Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-13, síða 11
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. juli 2017síða 11

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. JULI 2017 SOSIALURIN 81 11 RAR N KNA Ein fyri viðtalu við kommunulækna í føstum starvi Ein fyri viðtalu við vikar Ein fyri viðtalu har kommunulæknin í føstum starvi er í farloyvi Ósamd um talið av kommunu­ læknum Ó semjan millum Heilsu­trygd og Komm­unu­lækna­ felag Før­oya er sjón­ligast, tá hugt verð­ur eftir talinum av komm­unu­lækn­ um í Føroyum. Partarnir eru nevniliga als ikki einigir á máli, um hvussu nógv komm­unu­ læknar eru í føstum starvi. Skjøl sum Miðlahúsið hevur fingið innlit í frá Heilsu­trygd, og sum Egil á Bø stjóri váttar eru røtt, vísa at 19 komm­unu­ lækn­ar eru í Føroyum, ið røkja 17,5 størv. Hesin er Kommunulækna­ felag Føroya ikki samd við. Fyrr í ár skrivaði Marjus Dam, formaður í Komm­unu­lækna­ felag Føroya, at tað var eitt fakta, at einans 13-14 kommunu­ læknar eru í føstum starvi í Føroyum, meðan Katrin Rubek Nielsen metir, eftir at hava sæð listan hjá Heilsutrygd, at talið er 16 læknar, ið røkja 14,25 størv. Orsøkin til stóra munin í tal­inum hjá Heilsutrygd og Katrin Rubek Nielsen er, um hædd skal verða tikin fyri lækn­um, ið eru í farloyvi og teim­um læknum, ið av ymisk­ um orsøkum, ikki eru før fyri at virka í sínum yrki sum fast­ settir komm­unulæknar.