mánadagur 10. juli 2017síða 5
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
5
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Mánadagur 10. juli 2017 · Nr. 79
Danjal av Rana
Fýra av størstu kommunalu
byggiverkætlanunum í Havn
í nýggjari tíð vísa seg nú at
hava trupulleikar við fukti,
lekum, roti og soppi.
Í Fimi, fimleikahøllini í
Gundadali, lekur vatn útifrá
og inn, tá tað regnar. Hetta
hevur við sær, at veggirnir í
trappuskaktini eru vátir og
málingin dettur av.
Í skúlanum á Argjahamri
er takkonstruktiónin vát.
Tróðurpláturnar torna ikki
sum tær eiga, heftini at festa
tær við eru rustaðar og eing
in útlufting er aftan fyri
klædningin. Hetta hevur við
sær, at í nøkrum støðum er
tjúkur blámusoppavøkstur
og rot á klædninginum.
Í
skúalnum
við
Løg
mannabreyt er líkt til at ein
stórur partur av klædning
inum má gerast umaftur, tí
ei heldur har er nøkur út
lufting aftan fyri og tað hev
ur ført til soppavøkstur og
rot í fleiri støðum.
Á
Boðanesheiminum,
eldrabýlinum
yviri
við
Strond, er tekjan vát í fleiri
støðum og tað lekur rundan
um vindeyga í fleiri kømur
um.
Felags fyri hesar fýra
byggiverkætlanirnar
er,
at tær allar eru lutfalsliga
nýggjar. Tann elsta, Skúlin
við Løgmannabreyt, er frá
2008. Tilsamans hava tær
kostað
Tórshavnar
kom
munu 554 milliónir krónur at
byggja. Men longu nú er líkt
til, at meirútreiðslur fara at
standast av bygningunum.
Fuktur er tó ikki nakar
nýggjur trupulleiki í Føroy
um. Miðlahúsið hevur saml
að ein lítlan lista yvir aðrar
verkætlanir, sum hava havt
trupulleikar við lekum, fukti,
soppavøkstri og roti.
Kommunuskúlin
Í 2011 staðfestu kanningar
av Kommunuskúlanum, at
stórir trupulleikar vóru av
soppavøkstri, fukti og inni
klima í bygninginum. Skúlin
bleiv stongdur sama summ
ar og næmingarnir spjaddir
um í øðrum hølum í býnum.
Kommunuskúlin var tann
fyrsti av teimum stóru skúlu
num í Føroyum og varð vígdur
í 1957. Hann virkaði sum skúli
fram til 2011. Upp á tað mesta,
mitt í 60’árunum, hoyrdu 1.200
næmingar til skúlan. Seinastu
árini hevur nógv kjak verið
um, hvør lagna skúlans skuldi
vera, men eftir umfatandi um
vælingar er Bústaðir umsíðir
farið at gera 37 nýmótans
lestraríbúðir í skúlanum, sum
hevur skift navn til Finsen.
Løgreglustøðirnar
Í 2011 mátti løgreglan flyta
úr løgreglustøðini á Jónas
Broncks gøtu í Havn, tí
blámusoppur varð staðfestur
í bygninginum. Hon flutti
tí yvir í ein bygning yvir
við Strond, men í 2013 varð
blámusoppur eisini staðfest
ur í nýggju hølunum. Síðani
hevur løgreglan leitað eftir
nýggjum hølum og nú er av
gjørt, at gamli Føroya Banki
í Húsagøtu, skal gerast til
nýggja løgreglustøð.
Men hvat – í januar í ár
kom fram, at gjóstur, lekar,
fuktur
og
blámusoppur
eisini eru í gamla banka
bygninginum í Húsagøtu.
Skúladepilin í Hovi
Tá
skúladepilin
í
Hovi
stóð
liðugur
at
taka
í
nýtslu í 2009, kostaði hann
74
milliónir
krónur,
14
milliónir krónur meiri enn
kostnaðarmetingin
hjá
Landverki.
Tað gekk tó ikki long
tíð
fyrr
enn
umfatandi
byggisjusk
bleiv
staðfest
í
skúlanum.
Kostnaðar
metingin fyri umvælingar
arbeiðið var eini 15 milliónir
krónur, so samlaði prísurin á
skúlanum fór at nærkast 90
milliónum.
- Miðnámsskúlin í Hovi
er illa bygdur og eftirlitið við
byggingini var ov vánaligt,
skrivaði Majken Johansen,
løgfrøðingur, sum løgtingið
setti sum kanningarstjóra at
kanna verkætlanina í Hovi, í
2012.
Byggisjuskið í Hovi var
so umfatandi, at tað var ikki
fyrr enn í novembur 2014, at
umvælingin var liðug.
Klæðingin á útveggunum
mátti takast niður aftur og
umvælast heilt inn til damp
sperruna, og síðani setast
uppaftur.
Aðrir skúlar, fongdir við
blámusoppi eru Studenta
skúlin á Kambsdali, Studen
taskúlin í Hoydølum, Skúlin
á Ziskatrøð og Miðvágs og
Sandavágs skúli.
Harumframt hevur blá
musoppur verið staðfestur
í Eirargarði 16, hjá Føroya
Skipara- og Navigatørfelag í
Jekaragøtu 10, í Rúsdrekka
sølu Landsins á Smyrilsvegi
og í Taks á Smyrilsvegi.
SOPPURIN ER EIN
AFTURVENDANDI
TRUPULLEIKI
Hetta er ikki fyrstu ferð, at blámusoppur ger um seg á føroyskum skúlum og øðrum almennum bygningum
SOPPUR
Skúladepilin í Hovi mátti umvælast fyri 15 milliónir krónur
eftir umfatandi byggisjusk undir bygging
Í 2011 máttu øll skúlabørnini í Kommunuskúlanum flytast í onnur
høli, tí at skúlin var so illa fongdur av blámusoppi
Løgreglan mátti fara úr gomlu støðini (ovast) í 2011,
tí tjúkkur blámusoppavøkstur var í bygninginum. Í
2013 varð blámusoppur staðfestur í nýggju støðini
(mittast), og longu áðrenn løgreglan er flutt inn, er
soppur staðfestur í komandi løgreglustøðini (niðast)