Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-06, síða 26
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 6. juli 2017síða 26

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 7. JULI 2017 SOSIALURIN 78 26 Tíðindi frá Ritzau BARBARA HOLM STÓRI ELDURIN Í GIGANTIUM Í AALBORG STÓÐST AV ÓKRÚTSBRENNARA KINA MÁ SETA FLEIRI TILTØK Í VERK MÓTI NORÐURKOREA – Ein maður kann nú vænta sær eina bóti, eftir at hansara ókrútsbrennari kyndi í stóran eld í Gigantium í Aalborg. Tað var mikudagin, at stórur eldur kom í ítróttar- og mentarasentrið Gigantium í Aalborg. Sambært løgregluni var eitt starvsfólk í Gigantium í gongd við at brenna ókrút, tá ið hann varnaðist, at eldur var komin í bygningin. Tað skrivar Ritzau. Hann setti seg síðani í samband við sløkkiliðið. Hann er eisini skuldsettur fyri brot á tilbúgvingarlógina og kann nú vænta sær eina bót. Málið verður mett at vera liðugt kannað, og løgreglan er steðga við kanningararbeiðnum. Myndugleikarnir fingu fráboðan um eldin klokkan 11.25 mikudagin, og síðani arbeiddu sløkkiliðsfólk við at basa eldin tað mesta av degnum og kvøldinum við. Skaðin er minni, enn man upprunaliga hevði stúrt fyri. Tí sjónin, tá ið bjargingarfólk komu á staðið, var ikki tespilig og tí varð stúrt fyri tí ringasta. Hóast tað kundi verið verri, so eru vatnskaðar eisini komnir á bygningin í og við, at sløkkiliðsfólk settu alt í verk fyri at fáa so nógv vatn sum gjørligt á flammurnar, og harvið minka um skaðarnar. Í samband við eldin vórðu fólk í nærumhvørvinum biðin um at halda seg innandura, tí roykurin kundi vera vandamikil. Tað varð tó skjótt avblást aftur. Eingin kom til skaðis í eldinum, men ein sløkkiliðsmaður fór til observatión á sjúkrahúsi. – Tað land, sum hevur størst fíggjarligt samband við Norðurkorea, má leggja trýstið, sigur Boris Johnson, bretskur uttanríkisráðharri. – Tað, sum Norðurkorea er í gongd við, er púra høpisleyst, óforsvarligt og í stríð við samtyktirnar hjá ST, sigur Johnson. Orsøkin er, at tað kom óvart á heimssamfelagið herfyri, at Norðurkorea framhaldandi útviklar og roynir nýggjar missilskipanir. – Tað er umráðandi, at Kina brúkar sína ávirkan og økir trýstið, sigur hann. Tað er í samband við G20 fundin í Hamburg, sum er fríggjadagin og leygardagin, at Johnson kemur við hesari útsagnini. – Seinastu seks mánaðirnar, hava vit sæð stórar broytingar í, hvussu Kina uppfatar Norðurkorea, og tað má halda fram, heldur uttanríkisráðharrin. – Við USA á odda fóru fleiri lond á ein kreppufund í trygdarráðnum hjá ST um støðuna. Sagt var, at heimurin kann ikki standa tigandi og hyggja, meðan Norðurkorea útviklar atomvápn. Eitt uppskot um at økja um sanktiónirnar móti Norðurkorea var tó avvíst av Russlandi, sum er fastur limur í trygdarráðnum. – Øll mugu vita, at sanktiónir ikki loysa hendan trupulleikar, segði Vladimir Safronkov, russiskur varaambassadørur í FN, sambært AFP. Bæði Russland og Kina eru mótstandarir av, at heimurin setur hernaðarlig tiltøk í verk, sum svar upp á tað, sum hendi týsdagin – nevndiliga royndarskjóting av missilum, sum kunnu ferðast sera langt. Sagt var beinan vegin frá almennu myndugleikunum í USA, at missilin, sum Norðurkorea royndarkoyrdi týsdagin, er av einum slag, sum USA ongantíð áður hevur sæð. Missilin kann ferðast tvørturum heimspartar. Norðurkorea hevur síðani sagt, at ein slík missil kann ferðast við stórum og valdsmiklum atombumbum. Boris Johnson: Filipsoyggj rakt av ógvusligum jarðskjálvta Ein ógvusligur jarðskjálvti hevur rakt oynna Leyte. Tað sigur amerikanska eftirlitstænastan US Geological Survey. Stovnurin metti í fyrstu atløgu, at styrkin lá á 6.9, men síðani varð tað justerað til 6.5. Eingin tsunami ávaring varð send eftir skjálvtan, sum hendi áleið seks kilometrar undir havfløtuni. Ein bóndi á Leyte sigur, at skjálvtin tók beinini undan honum. – Tað var so valdsmikið, at eg datt, sigur hann við Ritzau. – Eg sá bussar og bilar steðga á vegnum og fólk fóru úr at hyggja, greiðir hann frá. Stórir partar av Leyte vórðu lagdar í oyði av ódnini Haiyan í november í 2013. 7500 fólk lótu lív ella vórðu meldað sum saknað eftir vanlukkuna.