týsdagur 11. juli 2017síða 15
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
15
Sosialurin
Mikudagur 12. juli 2017 · Nr. 80
Barnatiltakið á G!
Aftur í ár eru stórar upplivingar til tey smáu á
G! Her fært tú ein stuttan samandrátt.
Barnatiltakið verður 15. juli 2017 frá kl. 12.00 til 16.00. Og í ár fara
vit at stuttleika okkum við nógvum sangi, undirhaldi, skemti
og søgu, har børnini sleppa at verða ein partur av søguni.
Framførslur verða á pallinum, ponnyríðing, og
sjálvandi fara vit at hugna okkum á sandinum, har
nógv fólk eru at taka ímóti børnunum. Vit fara at gera
eina sandkapping fyri familjur, og onnur spøl.
Ein hevur ikki verið á G! uttan at fáa sand millum bibburnar :-)
Ponnyríðingin verður fríggjadagin frá 16.00-
19.00 og leygardagin frá 14.00-18.00.
Á SPÆLIPLÁSSINUM verður skráin hendan:
kl. 12.30: The Kii to Cosplay fara at framføra SANGIR ÚR FROZEN.
kl. 13.00: FAMILJUSHOW við Angelu og Hannibal.
Klovnurin Hannibal og Angela skemta.
kl. 14.00: SANGLØTA við Guðruni Sólju
Jacobsen, har børnini kunnu syngja við.
kl. 15.00: Jensina Olsen undirheldur við SKEMTI OG SANGI.
Í NEYSTINUM verður CAFÉSJÓNLEIKUR klokkan
15.30 við Vivian Sjóðklett. Vivian fortelur ævintýr og
brúkar børnini sum leikarar. Hetta verður fínt høvi
hjá øllum børnum, sum elska at royna seg á palli.
Á SANDINUM, frá kl. 12.00-16.00, verður sandkapping fyri
familjur, andlitsmáling og børnini kunnu skapa sítt egna listaverk
úr goggum og øðrum lutum, sum tey finna á sandinum. Eisini
verða spøl, spakar, spannir og ymiskt annað. Nógv fólk eru á
sandinum, sum gleða seg til at hugna sær saman við børnunum.
Samskipari í ár er Angela Petersen.