fríggjadagur 15. oktober 2004síða 14
‹ fyrra síða allar 19 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
26
Nr. 197 - 15. oktober 2004
Nr. 197 - 15. oktober 2004
27
C
M
Y
K
27
26
TÍÐINDASKRIV
frá Havnar Bóltfelag
Á almennari móttøku, sum
verður í Norðurlandahúsin-
um sunnudagin 17. oktober
frá kl 16-20 í samband við
100 ára føðingardagin hjá
HB, verður nýggja HB-
bókin løgd fram. Súni
Merkisstein hevur skrivað
bókina, sum fevnir um árini
1955 fram til í dag.
Í bókini, sum er 466 síður
og hevur fleiri enn 500
myndir, harav nógvar lit-
myndir, skrivar Súni um
stóra framburðin, HB hevur
verið fyri seinastu 50 árini.
Portrett eru av fleiri enn 60
leikarum, og nógv úrslit frá
øllum deildum eru sett upp
í talvur. Annars er bókin í
høvuðsheitum ein krono-
logisk gjøgnumgongd býtt
á 10 ára skeið, sum viðgerð
vøksturin og framburðin
hjá HB. Sum vera man er 1.
deildarliðið hjá monnum
væl umrøtt í bókini.
Fyrru HB-bókina, sum
fevndi um tey fyrstu 50
árini árini frá 1904-1954,
skrivaði Jógvan Arge, tá
HB fylti 90 ár. Súni og
Jógvan fara á móttøkuni at
siga nøkur orð um søguna
hjá HB, og spennandi
verður at hoyra, um Súna
hevur eydnast at fáa tey
feskastu úrslitini frá í ár
við. Høvi verður at ogna
sær bøkurnar á móttøkuni.
Eins og við fyrru bókini
hevur Marni Mortensen
verið
høvundunum
ein
hollur stuðul við at útvega
myndir og hagtøl. Team 85
hevur staðið fyri umbróting
og repro. Bókin er prentað í
Danmark.
Høvi at heilsa HB
Í
Norðurlandahúsinum
verður eisini høvi til at
ynskja HB tillukku við
degnum. Eftir heilsanirnar
og møguligar gávuhandanir
fer filmsapparatið í gongd
við filmsbrotum frá byrjan-
ini av 80’árunum og fram
til í dag.
Handaðar verða eisini
heiðursnálir til leikarar,
sum í ár hava leikt fleiri enn
100 dystir, og HB-Stuðlar
fara at kjósa Ársins leikara.
Hesin verður funnin við
atkvøðugreiðslu
eftir
hvønn dyst, har áskoðar-
arnir atkvøða. Myndir frá
70’árunum verða at síggja,
og kór fer at syngja.
Móttøkan í Norðurlanda-
húsinum er upphiting til
stóru gallaveitsluna, ið
verður leygardagin 23. ok-
tober í Ítróttarhøllini á
Nabb. Roknað verður við
fullum húsi.
100 ára tiltøk gjøgnu
árið
Havnar Bóltfelag hevur
gjøgnum árið hátíðarhildið
100 ára føðingardagin við
ymiskum tiltøkum. Nevn-
ast kunnu nýggja HB-fløg-
an, nýggja HB-bókin og
nýggja búmerki. Stórur
fótbólts- og stuttleikadagur
var fyrr í summar fyri
yngru limirnar, og mynda-
framsýning hevur verið í
SMS. Í HB-Rásini, sum
hevur verið hvønn fríggja-
dag frá kl 17-18 á Rás 2,
hevur eisini verið gjørt
nógv burtur úr 100-ára
degnum. Harumframt hava
HB-Stuðlar skipað fyri
stórari lutaseðlasølu.
