mánadagur 10. juli 2017síða 20
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. juli 2017 · Nr. 79
20
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
FÓTBÓLTUR
Greinarøð: (Fyrsti partur Sosialurin 12.06.17)
Í fyrsta parti av greinarøð um spælaramenning í føroysku fótbólti
tosaði
ÍtróttarSosialurin
við
fótbóltsmennararnar,
Jógvan
Martin Olsen og Thomas Thinggaard, umframt venjaran hjá
NSÍ, Anders Gerber. Teir greiða frá hvørjar avbjóðar teir síggja í
spælaramenningini í Føroyum, og koma við sínum boðið upp á
hvussu vit kunnu taka næsta fetið.
Allir eru samdur um, at Fótbóltssambandið og Mentamálaráðið
skal á vøllin við einu fótbóltsskúla. Her er nakað av tí, sum teir
tríggir søgdu í ÍtróttarSosialinum fyri eini viku síðan.
Jógvan Martin Olsen (Sosialurin 12.06.17)
Fyrrverandi
landsliðsvenjarin
heldur,
at
feløgini
skulu
fylgja
menningarátakinum hjá FSF, og venja útfrá teimum fimm átaksøkjunum.
Hann leggur dent á, at ov lítil partur av peninginum, ið verður brúktur í
føroyskum fótbólti, fer til ungdómsmening. Hví skal ein ungdómsvenjari
við nógvari ábyrgd arbeiða ókeypis, tá ein spælari kanska fær 5000-
10000 krónur um mánaðin, spyr hann. Harumframt skulu vit í
størri mun dyrka talentini, betra um javnvágina millum venjing,
dyst og hvíld og seta eitt fótbóltsakademi á stovn í Føroyum.
Tróndur Arge/Símun Christian Olsen
Á kontórinum innast á triðju
hædd í byggja FSF-húsinum situr
aðalskrivarin í Fótbóltssambandi
num. Virgar Hvidbro er 49 ára
gamal og hevur verið aðalskrivari í
Fótbóltssambandinum síðani 2009.
Hann er greiðir yvir, at spurningar
um føroyska spælaramenning eru
á veg.
Í greinarøð hevur Sosialurin
varpað ljós á spælararmenning í
Føroyum. Hugskotini eru fleiri, men
mest afturvendandi trupulleikin er,
at bestu spælararnir ikki venja nóg
oftani saman – og hartil heldur ikki
nóg oftani sum heild.
Fyri Anders Gerber, venjara hjá
NSÍ, er svarið ein fótbóltsskúli,
ið samantvinnar skúlagongd og
fótbóltsvenjing.
Fyri
fótbólts
mennaran, Thomas Thinggaard, er
tað at fáa spælaramenningina aftur,
har tað er úrvalsvenjing í økjum
kring landið fyri teir betru. Fyri
fyrrverandi landsliðsvenjaran og
fótbóltsmennaran, Jógvan Martin
Olsen, er eitt svar eisini, at feløgini
brúka meiri fíggjarliga orku upp á
ungdómin og ungdómsvenjarar.
Alt ber til, er boðskapurin úr
Fótbóltssambandinum, men tað
krevur eitt kjak, eina semju, polit
iskan vilja og fígging, um tað skal
lata seg gera.
Má verða semja um
fótbóltsskúlan
Skal ein sannur fótbóltsskúli stáp
last upp á beinini, har okkara bestu
spælarar kunnu fáa skúlagongd,
innivist, kost og góða venjing, krev
ur tað eina greiða semju frá øllum
pørtum.
- Skulu vit hava ein fótbólts
skúla krevur tað eina semju mill
um allar partarnar. Tað er í nógv
um førum ein spurningur um
politiskan vilja. Vit skulu hava
landspolitikk, kommunalpolitikk
og fótbóltspolitikk at semjast um
leistin, sigur Virgar Hvidbro, sum
hevur starvast í FSF síðani 2001.
Eingin ætlan er um fótbóltsskúla
í løtuni, men tankin hevur verið
frammi fyrr.
- Tað er ongin ivi um, at tað skal
koma frá okkum, men skal tað
koma, so skal tað verða full semja
um tað. Eg haldi, tað hevði verið
spennandi, men spurningurin er,
um fótbóltsføroyar eru klárar til
tað í løtuni, sigur Virgar Hvidbro
og vísir á, at ein skúli má átaka sær
fakliga partin.
- Vit eru ikki ein góðkendur
skúli, og tað er ikki okkara aðalmál
at blíva ein skúli.Tí mugu vit hava
eitt samstarv við ein skúla, sum
kann reka fakliga partin. Eg eri
sannførdur um, at tað ber til,
men tað krevur eina politiska og
fíggjarliga raðfesting av skúlanum,
men riggar alt tað, eru vit ikki langt
frá at kunna hava ein fótbóltsskúla,
sigur Virgar Hvidbro.
