Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-10, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. juli 2017síða 14

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 10. juli 2017 · Nr. 79 14 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Hóast vónir vóru um, at okkurt av teimum trimum føroysku liðunum í Europa League fóru at spæla seg víðari, endaði tað við at øll trý liðini fullu eftir greiðar ósigr FÓTBÓLTUR André Olsen Øll trý føroysku feløgini í Eur­opa League – B36, NSÍ og KÍ, høvdu und­an seinnu upp­gerð­unum í Eur­opa Lea­ gue hóskvøldið, ein góð­an møguleika fyri at spæla seg víð­ari. Meðan B36 og NSÍ høvdu tapt tepurt 2-1 á úti­ vølli í fyrru upp­gerð­un­um, hevði KÍ spælt sær ein flott­ an 0-0 javnleik á heimavølli móti svenska AIK Stokhólm. Tí vóru ávísar vónir til seinnu upp­gerð­ir­nar, ið vóru spæld­ar hóskvøldið. Men tað bleiv ikki til meira enn bara vónir. Øll trý end­aðu nevniliga við at vera út­sligin úr kappingini greitt. Fyrri hálvleikur gjørdi av við KÍ KÍ tapti í sínum dysti heili 5-0 móti svenska AIK Stok­ hólm. Tað var serliga fyrri hálv­leik­urin í Svø­ríki, sum gjørdi av við KÍ, tí í hálv­leik­ inum var støðan heili 5-0. AIK Stokhólm legði frá byrj­ an av ógv­usligt trýst á KÍ liðið, sum gjørdi at KÍ ong­ antíð fekk eitt bein til jørð­ina í fyrra hálvleikinum á tjóð­ar­ leik­vøll­inum, Friends Ar­ena, í Svø­ríki. Tó var KÍ einasta før­oyska liðið í Europa Lea­ gue, sum megnaði at fáa stig, har teir har­aft­ur­at spældu heili tríggjar av fýra hálv­leik­ um javnar. NSÍ tók ikki av møguleikanum NSÍ spældi á Svangaskarði móti hvíta­russ­iska Dinamo Minsk. Dyst­ur­in endaði við at Dinamo Minsk vann dyst­ in 2-0, eftir hálv­leiks­støð­una 1-0. Men NSÍ hevði av álvara møgu­leikan fyri at skapa sen­sa­ti­ónina. Longu tá sjey min­utt­ir av dystinum vóru leikt­ir, var ein Dinamo Minsk leik­ari vístur av vølli, soleiðis at NSÍ spældi mest­sum allan dystin við einum manni í yv­ir­tali. Men tað eydnaðist teim­um ikki at gagnnýta yv­ ir­tal­ið, tí hóast NSÍ leikliga var nógv á bóltinum, gekk tað serstakliga illa hjá teim­ um at spæla seg til upp­lagd­ ar mál­møgu­leikar. Tí endaði dyst­urin við 2-0 sigri til Dina­ mo Minsk, ið bert sats­aði uppá skjótálop. B36 vantaði neyvleika B36 var seinasta liðið, ið varð slig­ið út. B36 tapti seinnu upp­gerðina á ov­ara vølli í Gunda­dali 2-1 móti Nomme Kalju úr Estlandi, eins og teir eisini gjørdi tað til fyrru upp­gerð­ina í Estlandi. Leingi stóð tó á jøvn­um 1-1 í seinnu upp­gerðini. B36 var leik­ liga om­aná móti est­lendska lið­num, men tað halt­aði við neyv­leika í av­ger­andi støð­un­um. Tað var ser­liga har mun­ur var á B36 og estlendska lið­num, Nomme Kalju, ið kyn­iskt dugdu at taka av mál­møgu­leik­un­um. Ímóti endanum av dyst­in­ um hós­kvøld­ið, trýsti B36 so nógv, at alt fólki fór fram­ við – eis­ini málverjin, Tórð­ur Thomsen. Tað gav teim­um bakslag, tí uppá eitt horna­ spark til B36, eydnaðist tað estlendska liðnum at sleppa í skjót­álop, har eing­in mál­ mað­ur var í B36 mál­in­um. Tí end­aði tað við at est­lendska Nomme Kalju vann 2-1 í seinnu uppgerðini í Gunda­ dali. Eingin