Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-13, síða 8
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. juli 2017síða 8

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. JULI 2017 SOSIALURIN 81 8 PERSÓNSSØGA - Meðan vit sótu har rúsaði, sá eg fýra og seks ára gomlu børn teirra spæla í stovuni í hasum umhvørvinum. Okkurt hendi í mær, og eg hugsaði, at hetta er ikki rætt. Uttan at siga farvæl reisti eg meg upp og fór avstað, sigur hann alvarsamur. -Eg rann út, men uppdagaði tá, at eg onga staðir hevði at fara, tí eg var heimleysur, flennir hann. Hann greiðir frá, at hann setti seg á baksetrið á stolna bilinum og hugsaði aftur á barndómsár og barndómstrúgv sína. Síðani sendi hann Gudi eina bøn um hjálp, tí hann var troyttur av lívsstíli sínum. Síðani sovnaði hann og sigur, at tá hann vaknaði næsta morgunin, kendist tað, sum var okkurt broytt. Hann fór heim til ein vinmann til avrúsing, og svav í tríggjar dagar. Eg vil heim Triðja dagin fór hann út í Kaliforn­ isku sólina og valdi at ringja heim til pápa sín. Hann hugsaði, at tað var um dagin, og pápin var ikki heima kortini. Hann væntaði ikki, at nakar fór at taka telefonina, og tí hugsaði hann, at hann síðani skuldi fara framvið hjá honum, hann keypti rúsevni frá og vita, um hann ikki hevði okkurt til hann. Tað kom óvart á hann, tá pápin svar­aði telefonini og var heima mitt um dagin, tá hann plagdi at vera til arbeiðis. Manuel fekk ein klump í hálsin og fekk ikki orðið fram. Pápin kendi á sær, at tað var Manuel sum ringdi, og hann segði tá pápa sínum, at hann vildi sleppa heim, og pápin kom tá eftir honum við tað sama. - Seinni segði eg við hann, at eg ikki vildi búgva heima, tí eg visti, at eg fór at stjala frá teimum og fella út í aftur, sigur hann. Tá vísti tað seg, at mamma Manuel longu hevði bókað honum eitt pláss á einum heimi, har hann kundi fara til avvenjingar, tí hon hevði biðið fyri honum, og fingið opin­bering um, at sonur hennara fór at koma heim, og hevði brúk fyri at fara til avvenjingar. - Onkursvegna visti hon í hjarta sínum, at eg fór at koma heim. Hug­urin at taka rúsevni forsvann eftir avvenjingina, og eg valdi tá, at brúka lív mítt til andaligt virksemi, sigur hann. Flutti til Danmarkar Seinni møtir Manuel James Del­ gado einum dana, sum í 2005 bjóðar hon­um til Danmarkar í tríggjar mán­aðir at arbeiða við ungdómi. - Hasir tríggir mánaðarir blivu til 11 ár, flennir hann. Eg havi ferðast runt í heiminum og sagt fólki søgu mína, og soleiðis hjálpt fleiri hundrað fólkum við rúsevnistrupulleikum. Meðan hann er í Danmark, møtir hann føroysku Sannu, sum seinni verður kona hansara, og soleiðis kemur hann til Føroyar at búgva síðst í 2015, tá hann verður biðin um at koma at arbeiða við ungdómi í samkomuni Filadelfia í Havn. Fyribyrgjandi arbeiði Hann var vísur í, at arbeiði hansara einamest fór at snúgva seg um at hjálpa rúsevnis misnýtarum. Tað hevur tað ikki gjørt. Hóast hann fleiri ferðir hevur hjálpt fólki, sum vóru í líknandi støðu sum hann, so sigur hann, at tað, sum hann hevur savnað seg mest um er fyribyrgjandi arbeiði. Í Danmark stovnaði hann eitt ung­dómshús í samstarv við komm­ununa. Har komu serliga ung­dómar við trupulleikum av ymisk­um slagi, so sum rúsevnis­ trupul­leikum, tunglyndi og sjálv­ morðs­hugsanum. Hann sigur, at enda­málið var at hjálpa teimum í hesum truplu støðum tey vóru í og at vísa á, at lívið kann broytast. - Eg havi fleiri dømir um ung, sum hava verið í slíkum støðum og sum nú liva eitt innihaldsríkt lív, sigur hann álvarsamur. -Tá tað kemur til trúnna á Gud, tá síggi eg tað ikki sum mín upp­ gáva at skula fáa fólk at venda við. Tað er Guds uppgáva. Tað, sum eg kann gera er at vísa á, hvør Gud er, og vóna, at eg havi verið ein góð fyri­mynd, staðfestir hann. Meðan vit sótu har rúsaði, sá eg fýra og seks ára gomlu børn teirra spæla í stovuni í hasum umhvørvinum. Okkurt hendi í mær, og eg hugsaði at hetta er ikki rætt. Uttan at siga farvæl reisti eg meg upp og fór avstað framhald