Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-10, síða 9
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. juli 2017síða 9

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

9 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Mánadagur 10. juli 2017 · Nr. 79 POLITIKKUR Fíggingarleisturin hjá almennu stovnunum eigur at broytast, so allir stovnar gjalda húsaleigur – eisini tá ið tað almenna eigur bygningin Árni Gregersen At almennir bygningar for­ falla, bæði hjá landinum og í ávísan mun hjá kom­mu­nu­ num, er staðfest. Tí skal ein loysn finnast á spurninginum, so almennar ognir ikki fara fyri skeyti, bara tí tær ikki verða við­líka­ hildnar. Landsverk hevur mælt til eina loysn fyri almennu bygn­ingarnar. Í staðin fyri, at stovnar undir landinum sleppa at búgva ókeypir í bygningum, sum tað almenna eigur, so skulu hesir stovnar nú til at gjalda húsleigu. Hendan húsaleigan skal so brúkast til viðlíkahald og nýggjar íløgur. Sambært Arna Debess Mad­sen, deildarleiðara hjá Lands­verk, kann Landsverk tryggja almennum stovnum undir landinum eina væl lægri húsaleigu enn á priva­ ta marknaðinum, um allir almennir bygningar verða fluttir til Landsverk at um­ sita. Hetta tí at landið longu hevur útgoldið allar ognir. Leiguprísurin skal tí einans taka hædd fyri umvæling og framtíðar íløgum, so lagt verður upp fyri fígg­ing til fram­tíðar út- og um­bygg­ ingar. Tá verður ikki neyðugt við verklagslógum til sjálvt tær minstu um- ella útbyggingarnar hjá landi­ num. Umframt lægri leigu­ prísir eru eisini aðrir fyri­ munir við at lata allar almennar stovnar leiga síni hølir frá einum stovni sum Lands­verki. Meira eftiransin – Um tú skalt rinda fyri hvønn fermetur, tú leigar, so fara stovnar framyvir at ansa betur eftir, at tú ikki hevur óneyðuga nógvar fer­ metrar at búleikast á. Í dag er ongin, sum tryggjar, at land­ sins stovnar brúka síni hølir rationelt, sigur Arne Debess Mad­sen. -Flestu stovnar í dag búgva meira ella minni ókeypis. Ein annar fyri­mun­ ur, sum leiðarin á Byggi­ deildini peikar á er, at verður leiguprísurin ásettur eftir við­líkahaldstørvinum, so fer tað altíð at vera javnvág millum slit og viðlíkahald. -Leiguprísurin verð­ur tá ásettur eftir við­líka­halds­ tørvi­num. Á tann hátt fer tað um­síður at bera til at halda virð­ið á ognum landsins støðugt heldur enn fallandi, sig­ur Arne Debess Madsen. Deildarleiðarin hjá Lands­ verk sigur, at hendan skipa­ nin fer eisini at hava aðrar fyrimunir. Hann heldur, at slepp­ur Landsverk at hava ábyrgdina av øllum al­mennum bygn­ ing­um og skulu brúkararnir gjalda húsa­leig­ur, so fer eisi­ni væl at bera til at gera bygn­ingarnar meira orku­vin­ arligar. Tað fer at gera tað lættari at arbeiða við at umleggja orkuna, til dømis og tað fer eisini at gera, at Landsverk fer at standa sum innekypari av øllum – eisini orku – til bygn­inganar og longu har er møguligt at spara nógvan pen­ing. Eitt uppskot hjá Lands­ verk er, at stovnurin hevur allan umsitingina av við­ líka­haldinum um hendi, men ætlanin er ikki, at tað er Landsverk, sum skal gera við­líkahaldi. Landsverk skal fylgja við og gera útboð, men so skulu privatar fyritøkur gera ar­ beiðið. Í flestu førum er ætlan­in, at privatr fyritøkur gera longri sáttmálar yvir fleiri ár, tá ið tær skulu við­ líkahalda almennu bygn­ing­ ar­nar. Evald Kjølbro, stjóri, sigur: -Útboðini verða sett sam­an í størri pakkar, har avtalur verða gjørdar fyri til dømis eini 5–10 ár í senn. Lands­verk verður sostatt ein stovnur, sum í minst møgu­ ligan mun verður entre­pren­ ørur, men ein professionellur inn­keypari, ið setir út í kort­ ið, hvat gerast skal, og síðani bjóðar uppgávurnar út. -Landsverk umsitur vegna aðalráðini umleið 230.000 fermetrar av bygn­ ing­um, og hvørt ár verða fleiri bygningar lagdir aftur­at bygningshópinum. Málið hjá Landsverki er bæði at halda bygningar hjá landinum við líka, men eisi­ ni at betra um góðskuna á teimum, leggur stjórin aftur­ at. Politiskt hevur enn ikki verið viðgjørt, um leiðin, sum Lands­verk vísir á at ganga, verður fylgd. Seinastu avdúkingarnar í kommunalu rímuliga nýgg­ ju bygninginum hevur fing­ ið fleiri at venda aftur til spurn­ingin, umhvat skal gerast. Royndirnar frá nítiár­ un­um, tá ið vit vóru rakt av krep­pu, vísa, at nakað av tí fyrsta sum spart verður uppá, er viðlíkahald. Nógvir bygningar fóru illa tey árini og ein partur av við­líkahaldseftirsleipinum, sum Landsverk vísir á, stavar helst frá ringu tíðunum eftir kreppu­na. Besta loysnin er at allir stovnarnir gjalda leigu Stovnurin Landsverk leigar millum annað við Tinghúsvegin í Havn. Nú vil stovnurin hava , at allir almennir stovnar gjalda húsaleigu – uttan mun til um teir leiga frá tí almenna ella frá privatum Arne Debess Madsen, deildarleiðari , sigur, at skipanin við, at allir stovnar gjalda leigu, uttan mun til um teir leiga frá tí almenna ella frá privatum, fer at hava nógvar aðrar fyrimunir