Nýggja HB-bókin løgd fram sunnudagin
Á almennari móttøku, sum verður í Norðurlandahúsinum
sunnudagin 17. oktober frá kl 16-20 í samband við 100 ára
føðingardagin hjá HB, verður nýggja HB-bókin løgd fram
Savnsmynd
TÍÐINDASKRIV
Vælumtókti serfrøðingurin
Dr. Atle Dyregrov verður
aftur á klettunum 4. no-
vember, har hann fer at
hava eitt kombinera skeið
um:
1. Tilbúgvingarætlanir
í
skúlum og á stovnum
2. At hjálpa børnum í bólk-
um, ið hava verið fyri
traumatiskari hending
Dr. Atle Dyregrov helt
skeið í Føroyum í mars
mánaða og eftirmetingar-
nar góvu honum topp-
karakter.
Hann
verður
roknaður sum ein av heim-
sins fremstu serfrøðingum
innan hetta øki. Skeiðið
verður á Hotel Føroyum 4.
november frá kl. 08.00 -
15.30. Tilmeldingarfreistin
er 21. oktober.
Skeiðið er deilt upp í
tveir partar:
1. Tilbúgvingarætlanir:
• Hvør ger hvat?
• Hvat eigur at verða gjørt?
• Av hvørjum og nær?
• Kreppuleiðsla
• Samstarv í kreppustøðu
2. Nýtsla av skipaðum
bólkum
tíðliga
aftaná
kreppuuppliving
• Hví brúka bólkar?
• Hvussu skipa og struk-
turera vit sorgbólkar fyri
børn
• Nýtsla av bólkum fyri
børn ið hava verið fyri
traumatiskari hending
Í sambandi við gerð av
sorgtilbúgvingarætlan
í
skúlum, kann nevnast, at
fleiri skúlar í m.a. norðan-
londum hava fingið veg-
leiðing frá og nýtt bøkur
/hefti hjá Atle Dyregrov.
Atle Dyregrov hevur skriv-
að fleiri bøkur, m.a. "Sorg
hos barn" ,
"Små barns sorg" og
"Sorg og omsorg i skolen".
Tilmelding og fleiri upp-
lýsingar á heimasíðuni
www.synergi.fo ella á tlf.
227464/225462 millum kl.
13-16 gerandisdagar.
Dr. Atle Dyregrov vitjar aftur
TÍÐINDASKRIV
Árliga Haldor Holm Cup
kappingin verður leikt nú
um vikuskift í Klaksvík.
Við vera 6 teir bestu leik-
arnir frá kappingarárinum í
fjør: Henrik B. Pedersen,
Kristian Suni Høgnesen,
Bjarni Skaalum, Ólavur
Kjølbro, Sonhard Johanne-
sen og Max Rasmussen.
Lagt er upp til sera stóran
spenning, tí ongi avboð eru
í ár. Í fjør gjørdu klaks-
víkingarnir Kristian Suni,
Ólavur og Sonhard bart við
at fara avstað við øllum
heiðursmerkjaplássunum í
nevndu røð, men hetta
verður neyvan úrslitið í ár.
Henrik, sum í 90’unum
vann kappingina ikki færri
enn 6 ár á rað er nú við
aftur fyri fyrstu ferð í 5 ár.
Lítið man eisini vera at
ivast í, at hann ætlar sær at
vinna sær enn eitt pláss á
stóra og snotuliga Haldor
Holm steypinum. Bjarni
Skaalum, sum í vár var sera
nær við at koppa Henrik í
semifinaluni og Max, sum í
2001 var føroyameistari,
kunnu eisini saktans við
einum sindri av hepni vinna
kappingina. Luftin er tó
ikki farin úr dynamisku
trio’ini
úr
Klaksvíkar
Billardfelag, sum trý ár á
rað hevur vunnið FM í lið-
kappingini.
Um zmetast skal um
nakran favoritt, so man før-
oyameistarin fyri einstak-
lingar Henrik B. Pedersen
nevnast
saman
við
2’aranum frá í vár, Kristian
Suna Høgnesen.
Haldor Holm Cup varð
fyrstu ferð leikt í 1989. Í ár,
sum øll undanfarin ár,
verður kappingin leikt í
hølunum hjá Klaksvíkar
Klubba.
Haldor Holm Cup 2004