hósdagur 6. juli 2017síða 24
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 7. JULI 2017
SOSIALURIN 78
24
Óli Jacobsen
Siðsøga
SIÐSØGA
Óli Jacobsen
Í
fyrra parti av undanfarnu
øld var neyvan nakað ár, at
eingin maður fórst á sjón
um. Summar av hesum van
lukkum eru væl kendar, serliga har
stórur mansskaði var. Nógvar av
teimum eru umrøddar í hesi røð.
Tær eru saman við øðrum van
lukkum á sjónum savnaðar í bók
ini “Havið tók Teir”, sum kom út
í 2011. Millum hesar er tann nógv
umrødda vanlukkan við Florens
fyri júst 90 árum síðani.
Hesa ferð skal verða lýst van
lukkan við Marthu í 1929, tá ið
tveir menn umkomust.
Henda grein er grundað á
frásagnir í Dimmalætting og
Dagblaðnum hjá einum av mann
ingini, Petur Martin Jacobsen,
sum var av Selatrað. Tær flestu
myndirnar eru frá Jóhan Christi
ansen, sum er abbasonur skiparan
á Marthu.
Um Marthu
Felagið Nabb hjá Zacharias Heine
sen í Tórshavn átti Marthu. Hon
var ein stór framkomin skonnart
eftir tátíðini og hevði 120 hk
Skandia motor. Hon var mett at
taka 12-1400 skippund av saltfiski,
hetta er um 200 tons.
Í 1929 høvdu teir fyrst verið á
Suðurlandinum og høvdu fiskað
nógv. Síðani var farið til Grøn
lands. Men tá gekk illa í hond við
maskinuni, sum var nógv í ólagi,
men kortini fekst so dánt túrur,
850 skippund.
Vanlukkuligi túrurin
niður at selja
Tað skuldi so farast til Hull at
landa fiskin. Johan Christiansen,
vanliga kallaður Hannemann, var
skipari á ferðini, og Petur Martin
Jacobsen var motorpassari. Skipið
skuldi steðga nakað í Hull at fáa
umvælingar og skuldi so møguliga
í farmasigling. Manningin var ann
ars Jacob Vágsheyg, Havn, Martin
Jacobsen, Morskranes, Hans Peter
Hansen, Argir, Heini Clementsen,
Skarvanes og Kristian Jacobsen,
Argir. Allir menn í best árum. Tann
elsti, kokkurin, var 51 ár.
Martha fór av Havnini seinna
partin tann 9. oktober 1929.
Veðrið var gott allan dagin og
náttina við. Men hósmorgunin,
10. oktobur, fall barometrið ógvu
liga nógv, vindurin vaks, og teir
máttu repa seglini. Vindurin mól
nú vesturyvir, og sum dagurin leið
gjørdist av ringasta veðrið. Tá ið
náttin var komin gjørdist havódn
og stóð hav og luft alt í einum roki.
Martha fær ódnarsjógv
Um náttina fingu teir ein stóran
sjógv, ið breyt alt uppstandandi
frá hálvdekkinum og heilt fram
til stórrigningin. Martha fór nú
eisini at leka illa. Teir pumpaðu
og oystu og royndu at tetta lekan
við margarini og øðrum, ið var fyri
hond, men einki hjálpti.
Ódnin var nú so ræðulig, at
stórir sjógvar í heilum brutu yvir
skipið, og lekin versnaði í hvørjum.
Teir sigldu undan veðrinum, og
stutt aftaná, at teir høvdu fingið
tann fyrsta skaðasjógvin, sóu teir
vitan á Fair Isle millum Hetland og
Orknoyggjarnar.
Motorurin hevði gingið alla
tíðina, men skjótt var komin so
nógvur sjógvur í skipið, at hann
steðgaði.
Teir sendu upp neyðrakettir og
blussaðu, og teir brendu seinni eis
ini eina tjørutunnu.
Martha var nú okkurt um 8
fjórðingar frá Fair Isle. Tveir trol
arar, ið høvdu ligið undir oynni,
raktu við Marthu. Tað gav vón hjá
teimum, tá ið teir sóu lanternurnar
nærkast.
Millum lív og deyða
Tað var um kl. fimm fríggjamorg
unin 11. oktobur, at teir tveir
trolararnir komu til hjálpar. Tann
eini kom so nær í læ av Marthu,
sum tað var møguligt í ódnarveðr
inum.
Umborð á Marthu óttaðust teir
fyri, at skipsbáturin ikki kundi
klára seg í tí ræðuliga sjónum. Teir
vildu tí ikki fara av skipinum, fyrr
enn tað var vorðið so mikið ljóst,
at trolarin kundi síggja menninar,
sjálvt um báturin holvdist.
Tað eydnaðist øllum at kom í
bátin, og allir høvdu bjargingar
belti uttan skiparin.
Teir komu leysir av Marthu og
royndu at rógva yvir til trolarar
nar, men báturin fyltist skjótt av
sjógvi og holvdist. Skiparan sóu
teir einki til, men allir hinir komu
á kjøl ella hildu seg til bátin.
Petur Martin greiðir frá:
Eg slapp mær skjótt í bátin. Sjórok
ið var nógv tvørtur um skipið. So
skjótt eg var komin niður í fram
skutin, gjørdist báturin ov tungur
framman. Hann fór so niður eftir
endanum og hvølvdist. Trolarin lá
beint við okkum tá.
Í hesum sama viðfangi skeyt
eg meg út eftir liðini frá bátinum.
Eg tók nøkur dygg tøk afturat fyri
ikki at koma undir bát og skip.
Men at svimja til trolaran, tað beyð
eg ikki til. Sjógvurin var ringur, og
so darvaðu stivlar, oljuklæðir og
bjargingarvestur. Alt hetta gjørdi
tað, at eg kom ov lítið framyvir.
Eg sá nú, meðan eg fleyt har, at
menn vórðu tiknir upp á trolaran.
So befallaði eg meg í Guds hendur
og legði meg til tols at bíða. Tað var
ikki leingi, til trolarin sigldi tætt í
læ av mær.
Bjargingarkransur varð kastaður
út til mín, men eg rakk honum akku
rát ikki, og hóast eg nú royndi at
svimja tað, sum eg orkaði, rak trol
Føroyingar hava upplivað nógvar skipsvanlukkur. Hesa ferð greiða vit
frá, tá ið Martha fórst í 1929 og tveir av manningini sjólótust
VANLUKKAN VIÐ
MARTHU Í 1929
Trolarin Strathaugie, sum bjargaði manningini.
Martha var eitt framkomið skip eftir tíðini tá.