Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-10, síða 23
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

mánadagur 10. juli 2017síða 23

‹ fyrra síða allar 24 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

23 Mánadagur 6. januar 2014 · Nr. 2 Sosialurin Mánadagur 10. juli 2017 · Nr. 79 Hugskot og viðmerkingar – send sms til 225000 Tróndur Arge Paul Clapson skrivaði seg í før­oyska fótbóltssøgu, tá í 2006 í seinasta umfarinum søkti EB/Streym á Mølini á Eiði. Úrslitið hevði við sær, at EB/Streymur ikki vann sítt fyrsta FM, meðan HB sam­ stund­is sum at vinnan FM, eis­ini yvirhálaði KÍ í samlaðu støð­uni fyri FM vinnarar gjøgn­um tíðina. Hann spældi tvey ár við KÍ og gjørdi nógv um seg. Hann var ein kraftmikil og orkuríkur spælari, sum skor­ aði 28 mál í 56 dystum. Søgan sigur, at hann av fyrstan tíð var ætlaður leik­ lut­in sum málverjin, men at tað skjótt varð greitt, at tað var dugur í honum framm­ an­fyri málið. Hann spældi í KÍ kappingarárini 2006 og 2007. Fyri tveimum vikum síð­ ani komu tey tungu boð, at hann var deyður. Doyði av hjartatilburði Familjan hevur nú sett á stovn eina innsamling. Har verð­ur boðað frá, at Paul Clap­son doyði av einum hjarta­til­burði. Hann hevði lagt seg at sova og vaknaði ong­an­tíð aftur, skrivar fam­ ilj­an í samband við inn­savn­ ing­ina. – Hann hevði onga pínu av hendingini. Mikukvøldið fekk Paul Clapson ein hjarta­ til­burð, meðan hann lá og svav. Hann hevði latið eyguni aft­ur og balla seg, tá guð valdi at tíðin hjá honum var kom­in at fara víðari, skrivar fam­ilj­an millum annað. Tey hava sett ein inn­savn­ ing á stovn, tí tey ynskja at feira lívið hjá honum kring heim­in, so fólk kunnu heiðra, for­telja søgur og deila minnir um Paul Clapson. Eftir sita familja, konan og tvey børn. trondur@sosialurin.fo Familjan hjá fyrrverandi KÍ spælaranum, Paul Clapson, sum óvæntað doyði bara 34 ára gamal, hevur nú boðað frá, at hann doyði av einum hjartatilburði Vunnu og mistu ÍF leigar gøtumann ÍF hevur kunngjørt, at felagið hevur leigað 21 ára gamla gøtumannin, Magnus Janskor. Miðvallarin hevur spælt áleið hálvthundrað dystir í bestu deildini, men tað er ikki blivið til so nógvar í ár Tróndur Arge Hilmar Jan Hansen Heri Simonsen Jóannes Hansen Pætur Albinus Álvur Haraldsen André Olsen Neli Heldarskarð KLUMMAN Tróndur sigur sína hugsan... Í dag er triði partur av greinarøðini um spælaramenning í blaðnum. Eftir at hava tosað við Jógvan Martin Olsen, Thomas Thinggaard og Anders Gerber, um hvørjar avbjóðingar teir síggja, so tosaðu vit við Milan Cimburovic (HB), Eli Hentze (B71) og Dan Brimsvík (Lyngby, fyrr B36). Afturgangandi fyri prátið við allar er, at tað finnast nógvir møguleikar, at gera spælaramenningina betri í Føroyum. Tað krevur meiri vita, meiri samstarv og ikki minst fleiri pengar. Í dag verður tosað við Virgar Hvidbro, aðalskrivara í Fótbóltssambandinum, og við tekniska stjóran, Pætur S. Clementsen. Teir vísa báðir á, at tað eru broytingar á veg. Sokallaða leikaramenningin, har bestu spælararnir úti í økjunum vandu saman, verður at síggja aftur. Kanska ikki í sama líki, men eftir sama leisti. Stóri spurningurin er, um vit nakrantíð koma so langt, sum at hava ein ordans fótbóltsskúla. Nakað allir partar vísa á, er tað besta at gera fyri elituna. Her eru boðini úr Fótbóltssambandinum, at hetta er eitt stórt mál at fara í gongd við, og tí er neyðugt við breiðari semju frá ølluum fótbóltsføroyum, um hetta nakrantíð skal blíva til nakað. Føroysk spælaramenning tykist verða í fokus í løtuni og vónandi kann hetta verða við til, at kjakið um hvat vit vilja við føroyskum fótbólti verður tikið í næstum. Vit kunnu ikki lata standa til Úti av Europa League Tað sá gott út eftir fyrstu dystirnar, men tað endaði við at KÍ, NSÍ og B36 øll blivu blakaði úr Europa League. Serliga KÍ hevði tað torført móti sterka AIK Stokhólm, meðan bæði NSÍ og B36 vóru í góðum støðum uttan at útnytta tað. Tað førir okkum víðari til komandi greinarøð, sum er ein spurningur um hvat skal til fyri at koma á eitt hægri stig í føroyskum fótbólti. Í blaðnum í dag er ein samrøða við Sigfríð S. Clementsen, sum sigur sína hugsan. trondur@sosialurin.fo Mugu semjast um hvat vit vilja PAUL CLAPSON DOYÐI AV HJARTATILBURÐI Tróndur Arge Nú hevur ÍF leigað framrættaða miðvallaran, sum øll árini hevur spælt við barndómsfelagnum í Gøtu, og síðani Gøtu og Leirvík. Heimasíðan hjá ÍF boðar frá, at leigusáttmáli er gjørdur fyri seinnu hálvu av landskappingini. Jákup Mikkelsen, venjari hjá ÍF, boðaði frá undan summarsteðginum, at nú fór felagið at leita eftir spælarum, sum kunnu geva felagnum eina vón um yvirliving. Fyrst ljóðaði, at Øssur Dalbúð skuldi koma til, men hann valdi HB. Beint fyri summarsteðgin, tá flytingarvindeygað lat upp, kom danski Frederik Poulsen eisini til felagið. Nú hevur fingið eisini fingið Magnus Janskor til. ÍF hevur bara fingið seks stig higartil, og tað eru átta stig upp til niðurflytingarstrikuna. trondur@sosialurin.fo Innsavningin er at finna á www. gofundme.com/ paul-clapson- never-forgotten