mánadagur 10. juli 2017síða 22
‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mánadagur 10. juli 2017 · Nr. 79
22
Sosialurin
Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000
v
Símun Christian Olsen
Fyri kortum setti 07 Vestur Jógvan
Hendrik (Hegga) Samuelsen í eitt
fulltíðarstarv hjá felagsliðnum í
Vágum. Starvið er býtt í tvey, og
innber, at venjarin, ið var venjari
hjá besta liði felagsins frá 2014 til
2016, nú skal vera bæði ungdóms
mennari og samskipari.
Frammanundan hevur felagið
fyrrverandi landsliðsspælaran, Jens
Erik Rasmussen, í fulltíðarstarvi
sum høvuðsungdómsvenjari, og
tískil hevur felagið nú hálvtannað
lønt ungdómsvenjarastarv. Hetta
er helst eitt eindømi í føroyskum
fótbólti.
Meðan Jens Erik Rasmussen
tekur sær av ungdóminum í felag
num upp til U16 ára aldur, og brúk
ar nógva tíð til at venja tey ymis
ku liðini á vøllinum, fær Hegga
Samuelsen ein meir yvirskipaðan
leiklut. Hann skal leggja venjingar
ætlanina fyri felagið, og skal men
na og orða visiónir, og hvat felagið
ætlar. Umframt hetta skal hann
taka sær av U16 liðnum hjá felag
num.
Tað er rætt at menna
egnan ungdóm
Tað eru tvær orsøkir til, at 07
Vestur hevur valt at seta enn ein
ungdómsvenjara í starv, sigur for
maðurin í felagnum, Jim Sonni
Guttesen.
- Orsøk nummar eitt er, at vit
halda, at tað er rætt at menna ung
dómin, og at tú skalt seta kvalifiser
aðar venjarar at gera hetta, sigur
formaðurin.
- Hin orsøkin er, at vit fáa ikki
føroyskar spælarar, tá vit
skulu keypa inn til
Effo-liðið.
Vit
hava roynt at
leiga spælar
ar frá fleiri
feløgum,
men
tey
siga
nei.
Tí
hava
vit
nú
lagt
100
p r o s e n t
áherðslu
á,
at menna okk
ara egnu.
- Tað, sum veru
liga setur gongd á hetta,
er, at stóru stuðlarnir hjá okkum
siga: ‘vit síggja, at her hendir nak
að spennandi hjá tykkum, og tit fáa
nógvar spælarar undan. Tað ber til,
og tit skulu bara koyra á,’ greiðir
Jim Sonni Guttesen frá.
Starvsetanin ein
provokatión
Starvssetanin er eisini framd við
tí í huga greitt at staðfesta, hvørja
støðu felagið hevur, bæði yvirfyri
hinum føroysku feløgunum og fyri
Fótbóltssambandið Føroya.
- Eg haldi persónliga, at nógv meir
peningur skuldi verið lagdur í ung
dómsmenningina. Mann tosar um
landslið, og spyr, hví mann
ikki er nóg góður. Tað
er tí, mann ikki fær
ment sínar egnu
spælarar. Fleiri
av
teimum,
sum eru góð
ir nokk, og
sum kundu
spælt fast í
Effodeildini,
sita á beinki
num hjá sum
mum
feløg
um. Tað halda
vit er skeivt, sigur
formaðurin í 07 Vestur.
Hann heldur, at stuðulin,
ið feløgini fáa gjøgnum stjørnu
fótbóltsskipanina hjá FSF, sum lønar
íløgum í ungdómsfótbóltin, er ov lítil.
- Hann skuldi verið tvær ferðir so
stórur, sigur Jim Sonni Nattestad.
Um stuðulin varð tvífaldaður, hevði
tað kosta Fótbóltssambandinum
onkustaðni millum hálvatriðju og
tríggjar milliónir krónur afturat
hvørt ár.
Jim Sonni Nattestad sær stórar
møguleikar í ungdómsarbeiðnum
hjá 07 Vestur. Felagið telist millum
tey størru í landinum, um hugt
verður eftir luttakaratali, og for
maðurin gleðir seg til eina tíð, tá
liðið ikki longur er ens tengt at út
lendskum styrki fyri at yvirliva í
bestu deildini.
- Hetta verður ikki veruleiki,
fyrrenn vit fáa fleiri av okkara egnu
ígjøgnum, og ta javnvágina hava vit
ikki enn. Men hon kemur, og um vit
halda fast við hendan leistin, verð
ur tað innan fimm ár, sigur for
maðurin, ið lovar, at hendan kósin
verður hildin, so leingi hann situr á
ovastu rók.
Felagið í Vágum hevur nú hálvtannað lønt ungdómsvenjarastarv, og formaðurin heldur,
at nógv meiri peningur skal brúkast til ungdómsmenning í føroyskum fótbólti
Stjørnufótbóltsskipanin hjá FSF er ein skipan, ið skal eggja
føroysku fótbóltsfeløgunum at hava eitt sunt og fjølbroytt
ungdómsarbeiði við menning í miðdeplinum. Feløgini kunnu
vinna sær tilsamans sjey stjørnur við at uppfylla ávísar treytir,
og síðan verður ein upphædd latin fyri hvørja stjørnu.
Til dømis er stjørna nummar tvey millum annað treytað av, at
felagið hevur ein høvuðsungdómsvenjara. Stjørna nummar seks
er millum annað treytað av, at felagið nýtir minst 20 prosent av
útreiðslukarminum upp á barna- og ungdómsfótbólt. Stjørna
nummar sjey er treytað av, at felagið hevur eitt hóskandi
fótbóltstilboð til børn og ung í vetrarhálvuni.
Tað er krav, at peningurin, sum verður latin í stuðuli
gjøgnum hesa skipanina, skal nýtast til at menna barna- og
ungdómsfótbólt.
Stjørnufótbóltur
SETT ENN EIN
UNGDÓMSVENJARA
07 Vestur:
FÓTBÓLTUR