Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-10, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. juli 2017síða 6

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 10. juli 2017 · Nr. 79 6 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 UNDIR FÝRA EYGUM Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hvat gert tú , tá ið tú slappar av? – Eg plagi at verða uppi eitt sindur út á næturnar, og tá kann eg sita og njóta friðin. Eg koyri onkran tónleik frá ella taki gittaran fram. So kunnu onkrar strofur ella melodiir kom til mín. Tá slappi eg av. Hvat land kundi hugsað tær at vitja? – Nú havi eg júst verið í USA og innspælt tónleik, og USA er eitt land, sum eg við vissu fari at vitja aftur. Annars kundi eg hugsað mær at vitja Spania. fór Ólavur veruliga at fram­føra alment – serliga umborð á Norr­ønu, har hann hevur spælt regluliga seinastu fimm árini. Ólavur var eisini part­ur av dreingja­ bólkinum All-In, sum var nógv frammi eitt skifti. – Fólk, sum kenna meg sum tónleikara, kenna meg best frá Norrønu, har eg havi spælt nógv seinastu ár­ini, sigur Ólavur á Váli Ols­en. Hann hevur eisini spælt tón­leik í samkomum – eitt nú lovsang í Lívdini – og gos­pel­tónleikur er fram­veg­ is partur av tón­leik­in­um hjá Ólavi. Bíðað eftir røttu løtuni Nýggja útgávan hjá Ólavi á Váli Olsen inniheldur nýggj­ar og gamlar sangir. Hann tulkar onkrar kendar coun­try­sangir, og hann hev­ur gjørt eina nýggja inn­spæling av sanginum Ró hjá Martini Joen­sen. Á útgávuni er eisini onk­ur gospelsangur, kær­leiks­ sangur og sangur um barna­ ár og uppvøkstur. Mart­ in Joensen hevur skriv­að tríggjar sangir á út­gáv­uni, og eitt nú Signar í Homr­ um, Ingi Hansen, Ják­up Zachariasen, Eyðun Jac­ ob­sen og Óli Poulsen hava ver­ið við at skriva sang­ir á út­gáv­uni. – Eg kann relatera til allar sang­ir­nar og kann standa inn fyri teim­um. Coun­try er mín yn­d­is­ sjangra, og har kenni eg meg veru­liga heima, sigur Ólavur á Váli Ol­sen. – Eg havi bíðað eftir røttu løtuni at geva mína fyrstu fløgu út, men nú var tann rætta løtan komin. Eg vildi sleppa út við tónleiki og fløgu, og hetta verður ikki mín seinasta útgáva, sig­ur hann. Heitissangin á útgávuni hev­ur Martin Joensen skriv­að, og hann snýr seg hósk­andi um at royna sínar veing­ir, sum Ólavur á Váli Ol­sen nú ger: ”Vil royna mín­ar veingir, vil ganga hægstu fjøll, vil bera mínar sangir um gjárir og gróðr­ ar­búnan vøll. Tað er her og nú, at ferð­in byrjar, at kósin verð­ur sett, nú eri eg til reiðar, eg gev­ist ei fyrr enn mín sál er mett.” Tónleikur týdning Tónleikur hevur stóran týdn­ing fyri lívið og ger­ and­is­dagin hjá Ólavi á Váli Olsen. – Eg eri ikki tann mest prát­ing­ar­sami persónurin, men gjøgn­um tónleikin kann eg út­trykkja meg. Tað hev­ur sera nógv at siga fyri meg at sleppa at spæla tón­ leik, sigur Ólavur. Ólavur á Váli hevur í tíð­ ar­skeið­um verið tví­býtt­ur mill­um at spæla gospel­tón­ leik í sam­komuumhvørvi og at spæla til meira almenn, verts­lig tiltøk. – Tað hevur ikki verið lætt at fara frá at spæla í sam­komu til eis­ini at spæla á barr og aðra­staðni, og eitt skifti gjørd­ist eg rættiliga líka­glað­ur við tað heila, og tað ávirk­aði mína lívsførslu. Eg føldi meg vera í einari trupl­ari støðu, tí eg kendi trýst á mær, og tí kom eg á eina skeiva leið, sigur hann. – Eg havi verið á einari trupl­ari og tungari ferð, men eg eri komin fyri