týsdagur 11. juli 2017síða 14
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
Mikudagur 12. juli 2017 · Nr. 80
14
Sosialurin
E
in mussur á G! bleiv til tvey børn
og eitt hjúnalag. Lat okkum fortelja
tær kærleikssøguna hjá Kára og
Eir og fá samstundis vísindaligu
frágreiðingina upp á, hví kærleikin blómar
á G!
Fleiri munnu tey vera, ið eiga minni um
ein muss millum trongu húsaveggirnar í
Syðrugøtu. Ella í onkrum tjaldi, har eingin sá.
Onkur rodnar kanska, tá tey minnast aftur á
at hava mussast frammanfyri eina rúgvu av
konsertáhoyrarum.
Hjá summum bleiv G! mussurin ikki til
annað enn eitt fitt minni. Hjá øðrum varð
júst henda stutta løtan avgerandi fyri,
hvussu lívið framyvir háttaði sær. Søguna
um ein muss á G!, sum bleiv til tvey børn og
skjótt eisini hjúnalag og hús, fært tú her.
Kári Jóannesarson á Høvdanum og Eir
Hansen møttust á G! 2013 og eiga í dag tvey
børn. Vikuskiftið eftir G! í ár skulu tey giftast,
og í næstum fara tey at byggja hús.
Árið var 2013. Eir las til sjúkrarøktarfrøðing
í Danmark og arbeiddi í Effo støðini í Leirvík
í summarferiuni. Kári lærdi til timburmann
í Leirvík og hevði fingið gott eyga á Eir. Hann
fann sær tí nógvar umberingar fyri at fara
inn í Effostøðina í Leirvík í kaffisteðgunum.
"Kári er fótbóltsdómari, og eg havi spælt
fótbólt, so eg havi nokk eisini skeldað hann
nakrar ferðir á vøllinum, áðrenn vit komu
saman", greiðir Eir flennandi frá.
Tey skrivaðu saman í eina tíð, men eingin
tordi at taka fyrsta stigið. Eir hevði ongar
ætlanir um at flyta heim til Føroya fyribils,
og tí var hon ivasom, um tað fór at blíva til
nakað meira. Kári greiðir frá, at hann sá
okkurt í Eir allatíðina, og tí blivu tey við at
skriva saman. Eir leggur afturat, at tey eisini
vóru ein lítlan óskyldigan biltúr. Men av tí at
tey ikki høvdu felags vinir, høvdu tey trupult
við at finna eina umbering fyri at síggjast
uttan fyri Effostøðina.
Kanningar vísa, at vit ofta forelska okkum
í støðum, har vit longu eru "tendrað". Hetta
kann vera til mótmælisgongu, ítróttardyst
ella tá vit eru á festivali, har veitsluhýrurin
er í hásæti og tónleikurin ger sítt til, at fólk
finna saman. Í summum førum er talan um
startskotið til ein kærleika, sum heldur langt
eftir festivalin, men í øðrum førum halda vit
um høvdið morgunin eftir og angra onkra
býtta avgerð.
Kári er úr Syðrugøtu, og fyri flestu
gøtufólk eigur G! festivalurin eitt heilt serligt
pláss í hjartanum. Dagarnar framman undan
festivalinum ganga fólk og rigga til, og ein
hugnaligur hýrur verður millum bygdafólkið.
Hetta árið var einki undantak, og at veðrið
var so framúr gott hetta summarið, gjørdi tað
bara enn betri.
Fyrsti mussurin var á sandinum á G!
Barndómshúsini hjá Kára liggja beint uttan
fyri festivaløkið, og sum vant gingu fólk inn
at vitja gjøgnum dagin. Hugnin um dagin
bleiv til veitslu um kvøldið, og hetta eina
kvøldið var lagið á Kára uppá sítt besta.
Tónleikurin, føroyska summarnáttin og góða
lagið skaptu ein spenning, og Kári var, sum
hann sjálvur orðar seg: við uppá tað! Hann
var farin oman á sandin til eina konsert, tá
hann brádliga sá Eir standa nokk so aftaliga
á sandinum saman við eini vinkonu.
"Eg fór bara beint yvir og mussaði hana.
Eg veit ikki, hví eg gjørdi tað. Men knappliga
tordi eg.".
Á festivalum valdar eitt slag av kropsligari
frøi, sum kann broyta tær avgerðir, sum ein
vanliga hevði tikið. Hendan frøin verður ikki
minni av stimbrandi evnum so sum dukandi
rútmum og rúsdrekka, sigur Asger Neumann,
lektari í sálarfrøði á Aarhus Universiteti,
sambært
heimasíðuni
hjá
TV2.
Asger
Neumann greiðir frá, at evolutiónástøðin
arbeiðir stuttskygt og langskygt, tá vit velja
okkum maka, og tá vit ferðast ella eru á
festivali, kann stuttskygda ætlanin skjótt
gera seg galdandi.
Eir smílist forelskað uppá Kára, meðan
hann greiðir frá. Tey royna at minnast, hvør
tað var, sum spældi á sandinum undir fyrsta
mussinum, men koma til ta niðurstøðu, at
tey allarhelst hava verið meira áhugað í
hvørjum øðrum enn tónleikinum. Hetta var
fyrstu ferð, at Eir var á G!, men síðani hava
tey bæði verið hvørt ár.
G! hevur fingið ein serligan týdning fyri
meg, og hvørja ferð vit hava verið aftur, hava
vit tosað um fyrsta mussin á sandinum",
greiðir Eir frá.
Í apríl mánaði fyri tveimum árum síðan
gjørdi Kári av at fríggja til Eir. Eitt tað
fyrsta hann gjørdi aftaná var at ringja
til fyriskipararnar av G! fyri at vita, nær
festivalurin fór at liggja í 2017. Hann mátti
tryggja sær, at tey ikki løgdu brúdleypið
sama vikuskifti sum G!.
Í dag eiga Kári og Eir tvey børn, og 22.
juli skulu tey giftast. Vígslan verður í Gøtu
kirkju, og veitslan verður fyri 210 gestum í
bygdarhúsinum í Leirvík. Kári og Eir greiða
frá, at tey kenna eisini onnur pør, ið eru
komin saman á G!, og tey vita um fleiri G!-
børn, sum eru ávegis.
Vilt tú økja um kjansin at finna tann
einasta eina? Tryggja tær atgongumerki til
ársins G! Festival á heimasíðuni gfestival.fo.
NB: Brúdleyp og børn fylgja ikki við í
keypinum.
- G! FØRDI
OKKUM
SAMAN