Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-06, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. juli 2017síða 23

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. JULI 2017 SOSIALURIN 78 23 FJÓRÐA LIÐIÐ AT KOMA VÍÐARI B36 í 2006, EB/Streymur í 2013, HB í 2014 og nú Víkingur í ár. Tað eru liðini, ið hava vunnið seg víðari úr fyrsta umfari í Champions League. Her kann nevnast, at mótstøðan fyrstu árini mangan var væl sterkari, meðan tað seinnu árini er eitt innleiðandi umfar, har lægst styrkismettu liðini møtast fyrst. Tí er møguleikin eisini blivin størri. Spælarametingarnar hesa ferð eru óvanliga ódram­atiskar, tí talan var um satt liðavrik í Kosovo. Ein­asti spælarin, sum veru­liga skaraði burturúr var Sølvi Vatnhamar, ið skor­aði tvey av mál­un­um hjá Vík­ingi. Felags fyri flestu av hin­um er, at øll minni góð inntriv blivu skjótt a v l o y s t av góðum inn­triv­um í dystinum. Her kann nevnast, at Elias Rasmussen helst átti málið, sum kom ímóti, men hann bjargaði eisini Vík­ingi í fyrra hálvleiki. Tað bleiv spælt ígjøgnum hjá Gert Hansen, men sam­an­lagt spældi hann sum ein royndur góður før­oysk­ur bakkur. Hans Jørgen Djurhuus og Sor­ in Anghel luttaka ikki altíð so nógv í skapandi spælarinum, men Hans Jørgen Djurhuus ruddaði ótrúliga væl upp, meðan Sorin Anghel kvittaði við at skora. Gunnar Vatnhamar stríddist væl og legði upp til mál, meðan Filip Djordjevic ikki var so sjónligur í álopsspælinum, men stríddist ótrúlig hart í verjustøðu. Á á l o p i n u m vísti Ade­ shina Lawal álopsspæl á høgum stigi, tá hann skuldi taka móti bólt­in­um. Nakað, sum loysti væl upp fyri restini. Grundin und­ir góða avrikini kom frá miðverjuni, sum bara eina ferð traðkaði skeivt, tá Erling Jacobsen ikki fekk ruddað innlegg vekk. Eitt javnt gott lið­ av­rik frá Víkingi. Trepca 89 – Vikingur 1-4 (0-2) 0-1 Sorin Anghel, 37 0-2 Preparim Islam, 40 sjálvm 0-3 Sølvi Vatnhamar, 52 0-4 Sølvi Vatnhamar, 59 1-4 Florent Hasani, 65 Dómari: Alexander Harkam (Eysturríki) Víkingur (4-2-3-1): Elias Rasmussen – Gert Hansen, Erling Jacobsen, Ati Gregersen, Hanus Jacobsen – Sorin Anghel (Hans Jákup Lervig, 56.min), Hans Jørgen Djurhuus (Heðin Hansen, 55.min) – Sølvi Vatnhamar, Gunnar Vatnhamar, Filip Djordjevic – Adeshina Lawal (Andreas Lava Olsen, 82.min) Á bonkinum: Bárður á Reynatrøð, Jákup Vatnhamar Olsen, Ási Dalheim Rasmussen og Arnbjørn Svensson Gul kort: Sorin Anghel, Filip Djordjevic (Hevur leikbann nú) Venjari: Sámal Erik Hentze Effodeildin 13. umfar TREPCA 89 0 1 VÍKINGUR 2 4 Sunnudagin 18. juni 2017, við Djúpumýru í Klaksvík 7 HANUS JACOBSEN 7 ADESHINA LAWAL 7 GERT HANSEN 7 ERLING JACOBSEN 7 HANS JØRGEN DJURHUUS 7 ATLI GREGERSEN 7 GUNNAR VATNHAMAR 7 FILIP DJORDJEVIC 7 ELIAS RASMUSSEN 8 SØLVI VATNHAMAR 7 SORIN ANGHEL Venjari: Mikkjal Thomassen, 3 Heðin Hansen, 55.min Hans Jákup Lervig, 56.min Andreas Lava Olsen, 82.min 7 7 7 Dómari: Eiler Rasmussen Alexander Harkam (Eysturríki)Stóri óttin hjá føroyskum liðnum er ein dómari, sum ikki er uppgávuna vaksin og letur seg trýsta av heimaliðnum. Hetta kann Alexander Harkam als ikki skjótast undir. Hann dømdi beint fram og var heldur ikki í iva, tá áleyparin hjá Trepca 89 bleiv útvístur. Venjari: Fróði Clementsen 8 7 EITT SATT LIÐAVRIK