meg aftur, og eg eri klárur at byrja av nýggj­um. Hendan útgávan er eis­ini partur av tí. Eg fari út í lívið av nýggjum, og nú havi eg eitt sterkari grund­ ar­lag at standa á, sigur Ólavur á Váli Olsen. Hann er nú blivin partur av City Church í Havn og vón­ar, at hann í framtíðini eis­ini kann fara at spæla tón­leik har. Gevandi Framførslurnar umborð á Norr­ønu hava verið og eru fram­vegis ein partur av tón­leika­virkseminum hjá Ólavi á Váli Olsen. Hann hev­ur í meira enn fimm ár spælt reglu­liga á Norrønu, og tað er nak­að, sum honum dámar væl. – Mær dámar væl at spæla tónleik fyri fólki, og um­borð á Norrønu kann eg spæla fyri nógvum fólkum úr ym­isk­um londum. Tað hev­ur verið sera spennandi og gev­andi. Eg havi hitt nógv fólk, og eg havi eisini fingið góð­ar kollegar umborð, sigur Ólav­ur á Váli Olsen. Hann spælir kendar popp- og countrysangir fyri ferða­fólki á Norrønu, og hann kann laga sítt reper­ toire eftir, hvørji fólk og fólka­sløg lurta eftir honum. – Vanliga spæli eg frá klokk­an 21.00 og einar fýra tím­ar fram. Onkuntíð kann EG FARI ÚT Í LÍV AV NÝGGJUM - Eg havi verið á einari truplari og tungari ferð, men eg eri komin fyri meg aftur, og eg eri klárur at byrja av nýggjum. Hendan útgávan er eisini partur av tí. Eg fari út í lívið av nýggjum, og nú havi eg eitt sterkari grundarlag at standa á, sigur Ólavur á Váli Olsen, sum nú gevur sína fyrstu tónleikaútgávu út Eyðun Klakstein Ólavur á Váli Olsen hevur nú gjørt álvara av einum gomlum dreymi og gevur sína fyrstu tónleikaútgávu út. Útgávan, sum kallast ”Her og nú”, bjóðar eitt bland av føroyskum og ensk­ um sangum, sum ym­iskir sangskrivarar hava gjørt. Ólavur á Váli Olsen er fyrst og fremst sangari á út­gávuni, men hann hevur eisini verið við til at skriva sangir – eitt nú sangin Dalar og fjøll, sum man verða hans­ara kendasti sangur hig­artil. – Hugskotið til hesa út­ gávuna kom í november mán­aði í fjør, og síðani hev­ ur tað gingið skjótt. Vit vóru fimm dagar í studio í USA, og nú kemur fløgan út, sigur Ólavur á Váli Olsen. – Nógv fólk hava upp­ muntrað meg til at fara í studio. Fólk, sum hava hoyrt meg spæla umborð á Norr­ ønu, hava spurt meg, um eg havi givið nakra fløgu út, so nú skuldi tað verða, sigur hann. Ólavur á Váli Olsen hev­ ur fingið góða hjálp til ar­ beiðið við útgávuni frá for­eldrunum og Eyðuni Jac­ ob­sen, sum fekk í lag ferð­ina til Arden í North Caro­lina, har teir gjørdu inn­spæl­ ingarnar í Cross­roads Studio. Byrjaði tíðliga Ólavur á Váli Olsen byrjaði sum smádrongur at spæla tón­leik og syngja. Longu sum fýra ára gamal fór hann at spæla violin, men gavst fýra ár seinni við tí. Hann sang í tvey ár í dreingja­kór­ inum Undir Brúnni, og sum 11 ára gamal fann hann ljóð­ førið, sum síðani hevur ver­ ið trúgvur fylgisneyti hjá honum. Tá fór Ólavur at spæla gittar. Sum 16 ára gamal fór Ólavur á eftirskúla í Dan­ mark í 2010, og tað var her, at hann tók stigið og byrjaði at syngja alment. Tá ið hann kom heim av eft­irskúlanum í Danmark, UM Ólav á Váli Olsen Ólavur á Váli Olsen er 23 ára gamal og úr Havn, har nú aftur er búsitandi, eftir at hann hevur búð í Aalborg í trý ár. Har hevur hann gingið á Handilsskúla. Ólavur er kendur sum tónleikari umborð á Norrønu, har hann hevur spælt nógv síðani 2012. Hann hevur eisini spælt í kristnum samkomum. Nú hevur hann givið sína fyrstu fløgu út. Útgávan kallast ”Her og nú” og er innspæld í USA.