Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-13, síða 7
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. juli 2017síða 7

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. JULI 2017 SOSIALURIN 81 7 - Hetta kann gerast við at identif­ is­era størstu trupulleikarnir, sum eru í nærumhvørvinum. Trupul­ leik­arnir eru alt frá høg­um skiln­að­ ar­tølum, høg­um sjálv­morðs­tølum, rús­evnis­misnýtslu og annað, legg­ ur hann afturat. Útblakaður heimanífrá Foreldur Manuels fóru hvør til sítt, áðrenn hann varð føddur, og hann vaks upp hjá pápa sínum, stjúk­ mamm­uni og hálvsytskum sínum í Kalifornia. Hann greiðir frá, at pápin, sum var gamal hermaður, var ógvuliga strangur og religiøsur. Tá Manuel varð tannáringur byrj­ aði hann at drekka, nýta rúsevni og hevði fleiri møti við løgregluni. Dagin eftir 18 ára føðingar­dags­ dag­in segði pápi hansara honum, at hann ikki longur slapp at búgva heima. Orsøkin var, at hann hevði ringa ávirkan á yngri systkin síni. - Tá varð eg ógvuliga beiskur inn á pápa mín, men nú skilji eg væl, at hetta var “tough love”, sigur hann. Manuel James Delgado flutti tá í egna íbúð, og var sera virkin í leik­ list og ferðast nógv í tí um­hvørv­in­ um í Kalifornia. - Tað var eitt vilt umhvørvi sum eg var í, har rúsevni vóru lætt atkomulig. Eg ballaðist nógv, og í fyrstuni var tað bert í viku­skift­ unum og síðani bert eftir arbeiðis­ tíð, men nýtslan bara vaks. - Lív mítt var ein aldudalur í tíggju ár. Eg hevði tað betur í eina tíð, men fall út í aftur, sigur hann. Fór at selja rúsevni - Eg arbeiddi sum tænari í nógv ár, so eg fekk goldið húsaleigu, men sein­astu trý av hesum tíggju ár­ un­um fór eg eisini at selja rúsevni. Eg hevði hugsaði tá, at eg hevði so nógv viðskiftafólk kortini, sum keyptu av heimavaksnu marijuana plantum mínum, sigur hann. - Tað gekk ikki long tíð, so kost­ aði tað mær meir enn, eg fekk í vinn­ingi, tí eg nýtti so nógv av rús­evnunum sjálvur, og skuldi rinda peningin aftur. Eg endaði á gøt­uni, og varð heimleysur í nakrar mánaðir, sigur hann álvarsamur. Hann hugsaði altíð um, hvar hann kundi sova ta náttin kom, og gekk ofta svangur. - Eg svav við sjóarmálan, heima hjá vælvildarfólki og á beinkjum í viðarlundum. Eg var ofta bangin, og eg var í vandastøðum, tí bandar vóru mær eftir lívinum. Eg visti, at eg ikki var klárur til at koma heim aftur til pápa mín, og tí vildi eg ikki biðja hann um húslíð. Eg ringdi bara heim, tá eg vildi hava pengar, sig­ur hann sorgarbundin. Ofta var hann eisini so svangur, at hann fór í matvøruhandlar og fekk sær eitthvørt, skundaði sær at eta tað, og rann síðani út í tí vón, at ongin kom eftir honum. - Eg bleiv ongantíð fangaður, men tað kendist mannminkandi og ógvuliga trupult, sigur hann Virðini broytast - Hvørja ferð eg varð avrúsaður men datt út í aftur, uppdagaði eg, at mørkini og virðini, sum eg hevði, høvdu flutt seg, sigur hann. -Tað síðsta markið kláraði eg akk­urát at halda, og tað var lyfti um, at eg ongantíð skuldi brúka nál­ir til rúsevnini. Tá tú fert til at brúka nálir, fert tú eisini frá at vera ein, ið hevur tak uppá støðuna, og nýtir rúsevni í veitslum til at verða ein, sum veruliga er bundin at evn­ unum. Tað er nógv verri at venja seg av við, sigur hann álvarsamur. Bøn um hjálp Tað var ein serlig hending, sum leiddi til, at Manuel James Delgado ynskti broyting í lívi sínum. Hann greiðir frá, at hann saman við einum vinmanni hevði stolið ein bil. Klokkan var tvey um náttina og teir koyrdu heim til eitt par, sum plagdi at keypa rúsevni frá teimum. Tey keyptu methamphetamine hetta kvøldið sum vant, og bjóðaðu Manuel og vinmanni hansara at taka rúsevnini saman við teimum. R ÝTARI framhald Seinasta hálvaannað árið hava Manuel James Delgado og familja hansara búð í Føroyum. Hann vónar at fáa boðskap sín út í samstarvi við samkomur og felagsskapir í landinum Høvuðs­enda­mál mítt er at vísa á kærleika Guds. Tey kristnu eru sendi­harrar Guds, og tað merkir, at vit skulu endurspegla ta mentina, sum Gud hevur, og tað gera vit við at vísa fólki kærleika