hevur spælt seg víðari síðani Víking Samanumtikið endaði Europa League árið fyri før­oysku feløgini við, at øll trý feløgini greitt vóru slig­ in út, har bert KÍ í tí eina dyst­inum megnaði at fáa stig burturúr. Tað er tí ein sann­roynd, at einki før­ oyskt fe­lag hevur megn­að at spælt seg víðari í Eur­ opa Lea­gue síð­ani Vík­ingur gjørdi tað í tveim­um før­um – móti Dauga Daugavpils og Tromsø – í 2014. Vantandi úr­slitini í al­tjóða fótbólti hava eisini gjørt at Gibr­alt­ ar tey seinastu árini hevur hál­að nógv inná føroyskan fót­bólt, so­leið­is at tað eina plássi hevur ver­ið í vanda. Men fyribils er tað trýst­ ið hæsa av. Gibraltar fekk fá stig í altjóða fótbólti í ár, meðan Vík­ing­ur við tveim­ um sigrum, og KÍ, við ein­um javn­leiki, fyribils hava lagt sjógv ímillum Føroyar og Gibr­alt­ar á UEFA Country Ranking listanum. Tað sigur Sigfríður Skaale Clementsen, ið heili fimm ferðir hevur roynt at spælt lið víðari í altjóða fótbólti André Olsen Sigfríður Skaale Clementsen er før­oyski venjarin, ið hevur fingið bestu úrslitini í aljóða fótbólti. Heili fimm ferðir hava lið, sum hann hev­ur verið venjari hjá, megnað at spælt seg víðari í altjóða fótbólti. KÍ og Víkingur spæla meira altjóða kent Sigfríður Skaale Clementsen held­ur at orsøkin til at KÍ, saman við Vík­ingi, vóru tey einastu føroysku fe­løgini sum fingu stig í altjóða fót­bólti í ár er, at tey bæði liðini spæla meira altjóða kent enn onnur før­oysk lið. – Sum eg síggi tað, eru Víkingur og KÍ klárt tey liðini í Føroyum, sum pro­ filmessugt hava typurnar til at spæla altjóða fótbólt. KÍ vantar enn roynd­ir frá altjóða dystum, men reint taktiskt nýtast tey bæði liðini ikki at umstilla seg so nógv frá før­oysku kappingini tá tey spæla í al­tjóða fótbólti. Í Føroyum verður kanska sagt, at tey bæði liðini spæla eitt sindur óinteressant, men eg haldi at tey spæla skilagott. Bæði tvey liggja væl í organisatiónini, með­ an tey síðani royna at spæla meira uppá skjótálop. Júst tann tak­tikkin verða B36 og NSÍ eisini revs­aði uppá til seinnu dystirnar í Før­oyum, tá tey í báðum før­un­um leggja ov nógv fyri í álops­spæl­in­um, har mótstøðuliðini síðani punktera dystirnar uppá skjótálop í endanum. – Tað vísir seg tí, at tað riggar betri hjá føroysku liðum at liggja eitt sindur meira í verjustøðu tá tú spæl­ir í altjóða fótbólti, heldur enn at trýsta ov høgt, tá vit aloftast verða úrlatnir í hinum endanum. B36 skuffar – NSÍ flytir seg rætta vegin Sigfríður Skaale Clementsen held­ur tó, at NSÍ hevur bygt á reint takt­iskt til at spæla altjóða fótbólt, með­an B36 ár eftir ár skuffar. – Fyri meg er eingin ivi um at B36 aft­ur í ár hevur verið stóra skuffilsi. Sein­ astu árini hava teir fingið fleiri góð lutakøst. Millum annað hava teir spælt tvær ferðir móti Lin­field, móti Valletta av Malta, og nú móti estlendska Nomme Kalju. Men hóast tað, hava teir ong­an­tíð spælt seg víðari seinastu árini. Sjálvt um B36 spælir flottan fótbólt heima í Føroyum, haldi eg at teir vanta nakað av kynismu og fysikki til at spæla í altjóða fótbólti. Tá haldi eg at NSÍ hevur bygt nógv á í mun til ØLL FULLU Í EUROPA LEAGUE ALTJÓÐA DYSTIR SKUL