Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-10, síða 4
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. juli 2017síða 4

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 10. juli 2017 · Nr. 79 4 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Fuktur kann oyðileggja konstruktiónina í bygningum og tí er týdningarmikið at tætta lekarnar og turka ella møguliga skifta vátu bygningslutirnar út Danjal av Rana Fuktur vísir seg at vera ein afturvendandi trupul­leiki í føroyskum byggi­verk­æt­ la­num. Sum Viku­skiftis­ sosialurin skrivaði fríggja­ dagin vísa kanningar av Boða­nes­heiminum, Fimi, skúlanum við Løg­manna­ breyt og skúla­num á Argja­ hamri, at fuktur treing­ir seg inn í bygn­ing­ar­nar. Regnvatn lekur inn trappuskaktina í Fimi, tekjan á Boðanes­ heimi­num er vát og tað lek­ur inn rundan um vind­ eygu­ni. Avleiðingin er, at nógv­ar av gipsplátunum inni á kømrunum mugu skift­ast. Í skúlanum á Argja­ hamri er blámusoppur stað­ fest­ur, eins og at tekjan eisini er vát og í skúlanum við Løgmannabreyt má ein stórur partur av klædn­ingi­ num møguliga gerast um­ aftur, tí soppur er farin at vaksa aftan fyri klædningin. Sosialurin hevur spurt seg fyri hjá serfrøðingum um hvat trupulleikin við fukti er. Bjarni Justinussen er byggifrøðingur, í starvi hjá SNA. Hann hevur ikki arbeitt við nakrari av hes­ um verkætlanunum og tí er prátið einans um yvir­skip­ að um vansan við fukti og soppi, og ikki um ítøkiligu døm­ini, sum vóru í Viku­ skiftis­sosialinum. Livitíðin styttist Bjarni Justinussen vísir á, at fleiri vansar kunnu stand­ast av at bygningslutir og -kon­ struktiónir gerast vátar. - Millum annað kann livi­tíðin á teim einkultu bygn­ings­lutunum og kon­ struk­tiónum vera stytt mun­ andi, vegna eitt nú tær­ing. Bjálvingarvirði á bjálv­ingini versnar munandi. Og um fortreytinar eru til staðar, so kann soppur eisini finn­ast í og uttaná kon­struk­tión­un­ um, sigur hann. Er fuktur til staðar á skeivum stað, kann hetta elva til eitt nú óynsk­ta tær­ ing og rot í kon­struk­tión­ ini, ið ávirkar styrkina á konstruk­tióni. - Tá talan er um sopp, so finn­ast mong ymski sløg. Um talan er um eitt nú húsa­ sopp, so ger hesin skaða á træð­ið og niðurbrýtur tað. Er talan um blámusopp, ger hesin ikki stórvegis skaða á bygningslutirnar í konstruktiónini – har­aftur­ ímóti kann kann vera til am­ pa fyri teir persónar ið eru í bygninginum í styttri ella longri tíðarskeið. Steðga fuktinum Hvat skal so gerast, tá fuktur, væta, soppur ella rot er staðfest í eini kon­struk­tión? - Í stuttum: Steðga fukti­ num – fá soppin burtur. Er fukt­ur ella væta staðfest í eini konstruktión, er týdn­ ingarmikið at finna fram til orsøkina til at væta ella fuktur sleppa fram­ at konstruktiónini, og gera tiltøk fyri at steðga hesum og síðani gera ábøtur á møgu­ligar skað­ar í konstruk­ tión­ini. Týdn­ingar­mikið er at konstruktiónin verður turr aftur, sigur Bjarni Justinus­ sen. - Er soppur staðfestur í ella á konstruktióni, er tað týdn­ingarmikið at hesin verður reinsaður burtur. Ì dag finnast fleiri úrslitagóðir hættir til at burturbeina sopp. Eisini kunnu einstakir bygningslutir, ið eru fongdir af soppi, við fyrimuni verða skiftir út við nýggjar bygn­ ingar­lutir, sigur hann. Ikki serføroyskur trupulleiki Bjarni Justinussen sigur, at trupulleikin við fukti og lekum í bygningum, og teim­ um hjáárinum, sum standast av hesum, á ong­an hátt eitt ser­føroyskt fyri­brigdi. - Í grannalondunum, sum vit ofta samanbera okkum við, eru hesir trupulleikar eisini afturvendandi. Eysæð er tað at munurin sæst í ymiskum byggihættum í eitt nú Danmark, Føroyum og Grøn­landi, og tískil uppliva ymiskar trupulleikar á øki­ num. Hann sigur, at gald­ andi fyri øll londini, er at oftast standast trupul­leik­ arnir av eitt nú ótøtt­um dampsperrum, mangl­andi ventilatión av inniluftini, mangl­andi ventila­tión av fasadu- og tak­kon­struk­tión­ um, skeivari eftir­iso­ler­ing av kon­struk­tiónum ið flytir fukt­javn­vágina og óynskt­ar kulda­brýr. - Ein serlig avbjóðing vit hava í Føroyum er, at vit árliga hava lutfalsliga nógv avfall og fáar sóltímar, saman­borið við eitt nú Dan­mark. Hetta setir kanska enn størri krøv til at bygningslutir verða vardir fyri regni ímeðan bygt verður, soleiðis at væt­ an ikki verður innbygd í konstruktiónirnar, og fukt­ urin ikki sleppur burturaftur, sigur Bjarni Justinussen. Steðga fuktinum og fá soppin burtur SOPPUR