Tá spurningurin hevur verið
umrøddur fyrr, hava tað eisini verið
atfinningarsamar
og
óttafullar
røddir frammi.
Óttin er miðsavning
Ein ótti við einum fótbóltsskúla í
Havn er, at feløgini í útjaðaranum
kunnu missa sína spælarar. Eitt
nú verður ført fram, at tá spælarar
dagliga skulu ferðast til Havnar, er
vandin, at teir velja at skifta búð
stað, og til síðst eisini skifta til felag
í nærumhvørvinum. Her verður
víst á, at teir missa sambandið við
sítt lokalfelag og tað gagnar ikki
feløgunum í útjaðaranum.
Virgar Hvidbro kennir argu
mentið og skilur tað eisini partvís.
Hann vísur tó aftur á, at tað má
verða ein breið semja, um FSF skal
fara undir eina tilgongd til fótbólts
skúla. Hann vísir eisini á, at tað er
ikki bara negativt.
- Ein annar vinkul er, at spæl
arar í dag fara av landinum fyri
at fáa slíkar avbjóðingar. Við
fótbóltsskúla í Føroyum, høvdu
teir um ikki annað verið í landi
num longri, og so høvdu feløgini
møguliga fingið meiri fyri spæl
ararnar, sum fóru avstað, tí teir
eru betri tá, sigur Virgar Hvidbro,
men leggur afturat, at Fótbólts
sambandið sjálvandi fegnast, tá
spælarar velja at royna eydnuna
uttanlands.
Ikki eitt nýtt kjak
Hugskotið um ein fótbóltsskúla
er ikki nýtt. Í løtuni er ein fót
bóltsskúli fyri tveir flokkar í
framhaldsdeildini hjá Tórshavnar
Kommunuskúla, sum húsast í
nýggja FSF-húsinum. Tann skúl
in gongur á fimta sinni, men út
veljingin er ikki upp til venjarar
hjá Fótbóltssambandinum. Aðrir
møguleikar hava eisini verið um
røddir. Eitt nú ein skúli, sum bleiv
bygdur
omaná
Fimi-fimleika
hølliina, sum er fyri endan av Tórs
vølli móti svimjihøllini.
- Eina ferð tosaðu vit um, at
kømur komu á Fimi-fimleikahøll
ina, og spælarar eitt nú vandu
mándag, týsdag og hósdag í Havn, -
mikudag fóru teir heim at venja, og
spældu og vandu í vikuskiftinum
við heimafelagnum. Tá var tankin
tveir árgangir, fortelur Virgar Hvid
bro.
Ræðast ikki at velja frá
Stóra avbjóðingin við núverandi
skúlanum er, at tað er upp til skúl
an at avgera hvør sleppur inn. Tað
merkir, at tað ikki eru venjarar hjá
Fótbóltssambandinum og Fótbólts
sambandið, ið velja spælararnar út.
Aðalskrivarin vil ikki fyrihalda seg
til tann trupulleikan, men vísir á,
at ein møguligur fótbóltsskúli má
hava greiðar mannagongdir, og at
FSF hevur drúgvar royndir við júst
slíkum.
- Gert tú ein skúla, kemur hann
at hava eitt brúkaragjald. Tað
gevur aftur eina lítla avmarking,
men tað síggja vit longu nú hjá
teimum, sum velja at fara niður til
Danmarkar. Tað mugu verða greið
ar mannagongdir og treytir fyri at
sleppa inn á skúlan, sigur Virgar
Hvidbro og vísir til royndirnar hjá
FSF.
- Tað verða nógvar úttøkur
gjørdar á nógvum stigum, so tað
hava vit gjørt fyrr. Tað er mangan
nógvar meiningar um tað, og so
leiðis hevði tað eisini verið við
einum skúla. Tað er ikki nakað,
við ræðast, men tað máttu verið
greiðar reglar fyri tí, so øll fáa somu
viðger, sigur aðalskrivarin víðari.
Næsta stigi er
spælaramenningin
Í nøkur ár hevði Fótbóltssambandið
eina sokallaða leikaramenning.
Hetta var ein leistur, har landið
bleiv deilt upp í fleiri partar, og
bestu spælararnir fingu høvi at
venja saman. FSF valdi at broyta
leistin í 2012, og bólturin bleiv
spældur yvir til feløgini at skipa
hana við tí sokallaða ”klubb
venjaranum”, men tann
FÓTBÓLTS
FØROYAR MUGU
VERÐA SAMDAR
Fótbóltssambandið kann ikki fara í holt við ein fótbóltsskúla einsamalt. Tað krevur fyrst og fremst eina semja
í føroyska fótbóltsheiminum. Í aðru atløgu krevur tað eitt gott samstarv millum skúla, kommunu, land og
Fótbóltssambandið. – Dreymurin um fótbóltsskúlan er ikki búgvin at fara í holt við enn, sigur aðalskrivarin í FSF
Fótbóltsskúli?