Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-10, síða 19
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. juli 2017síða 19

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

19 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 10. juli 2017 · Nr. 79 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 ingar­mesta, greiðir tekniski stjórin frá, men leggur afturat, at ein slík skipan er trupul at umsita og krev­ ur eina hugburðsbroyting - Tað verður ofta til hetta við, at ‘nei, tey skulu halda reglarnar, og tað skal vera líka fyri øll’, men skal tað altíð tað? Vit arbeiða við at fáa ein hugburð, sum handlar um, at vit gera hetta í felag, og vit ynskja at menna spælarar. Tað er øgiliga nógv fokus á at vinna í yngru deildunum, og tað er ikki bara negativt, tí fótbóltur handlar um at vinna, men hvat kostar tað til dømis hjá unglingaspælaranum, sum verður brúktur í fleiri deildum, tí tú ynskir at vinna dystirnar? Ein hin størsta avbjóðingin í før­oysk­ um ungdómsfótbólti er at broyta hendan hugburðin, greiðir Pætur Smith Clementsen frá. Kappingin skal leingjast Ein av teimum ítøkiligu broyt­ing­ un­um, ið eru á veg, er eitt longri kapp­ingarár. Tað er eitt ynski, at tey, sum vilja spæla fótbólt long­ur enn til umleið 1. oktober, tá kapp­ ingin vanliga endar, skulu fáa tann møgu­leikan. Tí verður í løtuni hugt eftir, um kappingarárið kann leingj­ast út á veturin. - Tey, sum vilja spæla í oktober, nov­em­ber og hálvan desember, skulu hava tað tilboðið. Men tey sum til dømis siga, at nú fara fleiri av okkara spælarum at spæla hondbólt, skulu sleppa ikki at vera við ella at spæla dystir á hálvum vølli, greiðir Pætur Smith Clementsen frá. Tað skal eisini verða gjørligt, at tvey feløg, ið kanska ikki hava so nógvar spælar­ ar, leggja síni lið saman hes­ar tríggjar vetrarmánaðarnar. Boð­ skapurin er, at vit skulu vera smid­ lig og praktiskt, so ungu fót­bólts­ spælar­arnir sleppa at spæla fótbólt sum longst. - Tað gevur lítla meining, at bara tí at eitt ella tvey lið ikki kunnu spæla longri, mugu vit steðga tí heila. Tí tað eru nógv, sum vilja sleppa at spæla, og so mugu vit royna at skipa tað á onkran hátt, sig­ur tekniski stjórin, og heldur fram. - Tað er lætt hjá mær at siga – eg skal ikki leggja hetta til rættis – men tá tað kemur til veðrið, at tú tildømis kanst siga, at ‘tað er ódnar­veg­ur á Toftum í dag, so vit flyta okk­um til Runavíkar’, ella at ‘vit fáa ikki spælt á Argjum, vit fara í Gunda­dal’. Frástøðurnar er somikið lítlar, at tílíkt ber til. Broytingar eru á veg í føroyskum fót­bólti. Kappingin hjá teimum ungu verður óivað laga til við spælara­menning í huga, og tilboð til elituna stendur samstundis ovarliga á dagsskránni. Júst hvat skap eitt slíkt tilboð kemur at fáa, er framvegis ógreitt, men okkurt skal vera klárt tíðliga næsta ár. Pætur Smith Clementsen ivast í, um vit nakrantíð fara at síggja eitt føroyskt akademi, har spælarar búgva, venja og ganga í skúla, men langtíðarmálið tykist vera, at FSF fer í samstarv við skúlaverkið, og kann bjóða teimum bestu í hvørjum árgangi morgunvenjingar við síðuna av vanliga gerandisdegnum í skúlanum og lokala Anders Gerber, venjari hjá NSÍ, óttast, at helmingurin av tíðini hjá fótbóltsmennarunum, sum vórðu settir í starv hjá FSF við ársbyrj­an, er í vanda fyri at fara fyri skeytið. Mennararnir brúka nógva orku upp á at ar­beiða saman við og stimbra lokalu ungdómsvenjararnar úti í før­ oysku fótbóltsfeløgunum. - Eg haldi, at vit fáa ov lítið fyri pengarnar tá, tí ein venjari kann gev­ast til eina og hvørja tíð. Tað haldi eg onkursvegna er ov ótrygt, segði NSÍ-venjarin. Pætur Smith Clementsen, tekn­iski stjórin í FSF, skilir sjón­ar­miðið hjá venjaranum í Runa­vík, men spyr, hvørjir aðrir møgu­leikar finnast. Hann greiðir sol­eiðis frá: - Á vegginum hjá eini lýsingar­ fyritøku í grannalagnum hjá mær, tá eg búði í Keypmannahavn, stóð ein tekstur. Eitt starvsfólk spurdi stjór­an hjá sær: ‘Vit útbúgva øll okkara starvsfólk, men hvat um tey flyta til eitt annað felag?’ Stjór­in svaraði: ‘Hvat nú, um vit ikki útbúgva tey, og tey verða ver­andi?’ - Hvat nú, um vit ikki hjálpa venj­arunum, og allir halda fram í tíggju ár. Ta støðuna ynskja vit ikki. Vit vilja nógv heldur hjálpa 10 venjarum í Runavík, hóast bert fimm halda fram, enn ongum at hjálpa, og so hevur ongin kvali­ fika­tión­irnar, sigur Pætur Smith Clement­sen. Ofta samanbera vit okkum við hinar smátjóðirnar í evro­p­eisk­um fótbólti, og í Fótbólts­sam­bandi­ num fylgja tey eisini væl við, hvat rørir seg í fótbóltslondum, ið hava somu avbjóðingar sum Føroyar. Á Malta hevur fótbólt­sam­ bandið valt, at U15 og U17- landsliðini venja saman heili tvær ferðir um vikuna, týs­dag hósdag, og síðan venja lands­liðs­ spælararnir í felagi sínum fríggja­ dag og spæla dyst leygardag. Til samanberingar venja føroysku U-landsliðini saman nakrar ferðir um árið. Pætur Smith Clement­ sen, tekniskur stjóri í FSF, er ikki sann­førdur um, at leisturin, sum Malta hevur valt, er hin rætti. - Nøkur av teimum smærru londu­num eru farin handan vegin, men tað eru vit ikki, og tað er neyvan uppbakningur fyri eini slíkari loysn, og eg veit heldur ikki, um tað er eitt gott hugskot, sig­ur hann. Um teir bestu spælararnir brúka so nógva tíð burtur frá sín­ um lokala felagi, er vandi fyri, at grundarlagið so líðandi verður máa undan feløgunum, kanska serliga teimum smærru, og at breidd­in í síðsta enda minkar av hesum, heldur Pætur Smith Clement­sen. FÓTBÓLTUR Thomas Thinggaard (Sosialurin 12.06.17) Fótbóltsmennarin sigur, at vit skulu vera smidligari, tá vit býta spælarar upp í árgangir. Tildømis skulu smærru feløgini sleppa at brúka ‘ov gamlar’ spælarar fyri at manna liðini, og betra um kappingina. Vit skulu venja meir undir trýsti, so at spælararnir gerast betri við bóltinum. Eisini skulu feløgini seta einstaka spælaran í miðdepilin og tryggja sær, at ungir spælarar verða niðurpíndir av ov stórari dystarbyrðu. Harumframt skulu feløgini betra um góðu venjararnir, og FSF skal átaka sær ein størri leiklut í spælaramenningini. Mugu halda fram at menna lokalu venjararnar Aðrar smátjóðir: Ungdómslandslið venja tvær ferðir um vikuna Úr strategisku ætlanini hjá Fótbóltssambandi Føroya: Menning av leikarum: Hækka leikaratalið frá 10% til 15% (fjórða ársfjórðing 2018) Úrvalsmenning av leikarum (fyrsta ársfjórðing 2018) Tilboð til allar leikarar at spæla alt árið (fyrsta ársfjórðing 2019) Pætur Smith Clementsen Starv: Tekniskur stjóri í FSF Føddur: 09.02.1981 Unnusta Birgitta Andreasen Børn: Mia, 3 ár Útbúgving: Cand. Scient. í "Humanistisk-samfundsvidenskabelig Idrætsvidenskab" og "European Master of Sports and Exercise Psychology". Bæði á Københavns Universitet. Yrkisleið: 1996-2003: Ungdómsvenjari hjá ymsum HB liðum 2004: Ungdómsvenjari í B36 2007-2008: Høvuðsungdómsvenjari KÍ 2010-2015: Ungdómsvenjari í Lyngby Við landsliðum: 1999-2004: Hjálparvenjari hjá fleiri á ungdómslandsliðum 2005-2009: Høvuðsvenjari U17 landsliðið dreingir 2016-: A-landsliðsvenjari kvinnur Úr bóklinginum um menningarætlan hjá Fótbóltsambandinum