mánadagur 10. juli 2017síða 13
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
13
Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2
Sosialurin
Mánadagur 10. juli 2017 · Nr. 79
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
STUTTSØGD
Pætur Albinus
FÓTBÓLTUR
Tað gekk einki serligt hjá
Brann, sum við Gilla Rólants
syni á vøllinum allan dystin í
gjár tapti 2-0 á útivølli ímóti
Stabæk. Stabæk kom á odda
longu í 2. minutti, og á tíma
slagnum fall sigursgevandi
2-0-málið. Fleiri av teimum
framrættaðu Brann-leikar
unum vórðu útskiftir, men
Gilli slapp at spæla allan
dystin. Eftir tapið í gjár er
Brann nú fimm stig aftanfyri
oddaliðið Rosenborg, og har
afturat hevur Molde við
Sonnar Ragnari Nattestad á
lønarlistanum otað seg upp
undir liðina á Brann á øðrum
plássi í norsku Elitserien. Tey
bæði liðini hava 27 stig. Ro
senborg hevur 32.
Kaj Leo í Bartalsstovu og
Jónas Tór Næs byrjaðu báðir
á vøllinum, tá ið ÍBV í gjár
hevði vitjan av Breiðabliki
í íslendsku Úrvalsdeildini.
Gestirnir vóru á odda 1-0 í
hálvleikssteðginum, og Kaj
Leo í Bartalsstovu varð út
skiftur í hálvleikssteðginum.
Avloysari hansara, Gunnar
Heiðar Þorvaldsson, megnaði
at javna til 1-1, sum eisini
gjørdist endaliga úrslitið.
Tað var Ransin N. Djurhuus,
ið dømdi dystin. Hann gav
fýra gul kort – tvey til hvørt
liðið. ÍBV hevur nú spælt 10
dystir og hevur 11 stig. Teir
eru nummar níggju út av 12
liðum.
OB og Jóan Símun Edmunds
son spældu í gjár seinasta
venjingardystin áðrenn fe
lagið spælir fyrsta dystin
í nýggja Superliga-árinum
um júst eina viku. Dysturin
var ímóti HB Køge, og hann
endaði við 0-0-javnleiki. Jóan
Símun Edmundsson spældi
á høgra vongi. Sambært OB-
heimasíðuni, so hevði Jóan
Símun tveir góðar málmøgu
leikar. Hann varð útskiftur
aftaná 70 minuttir, men tað
eru tekin í sól og mána um, at
hann aftur í ár verður fastur
partur av byrjunaruppstill
ingini hjá OB. Odense-felagið
spælir fyrsta dystin í Super
liguni heima ímóti FC Nord
sjælland.
AC Horsens hevur fingið
ein nýggjan liðfelaga, sum
kemur at kappast við før
oyingin um eitt pláss á mið
vøllinum. Talan er um Ayo
Simon Okosun, sum kemur
til felagið úr Vendsyssel FF
í næstbestu donsku deildini.
23 ára gamli Okosun gerst
harvið aftur liðfelagi við
Hall Hansson. Teir báðir
spældu nevniliga saman á
miðvøllinum í Vendsyssel
FF áðrenn Hallur skifti til AC
Horsens síðsta summar. Hall
ur Hansson var undir skurði
í fótinum fyri lítlum mánaða
síðani, men um tíðarætlanin
heldur, so gerst hann klárur
at venja við bólti aftur í hes
ari vikuni.
Higartil hevur Viljormur
Davidsen sitið trygt á pláss
inum sum vinstri bakkur hjá
Vejle í næstbestu donsku
deildini, har hann eisini javn
an hevur verið valdur sum
liðskipari, men nú fær før
oyski landsliðsleikarin kapp
ing um plássið. Vejle hevur
nevniliga gjørt sáttmála við
22 ára gamla vinstra vong
verjan, svenska Victor Wer
nersson, sum er uppaldur
í Malmø, men síðstu árini
hevur spælt við Syrianska í
næstbestu svensku deildini.
Victor Wernersson hevur
fingið trý ára sáttmála, og á
heimasíðuni hjá Vejle skilst,
at hann skal taka kappingina
upp við Viljorm um plássið á
vinstra bakki. Sjálvur hevur
Viljormur eitt ár eftir av sátt
málanum við Vejle.
Facebook-eigarin
Mark
Zuckerberg
er
áhugaður
at keypa Premier League-
felagið Tottenham. Enska
blaðið The Times skrivar, at
íløgufelagið Iconiq Capital,
ið er átt av amerikanskum
millardingum,
harímillum
Mark Zuckerberg, er til
reiðar at rinda eina milliard
pund, 8,4 milliardir krónur,
fyri felagið. Eigarin í Totten
ham, Joe Lewis, er tó neyvan
áhugaður at selja felagið fyri
tann prísin. Hann hevur áður
kravt upp til tað tvífalda fyri
felagið.
