Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-10, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. juli 2017síða 7

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

7 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 10. juli 2017 · Nr. 79 Kendi seg tryggan í amerikanskum studio UNDIR FÝRA EYGUM Hvør er besti lutur, sum tú eigur? – Bíblian – og gittarin. Mær dámar væl at taka Bíbliuna fram og lesa eitt sindur. Og Gibson J-45 gittaran havi eg altíð við mær. Hvønn føroyskan sang dámar tær serliga væl? – Mær dámar ótrúliga væl Morgun hjá Martin Joensen. Lagið er gott, og teksturin er flottur. Mær dámar sera væl at spæla sangin. Eg havi enntá upplivað, at eftir at eg havi spælt sangin fyri týskarum, eru onkur komin til mín seinni at biða meg spæla hann umaftur. VIÐ – Eg eri ikki tann mest prátingarsami persónurin, men gjøgnum tónleikin kann eg úttrykkja meg. Tað hevur sera nógv at siga fyri meg at sleppa at spæla tónleik, sigur Ólavur á Váli Olsen Mynd: Finnur Justinussen/Fotostudio Tá ið Ólavur á Váli Ol­ sen gjørdi álvara av hug­ skotinum um at innspæla sangir til eina útgávu, setti hann seg í samband við Eyðun Jacobsen, sum er í familjuni og er vinmaður. Eftir stuttari tíð var ætlanin løgd um at spæla sangirnar inn í Crossroads Studio í North Carolina. Hóast hetta var fyrstu ferð, at Ólavur skuldi syngja sangir inn til eina heila útgávu, kendi hann seg væl í amerikansku upp­tøkuhølunum. – Crossroads Studio er eitt sera gott og væl út­ gjørd studio, og har var einki stress ella órógv. Tað var friður yvir øllum arbeiðnum, og tónleikarar og framleiðarar vóru sera dugnaligir og góðir at ar­ beiða saman við, sigur Ólavur á Váli Olsen. – Eg kendi meg trygg­ an at syngja inn, og var okkurt, sum skuldi broyt­ ast ella verða øðrvísi, so var tosað hampuligt og róligt um tað. Tað var ein sera góð uppliving, og eg ætli mær uttan iva aftur í hetta studio at innspæla, sigur hann. Mánakvøldið hevur Ólavur á Váli Olsen út­ gávu­konsert á Reins­ ar­ínum í Havn. Tá fer Ólavur saman við bólki sín­um at spæla allar sang­irnar av útgávuni. Í bólkinum saman við Ólavi verða: Kim Hansen (klaver), Johan Ziskason (el-gittar), Erik Biskopstø (bass), Tórður Dam Jacob­ sen (trummur) og Eyðun Jacobsen (kassagittar) Ólavur á Váli Olsen frammanfyri Crossroads Studio í USA tað blíva eitt sindur styttri, tí onkur kvøld tørna fólk tíð­liga inn, meðan onnur kvøld kann tað blíva longri, tí stemningurin er góður. Tá kann eg spæla upp í fimm ella seks tímar. Tað er strævið, men eisini sera stutt­ligt, tí mann fær so nógv aftur frá fólkunum, sum lurta, sigur Ólavur á Váli Olsen. Og til teirra, sum ivast í hvussu sambandið er mill­ um Ólav á Váli Olsen og Ólav á Váli, sum var kend­ur gos­pel­sangur, og sum doyði bert fimmti ára gam­al í 2005, kann sigast, at tann eldri Ólav­ur á Váli er mammu­ beiggi tann yngra, sum var 11 ára gamal, tá ið hann eldri doyði. – Eg eri uppkallaður eftir Ólavi, og hann hevði sera nógv at siga fyri meg. Eg helt nógv saman við honum, og hann hevur verið ein in­ spira­ti­ónskelda hjá mær. Tað var stórur skelkur fyri okk­um øll, tá ið hann doyði, sig­ur Ólavur á Váli Olsen, sum hevur innspælt ein av sangunum, sum Ólavur á Váli plagdi at syngja, á nýggju útgávuni hjá sær.