Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-13, síða 6
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. juli 2017síða 6

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. JULI 2017 SOSIALURIN 81 6 ANNIKA KUNOY IM ANNIKA@SOSIALURIN.FO L ívið hjá amerikanska Manuel James Delgado hevur verið turbulent, og lívssøga hansara er hug­ tak­andi. Sum bert 18 ára gamal varð hann koyrdur heimanífrá, tí hann við sínum villa lívsstíli hevði ringa ávirkan á yngri systkin síni. Næstu 10 árini gekk afturá hjá honum, inntil hann einsamallur og troyttur av tilveruni sæt ávirk­ aður av methamphetamine á bak­ setr­inum á einum stolnum bili. Nú sita vit bæði á kontóri hansara í samkomuni Filadelfia í Havn, har hann greiðir mær frá lívs­søgu síni, arbeiði sínum í Før­ oy­um og visiónini hann hevur fyri ar­beiði sínum her. Visiónin er at búka tilfeingi - Tað sum eg brenni fyri er, at sam­ komur, kirkjur og felagsskapir arbeiða í samhuga í staðin fyri at kollganga hvønn annan. Í arbeiði mínum í USA, Danmark og her í Føroyum havi eg sæð størri ávøkst, tá ymisku bólkarnir samstarva, sigur hann greiður. Hann tosar um samstarv millum felagsskapir og trúarbólkar, har fokus ikki eru á sjónarmiðini, ið skija okkum, men heldur á sjón­ar­ miðini, ið sameina okkum. - Tað er gagnligt at arbeiða saman og harvið brúka tað til­ feingi, sum hvør okkara hevur. Hetta bæði í samkomu høpi og í sam­felagsligum arbeiði, heldur hann, og sipar til samstarvið hann í summ­ar hevur við Bláakross um átakið Rúsfrítt Summar. Bæði tað sam­starvið og boðskapurin í átak­ inum hava nógv at siga fyri kar­ ismat­iska pastorin úr amerika. Møta tørvinum sum er Fyri Manuel James Delgado er ar­ beiði hjá einum pastori ikki tengt at einum átrúnaligum bygningi. Tað, sum er umráðandi er at síggja tørvin, ið er í nærumhvørvinum, og síðani at møta tí tørvinum sam­an við øðrum samkomum og felags­ skapum. Eitt nú hevur hann verið í samband við Tórshavnar komm­ unu, har hann býr, og fingið prát í lag um tilflytarar í kommununi og teir avbjóðingar, sum fylgja við tá ein setur búgv í einum ókendum landi. Tað sum Manuel James Del­ gado ynskir er, at kommunan er við í samstarvinum í at lata upp eini hús við alskins tilboðum til tilflytarar, við tí endamáli at hjálpa einstaklingum at finna seg til rættis í føroyska sam­felagn­ um. Sum dømi tekur hann bindi­ klubb­ar, ítróttarfeløg og felags­ skap­ir annars. Hann sær fyri sær, at tilboðið eisini fer at fevna um væl­gerandi arbeiði í nær­um­hvørv­ inum, so sum at ganga túrar við eldri fólki, sum ikki orka tað sjálvi, lesa fyri teimum, ella at sita saman við teim, sum liggja til tað síðsta. Hann hevur roynt hetta í Danmark við góðum úrslitum, greiðir hann frá. - Tað er umráðandi, at allar sam­komir og felagsskapir taka lut í arbeiðinum. Vit mugu gleðast um ymisk­leikar okkara í staðin fyri at smekka hurðina aftur, sigur hann greiður. Endamálið er kærleiki Spurdur um, hvat endamálið við sam­komu arbeiðinum hjá honum er, greiðir hann frá, at vit mugu hugsa um samfelagið í staðin fyri at hugsa um, at fáa fleiri fólk at leggjast til samkomuna. - Høvuðsendamál mítt er at vísa á kærleika Guds. Tey kristnu eru sendiharrar Guds, og tað merkir, at vit skulu endurspegla ta mentina, sum Gud hevur, og tað gera vit við at vísa fólki kærleika, sigur hann. PERSÓNSSØGA - Hvørja ferð eg varð avrúsaður men datt út í aftur, uppdagaði eg, at mørkini og virðini, sum eg hevði, vórðu flutt, sigur Manuel James Delgado, pastorur í Filadelfia, um tey 10 árini hann livdi í rúsevnismisnýtslu. VAR HEIMLEYSUR RÚSEVNISMISNÝ Í KALIFORNIA Hvørja ferð eg varð avrúsaður men datt út í aftur, upp­dag­ aði eg, at mørk­ ini og virðini, sum eg hevði, høvdu flutt seg