hósdagur 13. juli 2017síða 10
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. JULI 2017
SOSIALURIN 81
10
HALLUR AV RANA
HALLUR@SOSIALURIN.FO
K
ommunulæknarnir eru fyrstu
dyrnar, ið borgarin kemur til
í heilsuverkinum, og tað eru
kommunulæknarnir, ið lata
dyrnar upp til restina av heilsuverkinum.
Tað eru teir, ið tryggja, at borgaran fær
røttu og neyðugu hjálpina. At borgarin
sleppur innum tær røttu dyrnar. Tí er tað
so týdningarmikið, at júst tær dyrnar virka
sum tær skulu.
Í temanum í dag varpa vit ljós á økið,
tí skipanin í løtuni er undir stórum trýsti
og ávirkar tað beinleiðis borgaran. Í
skrivandi løtu eru sambært tølunum hjá
Heilsutrygd 19.998 borgarar, ið ikki hava
ein fastan kommunulækna, tí tað mangla
kommunulæknar í teirra læknadømi.
Av teimum 32 kommunulæknastørv
unum í Føroyum eru í minsta lagi 13 størv,
ið ikki eru sett. Neyðug er at skriva í minsta
lagi, tí Heilsutrygd og Kommunulækna
felag Føroya eru ikki samd í hvussu nógv
størv eru sett.
Onkur bati er tó at hóma. 1. september
taka tveir kommunulæknar við starvi í
Eiðis Læknadømi, ið annars hevur verið
mannað við avloysara, men áhugin tykist
sum heild ikki at vera serliga stórur fyri
at gerast kommunulækni. Tað kom til
sjóndar, tá Heilsutrygd fyrr í summar lýsti
eftir tíggju kommunulæknum, og fekk
einans tríggjar umsóknir til tvey størv,
harav tann eina umsóknin var frá einum
kommunulækna, ið frammanundan var í
starvi.
At støðan er álvarsom gjørdist eisini
greitt í tinginum fyri einum lítlum ári
síðan, tá Magnus Rasmussen, tingmaður
fyri Sambandsflokkin, fekk svar upp á ein
§52a fyrispurning til Sirið Stenberg, lands
stýriskvinnu í heilsumálum, um støðuna á
kommunulæknaøkinum.
- Seinnu árini hevur tað víst seg, at tá ein
kommunulækni fer úr fasta starvi sínum,
er tað nærum ógjørligt at manna starvið
aftur við einum kommunulækna í føstum
starvi, var dapra svarið til tingmannin.
19.998 BORGAR
UTTAN FASTAN
KOMMUNULÆK
Fáir kommunulæknar
norðanfyri
T
að er serliga í norðara partinum
av Føroyum, at tað er torført at
manna kommunulæknastørvini.
Í Norðoyggjum og Eystur
oynni eru níggju læknaviðtalur, men
einans tríggjar eru mannaðar við føstum
læknum.
Í Norðoya Læknadømi, har tríggjar
viðtalur eru, eru tvær mannaðar av av
loysarum, meðan Magnus Magnusson er
einasti kommunulæknin í føstum starvi.
Í Fuglafjarðar Læknadømi eru tvey
størv, harav Krista Thomsen mannar eitt,
meðan hitt er mannað av avloysara.
Í Skálafjarðar Læknadømi er Kári
Rasmussen einsamallar kommunulækni
í føstum starvi, meðan avloysarar røkja
hini bæði størvini í læknadøminum.
Ein avloysari røkir starvið í Eiðis
Læknadømi í løtuni, men 1. september
taka tveir kommunulæknar við starvinum.
Í
Vestmanna
Læknadømi
er
Djóni Sandberg Joensen einsamallur
kommunulækni í føstum starvi, meðan
ein avloysari røkir hitt, og støðan er tann
sama í Vága Læknadømi, har Marjus Dam
er einsamallur kommunulækni í føstum
starvi.
Í Suðurstreymoyar Læknadømi eru
tólv viðtalur í alt. Fimm kommunulæknar
arbeiða fulla tíð, fýra kommunulæknar
arbeiða niðursetta tíð, tveir avloysarar
manna viðtalur og ein lækni er í farloyvi.
Í Sandoyar Læknadømi eru tvær
viðtalur, harav ein er mannað við
avloysara, meðan Dánjal Petur Højgaard
mannar hina.
Í Suðuroynni eru fýra viðtalur, harav
tvær eru mannaðar av kommunulæknum,
meðan ein kommunulækni er í farloyvi og
fjórða viðtalan er mannað av avloysara.
Kommunulæknatrot