Ajax-leikarin
Abdelhak
Nouri var í lívsvanda, tá ið
hann í venjingardysti ímóti
Werder Bremen leygardagin
small um við hjartasteðgi
eitt gott korter áðrenn leik
lok. Hjálparfólk vóru skjót á
staðið og fingu lív í hann aft
ur, og 20 ára gamli leikarin
varð síðani fluttur við tyrlu á
sjúkrahús, har tað varð stað
fest, at hann hevði óreglu
ligan hjartasláttur, men var
uttanfyri lívsvanda. Leik
arar og fólk á leikvøllinum
vóru skelkað av tilburðinum,
og dysturin varð avblástur
við støðuna 2-1 til Werder
Bremen.
RÓGVING
Føroyski rógvarin, Sverri
Sandberg Nielsen, hevur á
fyrsta sinni róð í einari A-fin
alu í World Cup. Tað gjørdi
hann í singlu-skullara í gjár
eftir at hann leygardagin
róði eina góða tíð í hálvfin
aluni í Lusern, Sveis. Sverri
hevði vunnið bæði innleið
andi umfarið og fjórðingsfin
aluna, áðrenn hann í hálvfin
aluni gjørdist nummar tvey
við tíðini 07:01.860. Hetta var
nóg mikið til at rógva seg í
finaluna, sum varð róð í gjár.
Í finaluni var hann eina løtu
næstfremstur, men hann
dragnaði og endaði nummar
fimm av seks. Næsta stóra
altjóða avbjóðingin hjá før
oyska rógvaranum, sum rør
fyri danska landsliðið, verð
ur síðstu vikuna í september.
Tá verður HM í Florida, USA.
SÚKKLING
9. og harðasti teinurin í Tour
de France var súkklaður í
gjár, og á tí 181 kilometrar
langa teininum frá Nantua til
Chambéry var tað kolumb
iski Rigoberto Urán (Can
nondale), sum vann beint
frammanfyri Warren Barguil
(Team Giant – Alpecin). Chris
Froome (Team Sky) er fram
vegis fremstur í samlaðu
kappingini 18 sekund framm
anfyri Fabio Aru (Astana).
Danski Jakob Fuglsang (Ast
ana) er nú nummar fimm,
1:37 aftanfyri enska odda
mannin.
Ein av oddamonnunum í
Tour de France, Richie Porte,
mátti í gjár gevast í Tour de
France. Hann datt ávegis om
an av tí eina fjallinum, og fall
ið var somikið ógvusligt, at
hann ikki fekk reist seg aftur.
Lið hansara, BMC, upplýsir,
at tað eftir kanningar á
sjúkrahúsi er staðfest, at
hann hevur brotið óstbeinið
og kokubeinið. Eisini fremsti
hjálparin hjá Chris Froome
á Team Sky, Geraint Thom
as, mátti gevast eftir at hann
datt og meiðslaði seg. Harum
framt fall ein av bestu sprint
arunum, Arnaud Démare, fyri
tíðarmarkinum, og sleppur
hann tískil ikki at halda fram
í kappingini, sum í dag heldur
hvílidag og annars byrjar aft
ur við 10. teini í morgin.
SVIMJING
DM á langgeil hevur verið
um vikuskiftið, og her gjørd
ist tað til eina rúgvu av før
oyskum
heiðursmerkjum:
Óli Mortensen gull í 1500m
frí við tíðini 15:58.11, silvur í
800m frí við tíðini 8:19.06 og
bronsu í 400m frí við tíðini
4:01.63. Magnus Jákupsson
gull í 50m rygg við tíðini
25.94, gull í stafett við Farum
Guns í 4x100m blandað við
tíðini 3:42.08, gull í stafett við
Farum Guns í 4x100m frí við
tíðini 3:23.19, gull í 100m rygg
við tíðini 56.33 og bronsu í
50m frí við tíðini 23.22.
Frans Johannesen gull
í 400m frí við tíðini 3:59.48,
gull í 200m blandað við tíðini
2:03.03 og silvur í 200m frí við
tíðini 1:51.48.
FØROYSKT GULLREGN Í DANMARK
Føroyskir svimjarar hava vunnið hópin av heiðursmerkjum í DM á langgeil og føroyskur rógvari
róði seg í World Cup-finalu. Her eru tey stuttsøgdu tíðindini frá ítróttinum hetta vikuskiftið.