mánadagur 10. juli 2017síða 18
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. juli 2017 · Nr. 79
18
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
Símun Christian Olsen/Tróndur Arge
Ungir føroyskir fótbóltsspælarar
venja ov lítið, venjingin er ikki á
einum nøktandi støði, vit tora ov
illa at dyrka elituna og geva ungum,
evnaríkum spælarum møguleikan
at mennast. Í seinastuni hevur
Sosialurin varpað ljós á spælara
menning í føroyskum fótbólti, og
ein av høvuðsniðurstøðunum er,
at okkara bestu og mest framsøknu
spælarar ikki hava umstøðurnar og
tilboðini, ið teimum tørvar.
Tekniski stjórin hjá FSF, Pætur
Smith Clementsen, ið varð settur
í starv fyri góðum tveimum árum
síðandi, tekur undir við hesum
sjónarmiðunum. Tískil tykist breið
semja valda í føroyskum fótbólti
um, at tørvur er á einum tilboði til
tey, sum vilja eitt sindur meir við
fótbólti enn at venja tríggjar ferðir
um vikuna í sínum egna felag.
Tilboð er á veg
Pætur Smith Clementsen ger eisini
greitt, at hetta ikki er nakað nýtt
mál, men at Fótbóltssambandið
javnt og samt hevur arbeitt við
hesum í huga, og at ítøkiligar
ætlanir eru í stoypiskeiðini. Í
strategiini hjá FSF, sum er sam
tykt av starvsnevndini og av
fótbóltsfeløgunum á aðalfundi
num, stendur svart upp á hvítt, at
í fyrsta ársfjórðingi næsta ár, skal
úrvalsvenjing av onkrum slagi
byrja.
Spurningurin í løtuni tykist
vera, hvussu eitt slíkt tilboð skal
síggja út. Hvat er frægasta loysnin,
og hvat ber til?
- Tað er sett út í kortið, at í
seinasta lagi í mars 2018, byrja vit
eitt program – júst hvat tað er, av
gera vit – so tað er eitt sindur av
trýsti á, greiðir tekniski stjórin frá.
- Vit gera eitt gott arbeiði við
breiddini, men spurningurin er:
‘Hvussu geva vit teimum allarbestu
okkurt umframt?’ Og tað er ein
uppgáva fyri okkum í FSF. Tí vit eru
eitt lítið land við fáum spælarum,
og tað gevur meining, at tað er ein
instansur, sum samlar toppin og
mennir hann, sigur Pætur Smith
Clementsen.
Hann leggur stóran dent á, at
hóast FSF nú hevur ítøkiligar æt
lanir um elitumenning, merkir
hetta ikki, at arbeiðið við breiddini
skal líða undir hesum.
- Tú kanst saktans bæði, sigur
hann og heldur fram.
- Nógv av tí, sum vit gera í løtuni
er mitt ímillum. Feløgini hava eitt
tilboð, sum bjóðar venjing umleið
tríggjar ferðir um vikuna. Tey,
sum bara vilja venja eina ferð um
vikuna, fella burtur, meðan tey, ið
ynskja at venja seks ferðir um viku
na einki nøktandi tilboð hava.
Akademi, morgunvenjingar
ella økisvenjingar
Stórar fótbóltstjóðir, sum til dømis
England og Frakland, hava havt
og hava stór fótbóltsakademi, har
evnaríkastu spælararnir í lond
unum verða savnaðir og skúlaðir
í fótbólti eftir einum ávísum leisti,
samstundis sum teir ganga í skúla
við síðuna av. Enska Lilleshall,
ið lat aftur í 1999, og franska
Clairefontaine munnu vera millum
kendastu dømini. Eina somikið
umfatandi loysn sær Pætur Smith
Clementsen ikki fyri sær í Føroyum
í løtuni.
- At tú byggir eitt akademi har
spælararnir búgva og ganga í skúla
liggur langt frammi í tíðini, um tað
nakrantíð verður aktuelt, greiðir
hann frá.
- Men minni kann sjálvandi
eisini gera tað. Tað kann til dømis
vera, at tú fekst samlað spælarar
til morgunvenjingar eini tvær,
tíggjar ferðir um vikuna. Vit hava
jú fleiri fyrimunir her í Føroyum.
Frástøðurnar
eru
ikki
stórar,
og tað ber til at samla nógvar
spælarar á einum stað upp á stutta
tíð, og eg trúgvi, at hetta fer at
gerast veruleiki sum frá líður.
Men um spælarar til dømis skulu
venja hjá okkum, og ganga í skúla
við síðuna av, skulu fleiri partar
spæla saman, og skúlaskipanin og
Mentamálaráðið mugu vera við,
sigur hann, men heldur ikki, at tað
er órealistiskt. Tað verður kortini
neyvan ein slík loysn, sum verður á
skránni longu í 2018, leggur Pætur
Smith Clementsen afturat.
