hósdagur 13. juli 2017síða 9
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. JULI 2017
SOSIALURIN 81
9
STERKI MAÐURIN
Í BETRI SAMTAKINUM
FARIN FRÁ
K
anska er tað eitt tilvildarligt
samanfall, at sterki stjórin í
Betri Samtakinum hósdagin
legði øll stjórastørv frá sær, sam
stundis sum samtakið í farnu viku fekk
niðurstøðuna hjá Bárði Larsen í nógv um
rødda skattamálinum. Ella hongur avgerðin
um stjóraskifti saman við niðurstøðuni, sum
almenningurin enn ikki kenni innihaldið í.
Í øllum førum er greitt, at Fíggjarmála
ráðið hevur viðgjørt niðurstøðuna hjá
Bárði Larsen í góðar tvær vikur nú, og úr
ráðnum siga tey, at tey miðja í móti, at senda
avgerðina til miðlarnar týsdagin komandi.
Tá fer helst at gerast greitt, um niðurstøðan
er tyngjandi fyri Betri Samtakið og harvið
fráfarandi stjóran ella ikki.
Greitt er, at um so er, at Bárður Larsen
er komin eftir, at Betri Banki sendi ófull
fíggjaðar ella villleiðandi upplýsingar til
skattavaldið í sambandi við skattafrádráttin
á 90 milliónir krónur, so hevur Kristina Há
foss, landsstýriskvinna í fíggjarmálum, í
hyggu at senda málið víðari til fútan.
Tíðarlinja:
September
2010
Gamli Eik Banki fer á heysin.
30. september
2010
Fíggjarligt Støðufesti yvirtekur
bankan
14. oktober
2010
Nýggi Eik Banki Føroyar P/F
verður settur á stovn.
Oktober 2010
Fíggjarligt Støðufesti ger
skattaskriv, sum ásetur, at
einki skattligt virði frá gamla
bankanum kann fylgja við í
nýggja bankan
18. Februar
2011
Jørn Astrup Hansen, stjóri
í Eik, ger nýtt skattaskriv
og staðfestir tey skattligu
viðurskiftini einaferð aftrat.
Apríl 2011
TF Holding keypir 70 prosent av
bankanum.
2012
Leiðslan sendir sjálvuppgávu
inn fyri 2010/2011
Mars 2013
Granskoðanin sáar iva um
skattafrádráttin
Juni 2013
Nevndin áleggur leiðsluni at
venda sær til Taks.
Mars 2014
Spekt sendir skrivligt upprit,
mæla frá skattafrádráttinum.
Juni 2015
Taks játtar frádrátt yvir 10 ár.
Ársskiftið
2015/2016
Astrup fer úr nevndini.
Januar 2016
Spekt vil ikki skriva undir
rokniskapin uttan átekning.
27. januar 2016
Eik vendir sær aftur til Taks.
Januar 2016
Fíggjarligt Støðufesti vendir sær
til Fíggjarmálaráðið
Januar 2016
Taks tekur málið uppaftur
21. mars 2016
Deloitte grannskoðarafyritøkan
sigur gott fyri
skattafrádráttinum
21. mars 2016
Taks má venda sær aftur til Eik
eftir fleiri upplýsingum.
14. juli 2016
Eik kærir Sosialin og Kringvarpið
til fjølmiðlanevndina
23. september
2016
Eik banki stevnir Jørn Astrup
Hansen fyri ærumeiðing.
6. december
2016
Fjølmiðlanevndin fríkennir
miðlarnar í kærumálinum.
7. februar
2017
Taks broytir støðu. Frádrátturin
fer frá 90 milliónum til 0
krónur.
7. mars 2017
Bárður Larsen verður settur
sum bráðfeingisstjóri á Taks at
kanna skattamálið
21. mars 2017
Eik banki og TF Holding broyta
navn til Betri Banka og Betri
samtakið
31. mars 2017
Eik banki sleppur stevningini
móti Astrup
1. juli 2017
Bárður Larsen sendir
frágreiðingina til
Fíggjarmálaráðið
13. juli 2017
Súni Schwartz Jacobsen fer frá
sum stjóri í Betri Samtakinum
Skattamálið frá byrjan til í dag