Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-06, síða 25
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. juli 2017síða 25

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. JULI 2017 SOSIALURIN 78 25 ar­in við kransinum nógv skjót­ari. Eg var tá fyri fáum árum síðani komin til trúgv á Jesus, so eg visti, at um eg livdi ella doyði, hoyrdi eg hon­um til. Nettupp hetta gav mær megi at halda út til hjálpin kom. Eg gav gætur, at ryturnar flokk­ aðust uppi yvir mær og komu heilt nær viðhvørt. Eina ferð var eg undir eini hvølving, og í tí sjógvurin fall, stakk eg meg á høvdið. Tá ið eg kom upp aftur, var so nógv skúm, at tað gekst ikki væl at anda. Eg royndi at lata meg úr stivl­ un­um, men tað kundi eg ikki uttan at kasta meg á ryggin. Eg fekk tá nak­að av sjógvi í meg, men stivl­ un­um slapp eg úr. Nú var eg nógv lætt­ari í sjónum. Eg bar ikki eygað við nakran mann, meðan eg fleyt har. Marthu sá eg langt burturi og ein trolara hjá henni. Hin trolarin mól ymsar veg­ir at vísa seg langt burturi frá mær. Tíðin tóktist mær long. Men um­síð­ir nærkaðist trolarin til mín frá lu. Meðan hann nærkaðist, legði eg til merkis, at hann reistist so nógv framman, at eg sá kjølin aft­ur móti frammastrini, og tveitti hann seg síðan so nógv, at keys­in kom øll niður í. Hetta var tá ring­ ast var. Tað var so ringt, at allir trol­ara­menninir vóru bundnir á dekk­inum. Trolarin nærkaðist mær nú aft­ur. Lína varð kastað, og eg fekk fast. Eg kastaði meg á ryggin og smoygdi pelastikkið upp á armin. Tá ið trolarin kastaði sær á læborð varð hálað frá borði av. Eg fleyt inn um stokkin inn á dekkið, uttan at eg bar við. Í hesum sama viðfangi varð kokk­urin eisini fingin inn um, men tá var hann deyður. Eg var kaldur og skalv illa. Tá hevði eg eisini ligið okkurt um hálv­an annan tíma í sjónum. Tað var Aberdeentrolarin A.61 Strat­haugie, ið bjargaði okkum, og vístu teir frálíkan sjómansskap. Vit fingu turr klæði at lata okkum í. Eis­ini fingu vit heitt at drekka og heit­ar koyggjur at fara í. Tað varð víst okkum tað størsta hjálpsemi. Vit vóru illa farnir og ikki gongu­ før­ir, tá vit komu umborð á trol­ ar­an. Trolaraskiparin, Summers, var ein ungur maður, 29 ára gamal, og hava vit honum nógv at takka fyri. Klokkan mundi hava verið gott 6 á morgni, tá báturin holvdist. Kl. 8 ½ fór trolarin at sigla og kl. 2 seinnapartin 11. oktobur vóru vit í Lerwick. Móttøkan í Lerwick Tann danski konsulin í Lerwick, J.W. Robertson, ið tók ímóti mann­ ingini, sýndi henni størsta hjálp­ semi og vælvild. Alla staðni, har teir komu, var móttøkan hin besta. Tað var næstan sum at vera heima hjá sær sjálvum. Tað fyrsta var at fara til handils at keypa tað, sum tørvaði eftir at hava mist alt. Men her var beina­ sem­ið stórt. Eisini var farið á eina raki­stovu. Teir, sum bíðaðu eftir at sleppa framat, bjóðaðu teimum á Marthu framat undan teimum. Hetlendsku fót­bólts­spæl­ar­ar­ nir, ið beint tá høvdu verið í Før­ oy­um, vóru fleiri ferðir og vitjaðu mann­ingina. Manningin búði á sjó­mans­ heim­inum, Seamens institute, í Char­lotte Street í Lerwick. Fyri­ støðu­maðurin, W.H. Dougall, var ein av nevndarlimunum i bólt­fe­ lag­num, og sýndi hann eisini ser­ lig­an blíðskap. Hann var ógvuliga takksamur fyri ta móttøku, hetlendingar høvdu fingið í Føroyum hetta summ­ar­ið. Ein maður, Nic­ol­son at navni, var tolkur hjá før­oy­ing­ un­um. Hann hevði lært málið hjá Dr. Jac­ob Jacobsen, meðan hann búði í Hetlandi. Jarðarferðin Sunnudagin varð kokkurin, Kristi­ an Jacobsen, jarðaður í Ler­wick. Tað var ein stór manna­múgva, eini 300 menn­iskju, ið fylgdi honum til hans­ara seinasta hvíld­arstað. Har varð flaggað á hálv­ari stong bæði í býn­um og havn­ini. Henda sorg­ar­ há­tíð var sera hátíðarlig. Presturin Mc Intyre segði m.a. í síni talu: “Vit eru komin saman her í dag fyri at fylgja einum av okkara brøðr­um til hansara síðsta hvíld­ ar­stað her á foldum og lat okkum her biðja Harran um at troysta og styrkja tey, ið sita eftir heima í