Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-10, síða 16
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. juli 2017síða 16

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

Mánadagur 10. juli 2017 · Nr. 79 16 Sosialurin Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Jóannes Hansen Viðhvørt gekk tað júst soleiðis, sum úrslitini fyrr í summar løgdu upp til, og í øðrum førum vísti tað seg at venda heilt øðrvísi, tá ið fimti FM kapp­róðurin í summar leygardagin var á Skála. Lágættarlotið var ógvuliga frískt, og tað var so mikið av aldu, at tað ikki varð hildið at vera ráðiligt at lata barnamanningarnar kapp­ ast tíðliga á degnum. Barnaróðurin varð tískil út­ settur inntil eftir, at 10-manna­ førini høvdu róð. Tá var veðrið batnað heilt nógv. Nógvu dreingja­ manningarnar og gentu­mann­ ingarnar kappaðust uttan trupul­ leikar á 500 metra málinum inn ímóti Skála, og tað gekk upp á stás. Vinnararnir vóru teir somu, sum hava vunnið allar kappingarnar í barnaróðrinum fyrr í summar. Dreing­ir­nir umborð á Ingibjørg hjá Havnar Róðrarfelag vóru fyrstu føroya­meistararnir, og teimum á baki vunnu genturnar við Ingibjørg FM heitið. Dreingirnir settu nýtt met í barnaróðrinum á Skála. Í gentu­ kapp­ingini eigur Ørnin úr Sanda­ vági framvegis metið, sum hon setti í 2009. Fyri fyrstu ferð í ár kappaðust 6-mannafør kvinnur Masters. At siga, at talan var um kapping, er kanska at taka í so rívan til. Jarn­ bard­ur var so nógv fremstur, og hin­ir bátarnir komu á mál, uttan at tal­an var um kapping um nakað av plássunum. Firvaldur er tann einasti Nú tað resta tvær kappingar, er gentu­manningin av Tvøroyri tann einasta, sum hevur fult stigatal. Fir­valdur vann fyri fimtu ferð, og held­ur ikki hesaferð var nakar ivi. Firvaldur fleyg avstað, tær dugdu væl at ríða á aldukambunum, og so sóu hinar manningarnar einki til tær av Tvøroyri. Firvaldur økti støðugt um munin aftur til hin­ar. Á málinum vóru tað tríggjar báts­ longdir aftur til teir næstu. Sigurin ber við sær, at Firvaldur nú hevur 35 stig, og at FM heit­ið ivaleyst verður staðfest leygar­ dagin á vestanstevnu. At talan var um plettskot vísir tíðin. Firvaldur setti nýtt met í kapp­ingini millum 5-mannafør við gentum á Skála. Eina løtu var stór kapping um næstfremsta plássið millum Drekan og Falkin. So munaðu tøk­ ini hjá Drekanum betri, meðan Falk­urin at enda ikki megnaði at varð­veita bronsuplássið, sum Pílur vann. Rádni og Jallurin á aldukambinum Tað var lagt upp til stóra kapping, tá ið 6-mannaførini við kvinnum kapp­aðust. Sølmundur hjá Kapp­ róðrar­felagnum NSÍ og Rádni úr Fugla­firði høvdu vunnið tvær kapp­ingar í part. Á Skála var yvirhøvur einki at rafla um. Rádni úr Fuglafirði sprakk av­stað, og so var spenningurin horv­in. Tað kendist sum um, at Rád­ni var á aldukabinum, meðan tær á Sølmundi ikki megnaðu tann kunst­in eins væl. Tá ið Rádni fór um málið, vóru tað fimm bátslongdir aftur til Sølmund, og frá Sølmundi og aft­ ur til Páll Fanga var tað umleið sami teinurin.Tíðin hjá Rádna var 04.52.08, sum er nýtt met. Í Fuglafirði fyri einari stórari viku síðani var endaspurturin hjá Erlu Kongsdóttir úr Fuglafirði í kapp­ingini millum 5-mannafør við kvinn­um