Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-10, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. juli 2017síða 8

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 10. juli 2017 · Nr. 79 8 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 POLITIKKUR Árni Gregersen Avdúkingarnar her í blað­ num í seinastu viku, sum vístu at fleiri nýggir bygn­ ing­ar hjá Tórshavnar kommunu, eru í ringum standi og krevja dýrar ábøtur, kastar enn eina­ ferð ljós á viðlíkahald av almennum bygningum. Eitt er kommunalir bygn­ ingar, men landið eig­ur til­ samans bygningar, sum eru meira enn 250.000 fer­metr­ar. Í ársfrágreiðingini í fjør gjørdi Landsverk vart við, at støðan er ring og at landið í stór4ran mun er í afturhond við viðlíkahaldinum. Fyrst og fremst tí peningur ikki verður settur av til hetta við­ líka­hald. Tí hevur stovnurin skotið upp, at viðlíkahaldið verður fíggj­að á ein annan hátt, so hesin peningur ikki skal setast av á fíggjarlógini til landsverk, men at pen­ing­ urin verður goldin av teim­ um stovnum, sum brúka al­ mennu bygningarnar. Brúka nógv í leigu Tað almenna eigur nógvar ognir, sum teir almennu stovn­ar­nir brúka. Almennu stovnarnir brúka ikki pening til húsa­ leigu, tí teir búgva ókeypis. Teir brúka heldur ikki epn­ ing til viðlíkahald og onki eftir­lit er við, hvussu effek­ tivt bygningarnir verða brúkt­ir. Tað almenna leigar seg eisini inn nógvastaðni og veru­leikin er, at tað al­ me­nna brúkar dupult so nógvan pening í húsaleigu, enn sum teir brúka til at viðlíkahaldaegnar bygn­ ingar. – Meðan almenna bygnings­viðlíkahaldskontan bløðir, og játtanin til við­líka­ hald av almennum byg­n­ ingum bara lækkar, letur landið við hinari hond­ ini stórar upphæddir av viðlíkahaldspeningi til priv­at leigumál, sigur Arne De­bess Madsen, leiðari á Byggi­deild­ ini á Landsverki. Hann leggur afturat, at sum støðan er í dag, hava al­mennir stovnar sjálvir ábyrgd­ina av at skipa seg í sín­um hølum. Í flestu førum hava stovnarnir brúk fyri hjálp til at meta um hølistørv í mun til nýtslu og stødd, tí bygningar og bygging ikki er teirra serkunnleiki. Hetta vil Landsverk hjálpa stovnu­ num við. Loysnir Landsverk hevur verið hjá aðalráðnum í sam­ferðslu­ ráð­num og gjørt vart við, at hetta er ein álvarsamur trupul­leiki. Málið krevur eina loysn, tí viðlíkahaldið er als ikki nøktandi og tað sæst lætt­liga á bygningunum, sum tað almenna eigur. Stjórin á Landsverki gjør­ di vart við hetta mál í fjør og nú sigur hann: -Í sambandi við rakstur av almennum bygningum hevur Landsverk í hyggju at mið­savna hesa uppgávuna í eina húsavarðartænastu, sum skal hava hesar upp­ gáv­ur um hendi. Sum tað liggur í orðinum, skal húsa­ varðartænastan hjá stovn­ inum inn at røkja tær einfaldu og dagligu húsa­ varðar­upp­gávurnar, sum í stóran mun ikki verða røktar í dag., sigur Evald Kjølbro, stjóri á Landsverk. -Ein slík tænasta fer at verða ein forðan fyri forfalli, tí møguligt verður at halda eyga við viðlíkahaldsstøðuni á bygningum og í tøkum tíma seta inn, tá neyðugt er við smærri ella størri um­ vælingum. -Játtanin til viðlíkahald av bygningum landsins er lækk­að við 1,0 mió. krónum niður í 21 mió. krónur. Hetta skal setast upp ímóti, at bara bráfeingis tørvurin á við­líka­ h­aldi nú er komin upp á 128 mió. krónur, meðan samlaða eftirsleipið, sum í fjør var um­leið 250 mió. krónur, nú táttar í 280 mió. krónum. Hetta tí Landsverk hevur yvir­tikið raksturin av fleiri bygn­ingum afturat, sum eru í ivasomum standi, sigur Evald Kjølbro, stjóri. FORFALL AV ALMENNUM OGNUM MÁ STEÐGAST Landsverk rópar enn einaferð varskó – almennir bygningar forfella og ongin tekur sær av viðlíkahaldinum Landið eigur og umsitur umleið 250.000 fermetrar av almennum bygningum. Sambært stovninum, so mangla 128 milljónir til bráfeingis viðlíkahald. Eftirsleipið uppá viðlíkahald er um 250 milljónir krónur. Kontan hjá Landsverk til viðlíkahald lækkaði eina milljón í fjør, niður í 21 milljónir krónur Evald kjølbro, stjóri á Landsverk, ger vart við, at eftirsleipið til viðlíkahald av almennum bygningum er ein kvart milljard krónur Tað almenna leigar nógvar bygningar til stovnar av ymiskum slag og brúktir verða dupult so nógvir pengar til leigu frá privatum, sum til viðlíkahald av egnum bygningum