Før­oyum, einkjurnar, børnini og onn­ur ið av vara. Hetlendingar og Føroyingar eru grannar og runn­ ir av somu rót. Nakrir av okk­ara ungum monnum hava stutt her­ fyri verið í Føroyum, og tey vina­ bond, ið fyrr bundu hesar oyggja­ flokk­ar so tætt saman, vilja óivað aft­ur verða knýtt í komandi tíðum. Eg føli meg vissan í, at ikki bert her í Lerwick, men at fólkið um alt land­ið hevur við tí størstu sorg frætt frá hesum skaðatilburði, sum hevur kravt tvey mannalív. Vit het­lend­ing­ar og før­oy­ing­ar liva undir somu kor­um. Hav­ið gev­ur okkum ríkar gávur, men tað krev­ ur afturfyri nógv av okkum og mang­ir av okkara bestu monnum hava funnið teirra síðstu hvíld í tí vátu grøvini. Vit her á landi duga tí full­væl at fata, hvussu meint tað er fyri eitt lítið samfelag, tá tess bestu menn vera eftir harúti á tí stóra havinum og ongantíð koma heim aftur.” Teir fimm, sum vóru eftir av mann­ingini, bóru kistuna út úr kirkj­uni. Hon varð sett á ein vogn við tveim­um prúðum hestum, og farið var í kirkjugarðin. Har vóru kransar frá monn­un­ um á Marthu frá danska konsl­in­ um, og frá nevndu fót­bólts­spæl­ ar­un­um. Við í fylginum var eisini mann­ ing á teimum skipum, sum lógu í havn. Alla staðni varð eisini flagg­ að á hálvari stong. Hetta var ein tann mest gríp­ andi sorgarhátíð, sum hevur verið í Lerwick. Stjórin á sjómansheiminum bað um at fáa okkurt til minnis um hend­ingina, sum teir kundu hanga á veggin. Hans Petur bjóðaði eina skips­troyggju og hon var væl mót­ tik­in. Tað segðist aftaná, at skiparin og manningin á trolaranum, sum bjarg­aði manningina fekk heið­urs­ løn fyri avrikið. Týsdagin kom Tjaldrið eftir mann­ingini og mikudagin vóru teir aftur á Havnini líka eina viku eftir, at teir fóru hiðani. Um Johan – Hannemann Hannemann, skiparin á Marthu varð fødd­ur í 1889. Hann hevði fyrr ver­ið nær við at fáa eina váta grøv. Hann var við á eini heilt ser­ lig­ari ferð í 1912. Tá fóru feðg­ar­nir Sof­us van­liga kallaður loðs­ur­in og Kristi­an í Dali við sín­um seks tons mot­o­r­báti Louisa al­l­an tann langa tein­in úr Havn til Keyp­manna­ havn­ar á eina fisk­arí­messu. Teir vóru fimm mans við, og ein teirra var Hannemann. Í einum illveðri stóð Hanne­ mann til róðurs. Knappliga fingu teir ein brotasjógv. Tá sjógvurin er av sær Kristian, at eingin maður er við róðrið. Hanne­mann var horv­ in. Kristian lesti seg aftureftir lúnn­ing­ini. Tá varn­að­ist hann eina hond, sum helt fast í gelendaran. Tá var tað Hannemann, sum hekk uttanborða. Sjógvurin hevði tik­ið hann við sær, men hann hevði verið knappur og fingið í gel­end­ ar­an, og nú hekk hann har i aðrari hond­ini. Kristian fekk hann inn aft­ur, og Hannemann fór aftur til róðr­ið! Tað varð annars roknað fyri at vera meira enn heppið, at teir í heila tikið vóru undanslopnir, so ringt sum veðrið var. Hannemann tók skiparaprógv í 1908. Hann var giftur við Honnu Jaco­binu Johansen (1894-1982) úr Sør­vági. Aftan vanlukkuna við Marthu sat Hanna við seks børnum. Tey vóru: Eli f. 1915, Jens Kristi­ an, Kissa, f. 1916, Ingrid f. 1918, Borg­hild f. 1921, Herman f. 1922 og Michel f. 1925. Tingakrossur skrivaði um teir farnu: Hannemann var kendur og av­hild­ in í Havn og verður saknaður av mong­um her. Kristian var slektaður úr Leyn­ um men búsettur á Argjum. Báð­ir vóru av ítastu sjómonnm, frið­ar­ fólk og skilamenn í allar mátar. Kristian var giftur við Johonnu 1878-1932. Børn teirra fingu eft­ir­ navn­ið Holm. Tey vóru Hans Pet­ ur, Jákup f. 1902, Marin Kristina f. 1903, Niels f. 1904, Anna f. 1907, Mort­an f. 1910, Magdalena f. 1912 og Ella f. 1918 Komandi partur Í komandi parti verður ein frásøgn hjá Virgar Frýdal frá seinna heimsbardaga. Oyggin Fair Isle, har Martha møtti síni lagnu Teir, sum vórðu bjargaðir V.f. Petur Martin Jacobsen, Hans Petur Hansen , Jákup Vágsheyg, Heini Clementsen, Martin Jacobsen. Her eru teir avmyndaðir við jarðarferðina Johan Christiansen, skiparin á Marthu, bar ikki boð í bý Kokkurin, Kristian Jacobsen, varð jarðaður í Lerwick í Hetlandi