framúr, og tað bar við sær, at sigurin endaði í Fuglafirði. Á Skála var als eingin ivi. Jall­ urin, sum vann tríggjar tær fyrstu kapp­ingarnar, og sum harvið er fremst­ur í FM kappingini, sprakk avstað, og tað var skjótt, at Jallurin legði seg greitt framum av­bjóð­ar­ ar­nar. Erla Kongsdóttir og Drekin royn­du at fylgja við. Talan varð eina løtu um kapping um næst­ fremsta plássið, men tað var kort­ ini ongantíð nakar ivi um, at Erla Kongs­dóttir var fremri í tí kapp­ ingini. Tá ið tær fóru undir enda­ spurtin, var Jallurin tað mesta av tveimum bátslongdum fram­ man­fyri næsta avbjóðaran. Erla Kongs­dóttir vísti dygg tøk í enda­ spurti­num, men munurin var meiri enn ein bátslongd, tá ið teir báðir fremstu fóru um málið. Tíðin hjá Jallinum – 05.11.48 – var nýtt met á fjarðastevnu á Skála, og sigurin ber við sær, at Jallurin nú er greiður favorittur í FM kappingini. Sílið og Sundabáturin smekkaðu til Sílið hjá Havnar Róðrarfelag hevði higar­til í ár tapt allar kappingina um fremsta plássið í kappingini mill­um 5-mannafør við dreingjum. Fípan Fagra úr Klaksvík hevði und­ an fjarðastevnuni vunnið allar fýra ferðirnar. Leygardagin vendi alt øðrvísi. Sílið sprakk avstað, Sílið var alla tíðina fremst, fjarstøðan øktist leingi, og eina løtu var hon tvær báts­longdir. Tá ið Sílið fór um mál­ið var tað meiri enn hálvonnur báts­ longd aftur til næstu bátarnar. Favorittarnir úr Klaksvík stóðu seg leingi heilt illa. Eina løtu var Fípan á fimta plássi, meðan Teistin og Jallurin bjóðaði Royndini Fríðu av í kappingini um næstfremsta pláss­ið. Tá ið tað nærkaðist enda­spurt­ inum loftaði Fípan Fagra sær, men tað var ikki hugsningur um at fáa fatur á Sílinum og Royndini Fríðu. Merkisvert var tað, at Sílið setti nýtt met á fjarðastevnu á Skála. At Sílið vann, og at Fípan Fagra endaði á triðja plássi ber við sær, at tað av álvara aftur er spenningur í FM kappingini. Tað eru nú tvey stig frá Fípuni Føgru og aftur til Sílið. Tað sær heilt væl út hjá 6-manna­farinum í Norðdepli og Hvanna­sundi Undan fjarðastevnu høvdu Hvess­ingur og Sundabáturin vunn­ ið tvær ferðir í part, og kappingin hevði verið tøtt. Á Skála vendi tað øðrvísi. Sunda­ báturin sprakk avstað. Hann vann skjótt eina bátslongd, og síðani var tað ongantíð spenningur um fremsta plássið. Hjá Hvessingi vignaðist tað ikki væl í fyrstu tøkunum. Fortuna úr Vestmanna royndi at fara aftaná Sundabátinum. Tað bar ikki til, men Fortuna var fitta løtu næstfremst. Í endaspurtinum hevði Hvessingur av álvara funnið stevið, og Hvess­ ingur tók Fortuna og vann harvið næst­fremsta plássið. Tað kann fara at vísa seg at vera sera týdn­ingar­ mikið í FM kappingini.  Sum tað tørnaði út leygardagin, so ber tað ikki annað til enn at rokna Sundabátin at vera FM favoritt. Sundabáturin róði skjótari leygar­dagin, enn nakað 6-mannafar við monnum nakrantíð hevur gjørt í FM kapping á Skála. Vágbingar og Ormurin settu met Í kappingini millum 8-mannaførini var talan var um framúr kapping millum Argjabátin og Tofta Regin. KAPPRÓÐUR HØVUÐSSTAÐURIN SVARAÐI SO DYGGILIGA AFTUR Fimm manningar í feløgunum í høvuðsstaðnum vunnu, tá ið tað í skiftandi líkindum leygardagin var kappróður á Skála, har fleiri met vórðu sett