Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-10, síða 17
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. juli 2017síða 17

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

17 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 10. juli 2017 · Nr. 79 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Árn­firðingur hekk væl uppií fyrstu løtu­na. So dragnaði hann, og harvið stóð kappingin bara millum Tofta Reg­in og Argjabátin. Tað skfiti eitt lítið sindur. Onkra løtu var Argjabáturin undan og onkra aðra løtu var Tofta Regin undan. Tá ið teir fóru undir enda­ spurtin var tað púra javnt. Men síðstu tøkini munaðu betri hjá Tofta Regini, sum togaði seg ein hálvan skut framum og nú er favorittur at vinna FM kappingina. Tofta Regin setti nýtt met í kapp­ingini millum 8-mannafør á fjarða­stevnu á Skála. Tað vendi heilt øðrvísi á Skála, enn tað hevur gjørt fýra tær undanfarnu ferðirnar, tá ið 10-mannaførini hava kappast, og Klaks­víkingur hevur vunnið. Ormurin Langi legði bragdliga fyri. Talan var tó ikki um start­ spurt, sum vísti á greiðan favo­ritt. Klaksvíkingur og Drekin Reyði fylgdu væl við, men tá ið start­ spurt­urin var av, kendist tað sum um, at tøkini hjá Orminum Langa mun­aðu betri, enn tey munaðu hjá av­bjóðarunum. Tá ið Ormurin Langi fór um mál­strikuna var tað leyst aftur til Klaks­víking, sum var eina hálva báts­longd fremri enn Drekin Reyði, ið vann sera tætta kapping um triðja plássið við Havnarbátin. So trivaligan sigur, sum Orm­urin Langa vann á Skála hevur Klaks­ víkingur ikki vunnið í nøkrum av teim­um fýra undanfarnu kapp­ing­ unum. Stóri spurningurin er nú, um ungu menninir á Klaksvíkingi fara at megna at reisa seg, nú veter­ anarnir, sum teir siga seg síggja so nógv upp til, fingu bilbukt við ungu monnunum. Tað skal nógv til, um Ormurin Langi skal vinna FM, sum Klaks­ víkingur er stórfavorittur at vinna. Men klaksvíkingar bríggja seg neyvan um at vinna FM á sama hátt, sum Eysturoyingur vann tað í fjør, tá ið tað ikki eydnaðist at vinna tríggj­ar tær seinastu kappingarnar, og tá ið Eysturoyingur endaði aftast á ólavsøku. KAPPRÓÐUR Barnaróður dreingir 1 Ingibjørg 02.39.07 2 Tjaldrið 02.40.17 3 Firildur 02.41.15 4 Jallurin 02.49.16 5 Svalan 02.51.41 6 Beinta 02.52.38 7 Ørnin 02.56.02 8 Ternan 02.58.27 9 Knúkur 03.03.37   FM støðan 1 Ingibjørg 35 2 Firildur 26 3 Tjaldrið 21 Barnaróður gentur 1 Ingibjørg 02.48.32 2 Firvaldur 02.54.05 3 Spógvin 02.55.42 4 Svalan 02.56.02 5 Fípan Fagra 02.57.00 6 Pílur 02.58.32 7 Havfrúgvin 03.00.20 8 Frúgvin 03.01.33 9 Kollur 03.03.33 10 Ørnin 03.05.35 11 Falkur 03.05.38 12 Knúkur 03.06.46   FM støðan 1 Ingibjørg 35 2 Firvaldur 27 3 Svalan 16 4 Spógvin 16 5-mannafør gentur 1 Firvaldur 05.10.38 2 Drekin 05.16.48 3 Pílur 05.19.28 4 Falkur 05.21.21. 5 Kollur 05.21.41 6 Hulda 05.22.05 7 Beinta 05.23.41 8 Báran 05.26.10  9 Royndin Fríða 05.33..16 10 Fenja 05.40.02   FM støðan 1 Firvaldur 35 2 Drekin 30 3 Pílur 18 5-mannafør kvinnur 1 Jallurin 05.11.48 2 Erla Kongsdóttir 05.14.05 3 Drekin 05.18.10 4 Sílið 05.23.18 5 Teistin 05.23.47 6 Tekla 05.29.00   FM støðan 1 Jallurin 34 2 Erla Kongsdóttir 30 3 Drekin 26 6-mannafør kvinnur 1 Rádni 04.52.08 2 Sølmundur 05.05.10 3 Páll Fangi 05.20.17   FM støðan 1 Rádni 33 2 Sølmundur 32 3 Páll Fangi 24 5-mannafør dreingir 1 Sílið 04.55.33 2 Royndin Fríða 04.58.28 3 Fípan Fagra 04.59.22 4 Teistin 05.01.27 5 Jallur 05.01.39 6 Drekin 05.08.14 7 Frúgvin 05.09.15 8 Firildur 05.10.31 9 Havfrúgvin 05.12.22 10 Títlingur 05.12.34   FM støðan 1 Fípan Fagra 33 2 Sílið 31 3 Royndin Fríða 23 6-mannafør menn 1 Sundabáturin 04.44.15 2 Hvessingur 04.48.23 3 Fortuna 04.50.12 4 Hósvíkingur 5 Lómur 6 Jarnbardur   FM støðan 1 Sundabáturin 33 2 Hvessingur 32 3 Hósvíkingur 23 8-mannafør 1 Tofta Regin 04.37.20 2 Argjabáturin 04.38.16 3 Árnfirðingur 04.41.35 4 Gullbrandur 04.50.10 5 Knørrur 04.54.20   FM støðan 1 Tofta Regin 34 2 Argjabáturin 31 3 Árnfirðingur 23 10-mannafør 1 Ormurin Langi 04.24.13 2 Klaksvíkingur 04.27.10 3 Drekin Reyði 04.29.10 4 Havnarbáturin 04.29.34   FM støðan 1 Klaksvíkingur 34 2 Ormurin Langi 29 3 Drekin Reyði 27 4 Havnarbáturin 20