Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-10, síða 21
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. juli 2017síða 21

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

21 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 10. juli 2017 · Nr. 79 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Í løtuni er ein fótbóltsskúli, sum Kommunuskúlin í Havn skipar fyri. Hann er í samstarvi við Fót­ bólts­sambandið. Fótbólts­skúlin byrjaði fyri fimm árum síðani. -Hann byrjaði nokkso brádliga. Tá komu fólk til Havnar at ganga í 8. flokki. FSF stuðlaði við útgerð og fígging, men meiri hava vit ikki havt við skúlan at gera. Vit settu nakr­ar treytir við stuðlinum, so sum venjarar við útbúgving, sigur Virgar Hvidbro, aðalskriari. Skúlin fekk næmingar kring alt landið og talan var um avbera góðar spælarar, sum síðani hava verið at sæð í bæði føroyskum og útlendskum fótbólti síðani tá. Tað kom tó órógv í skúlunum kring land­ið, sum misti fleiri av sínum bestu næmingum. -Tað bleiv órógv í skúlunum kring landið, tí næmingar blivu vekk. Árið eftir fóru skúlarnir kring landið at skipa fyri somu sløg­um av avbjóðingum, sigur Virgar Hvidbro og leggur afturat, at tað somuleiðis var ein hørð tíð fyri næmingarnar við skúla, fót­ bólti og ferðing. Til komandi skúlaár at verða tveir fót­bólts­flokk­ar í Havn. Ein 8. flokkur og ein 9. flokk­ur. Runt landið koma eisini nakrar fótbóltsbreytir at verða. FSF krevur virksemisætlan og lesi­ætlan, og gera eina eftirmeting. - Vit dagføra reglugerðina fyri fót­bóltsskúlar, sum vit stuðla, og verður væntandi endaliga samtykt síðst í august. Vit hava ikki havt so neyvt eyga eftirmetingini, men tað verður broytt nú. Tað er eisini týdningarmikið, at sambandið millum felagið og skúlan er gott, sigur Virgar Hvidbro at enda. trondur@sosialurin.fo FÓTBÓLTUR Virgar Hvidbro Føddur: 19.04.68 (49ár), Klaksvík Giftur: Jórun Holm Hvidbro Børn: Bjørt, Teitur, Vilbjørt og Rógvi Hvidbro Fótbóltssambandið: Byrjaði í juni 2001 Aðalskrivari: Fyribils settur november 2009, settur 1. septembur 2010 Fótbólts­sam­ bandið stuðlar fótbólts­skúlanum skip­an­in fekk ikki stóra við­gongd. Ongin veit ordiliga hví broytingin bleiv gjørd, og eftir­mælið frá flestu venjarum er, at tað var eitt mistak. Eftirfylgjandi hava eitt nú íslendingar tikið “leikara­menn­ ingina”, til sín við góðum úrslitum. Nú er ætlanin at endurstovna ein líknandi leist longu áðrenn kom­andi kappingarár, - Eg haldi at leikaramenningin rigg­aði væl. Hon hepnaðist kanska ymiskt frá staði til stað, og frá ári til ár, men sum sagt var tað í FSF var eitt ynski um, at broyta konseptiðl fyri nøkrum árum síðani Fótbóltssambandið hevur lagt eina ætlan, sum inniber nakrar broyt­ingar og málsetningar fyri komandi ár. Har í millum er spælara­menningin. - Málið er at hækka talið av spæl­arum í breidd, men skulu eisini hava úrvalsmenning av spælarum. Eisini ynskja vit, at spælarar fáa til­ boð at spæla alt árið. Komandi ár byrj­að vit við eini úrvalsmenning av spælarum. Nú er spurningurin, hvussu vit koma at gera tað, sigur Virg­ar Hvidbro. Í løtuni verður arbeitt við, júst hvussu hetta skal setast saman. Ongin pískur frá FSF Ein kritikkur av føroysku fót­bólts­ feløgunum hevur verið, at tey ikki brúka ein størri part av fíggjar­ ætlanini upp á ungdómin. Ser­liga Jógvan Martin Olsen, fyrr­verandi landsliðsvenjari og nú­verandi fótbóltsmennari, hevur verið úti við rívuni. Hann setir spurn­ artekin við, hvussu feløgini brúka pengarnar, og hvat tey fáa aftur­ fyri. - Vit hava onga ætlan um at fara runt við pískinum. Tað má eisi­ni vera upp til feløgini, hvussu tey ynskja at brúka pengarnar. Vit roy­na altíð at heita á feløgini um at raðfesta ungdómin. Í Íslandi eru ungdómsvenjararnir væl lønt­ ir, men tá er talan mangan um limagjald, sum er væl hægri enn í Føroyum. Har eru eisini skipanir við afturgjaldi til feløgini frá landi­ num ella kommunum, alt eftir hvussu nógv børn spæla í felag­ num, sigur Virgar Hvidbro. Í Føroyum hava vit tað, sum verð­ur rópt “stjørnufótbóltur”, har feløgini fáa eina upphædd fyri at lúka ymiskar treytir í ungdómsdeildunum. Tað hev­ur eydnast væl sambært aðal­skriv­ aranum, men tað er ikki full semja um at seta fleiri krøv. - Vit hava havt tað frammi á fleiri felagsfundum, men tað er eisini ein vandi í at seta ov nógv krøv, tí vit ynskja minst møguligt at smoyggja nakað yvir høvdið á feløg­unum, sigur aðalskrivarin. Mugu virða okkara pláss Í stóra høpinum hava vit brúk fyri at menna góðar fótbóltsspælarar. Líka mikið um tað er til egnan vinn­ ing ella fyri landsliðið. Tað heldur aðalskrivarin, ið vísir á okkara altjóða limaskap, sum hevur verið undir trýsti, tá tey stóru gremja seg um at spæla móti smærri fót­ bóltstjóðum. - Vit mugu menna føroyskan fót­bólt og vera takksom fyri altjóða lima­skapin, sum gevur nógvar ágóð­ar, men vit mugu eisini virða tað. Tað gera vit við at prógva, at vit eru kappingarfør og eru verd pláss­ið. Tí hvat hendir tann dagin, tá altjóða fótbóltur verður eliterur? So standa vit eftir. Tí mugu vit virða okkara pláss, sigur Virgar Hvid­bro. Føroyskur fótbóltur tykist stan­da fyri broytingum í næstum. Fýra fótbóltsmennarar eru settir og saman við tekniska stjóranum kem­ur “leikaramenningin” aftur á bredd­an. Føroyskur fótbóltur skal hava fleiri tilboð, so spælarin kann spæla alt árið. Dreymurin er ein fótbólt­sskúli, men so mugu vit øll draga somu línu. trondur@sosialurin.fo Thomas Thinggaard (Sosialurin 12.06.17) Fótbóltsmennarin sigur, at vit skulu vera smidligari, tá vit býta spælarar upp í árgangir. Tildømis skulu smærru feløgini sleppa at brúka ‘ov gamlar’ spælarar fyri at manna liðini, og betra um kappingina. Vit skulu venja meir undir trýsti, so at spælararnir gerast betri við bóltinum. Eisini skulu feløgini seta einstaka spælaran í miðdepilin og tryggja sær, at ungir spælarar verða niðurpíndir av ov stórari dystarbyrðu. Harumframt skulu feløgini betra um góðu venjararnir, og FSF skal átaka sær ein størri leiklut í spælaramenningini. Anders Gerber (Sosialurin 12.06.17) Venjarin hjá NSÍ heldur, at Føroyar og Fótbóltssambandið skulu tora at hugsa í elitufótbólti og skipa ein fótbóltsskúla, har 20 teir bestu spælararnir í hvørjum árgangi venja saman um morgunin. Hetta fyri at fáa fleiri venjarar á høgum stigi til teir bestu. Hann leggur dent á, at føroyski fótbóltsspælarin venur bara helmingin av tí, sum ein danskur ungdómsspælari ger. Hartil er venjingin á alt og lágum stigi. Hann saknar eisin eitt menningarumhvørvi, har nógv størri ljós verður varpað á einstaka fótbóltsspælaran.