Fyri umleið tíggju árum síðani
byrjaði Fótbóltssambandið upp á
talentvenjingar. Landið varð býtt
upp í nøkur øki, og teir evnaríkastu
spælararnir úr teimum ymsu feløg
unum fingu høvi at venja saman
eina ferð um vikuna. Hetta arbeiðið
datt niðurfyri í 2012, og síðani hevur
FSF ikki havt eitt slíkt tilboð. Kann
nýggja elitumenningin koma at
líkjast gomlu talentvenjingini?
- Tað er eitt boð, men upp á
tann mátan rakar tú kanska eini
60 spælarar í hvørjum árgangi, og
spurningurin er, um tað er ov nógv,
og mann kanska heldur leggur seg
eftir, at hava tveir deplar, ein í
Havn og ein á Toftum til dømis. Á
tann hátt kanst tú minka um talið.
Tú kanst eisini hava fleiri spæl
arar við, tá teir eru 14 ára gamlir,
og minka um talið, tá teir gerast 16,
greiðir tekniski stjórin frá. Møgu
leikarnir eru nógvir, men endaligu
niðurstøðurnar tykjast ikki klárar
enn.
Smidleiki og hugburður
Í samrøðu við Sosialin eftir
lýsti Eli Hentze, ein av fótbólts
mennarunum
hjá
FSF,
størri
smidleika í føroyskum ungdóms
fótbólti. Hann sipaði serliga til
aldursbýti og kynsbýti. Tekniski
stjórin kennir tankarnar hjá starvs
felaganum aftur, og avdúkar, at Fót
bóltssambandið er á veg við einum
uppskoti um, hvussu struktururin
og kappingarloysturin kann betr
ast.
- Vit hava hugt at skipanini,
longd av kappingarárinum, upp
deilingini
av
aldursbólkunum,
styrkismeting, nær vøllurin skal
vera stórur, nær hann skal vera
minni og so framvegis. Vit hava
eitt upplegg til broytingar, sum
koma í gildi í 2018 ella 2019, tí
onkrar broytingar eru nokkso
umfatandi, greiðir Pætur Smith
Clementsen frá. Endamálið er í
størst møguligan mun at fáa kapp
ingarstrukturin at spæla saman
við menningarætlanini, sum FSF
almannakunngjørdi fyrr í ár. Tey,
sum ynskja tað, skulu sleppa at
kappast størri part av árinum, og
færri dystir skulu enda við stór
sigrum. Smidleikin tykist vera eitt
lyklaorð í tillagingini.
- Lat okkum siga, at eitt gott
dreingjalið hjá HB skal spæla ímóti
B71, sum kanska hevur trupult við
at manna lið. Tá gevur tað meining
fyri báðar partar, at B71 sleppur at
spæla við trimum U18-spælarum
fyri at manna liðið. So vinnur HB
kanska 2-1 ístaðin fyri 10-0. Tað er
ikki úrslitið, ið skal vera tað týdn
ELITAN
MANGLAR TILBOÐ
Bestu føroysku fótbóltsspælararnir hava ikki møguleikan at realisera sínar gávur,
tí tilboð mangla til elituna. Í Fótbóltssambandi Føroya ásanna tey trupulleikan,
og tekniski stjórin, Pætur Smith Clementsen, sigur, at broytingar eru á veg
Spælaramenning í Føroyum:
FÓTBÓLTUR
Greinarøð: (Fyrsti partur Sosialurin 12.06.17)
Í fyrsta parti av greinarøð um spælaramenning í føroysku fótbólti tosaði
ÍtróttarSosialurin við fótbóltsmennararnar, Jógvan Martin Olsen og
Thomas Thinggaard, umframt venjaran hjá NSÍ, Anders Gerber.
Teir greiða frá hvørjar avbjóðar teir síggja í spælaramenningini í
Føroyum, og koma við sínum boðið upp á hvussu vit kunnu taka
næsta fetið.
Allir eru samdur um, at Fótbóltssambandið og Mentamálaráðið
skal á vøllin við einu fótbóltsskúla. Her er nakað av tí, sum teir
tríggir søgdu í ÍtróttarSosialinum fyri eini viku síðan.
Jógvan Martin Olsen (Sosialurin 12.06.17)
Fyrrverandi landsliðsvenjarin heldur, at feløgini skulu fylgja
menningarátakinum
hjá
FSF,
og
venja
útfrá
teimum
fimm
átaksøkjunum. Hann leggur dent á, at ov lítil partur av peninginum,
ið verður brúktur í føroyskum fótbólti, fer til ungdómsmening. Hví
skal ein ungdómsvenjari við nógvari ábyrgd arbeiða ókeypis, tá
ein spælari kanska fær 5000-10000 krónur um mánaðin, spyr
hann. Harumframt skulu vit í størri mun dyrka talentini,
betra um javnvágina millum venjing, dyst og hvíld og
seta eitt fótbóltsakademi á stovn í Føroyum.