingur kann nú enn eina ferð skriva seg í føroyska fót­ bólts­søgu, um teir knúgva ís­lendsku meistarunum, Gunn­ari Nielsen og FH. FH er favorittur Tað er ongin ivi um, at FH er favorittur móti Víkingi, men tað er heldur ivasamt hvussu nógv betri enn Vík­ ing­ur eitt meistaralið úr Ís­landi er. Gunnar Nielsen, lands­liðsmálverji hjá Før­ oyum og málverji hjá FH, sig­ur í samrøðu við Rás2, at teir vænta ein torføran dyst – og tað skal hann eisini siga. Her hoyrir við til søguna, at FH hevur verið í Føroyum og sæð Víking spælt, so teir eru væl fyrireikaðir. Somuleiðis er Atli Greg­ er­sen skjótur at geva FH f a v o ­r i tt - leiklutin, men eis­ini hann veit, at Víkingur hev­ur ein møguleika. Megn­ ar Víkingur at fáa eitt gott útgangsstøðið úr Íslandi, so verður heimadysturin ein tann mest spennandi Cham­pions League dysturin í føroyskari fótbóltssøgu. Víkingur hevur enn eina ferð skrivað føroyska fót­ bólts­søgu. Nú er spurn­ing­ urin um tað er fyri seinastu ferð í hesum árinum? TRONDUR@SOSIALURIN.FO EIN SIGUR FYRI FØROYSKAN FÓTBÓLT Fótbóltur Dysturin hesa vikuna... Spælarametingar 1: Avrikið er út av lagi vánaligt og kostar dystin 2: Avrikið er vánaligt og dystaravgerandi 3: Avrikið er væl undir miðal og tað sæst aftur á liðavrikinum 4: Avrikið er undir miðal, men ikki avgerandi 5: Avrikið er miðal og spælarin røkir tær uppgávur hann skal 6: Avrikið er beint yvir miðal 7: Avrikið er yvir miðal og tað sæst aftur á liðavrikinum 8: Avrikið er væl yvir miðal og spælarin er avgerandi 9: Avrikið er framúr og spælarin er dystaravgerandi 10: Á landsliðið og seldur í morgin! Víkingur víðari í Champions League