hósdagur 13. juli 2017síða 12
‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›
Tekstur á síðuni
FRÍGGJADAGUR 14. JULI 2017
SOSIALURIN 81
12
HALLUR AV RANA
HALLUR@SOSIALURIN.FO
N
úverandi støða á
kommunulæknaøkin
um kann ikki halda
fram, og neyðugt er
hjá myndugleikunum at lurta
eftir kommunulæknunum og gera
nakað við støðuna, um man ynskir
at varðveita teir kommunulæknar,
ið enn eru í starvi.
Ávaringin kemur frá Katrin
Rubek Nielsen, kommunulækna í
Tórshavnar kommunu og nevnd
arlimi í Kommunulæknafelag Før
oya. Seinastu fimm árini hevur
hon starvast sum kommunulækni
í høvuðsstaðnum og er sum 47 ára
gomul at rokna sum ein av teimum
ungu kommunulæknunum í skip
anini.
Men eins og hennara starvs
felagar, so er hon ørkymlað
um støðuna á økinum, og
ávarar nú um, at broytingar
mugu til, tí trýstið er ov stórt á
kommunulæknunum.
- Alt ov nógv arbeiði hongur á
ov fáum læknum. Bara seinastu
mánaðirnar eru tveir læknar
farnir í farloyvi og ein hevur sagt
seg úr starvi. Um støðan ikki
broytist, so kann væntast, at fleiri
gera tað sama, er greiða ávaringin
frá kommunulæknanum.
Læknamangul
Javnan er at hoyra í tíðindunum,
at Landssjúkrahúsið manglar
serlæknar í ymiskum økjum, men
tað er ikki bara á landsins størsta
arbeiðsplássi, at tørvurin eftir
læknum er stórur. Kring landið
eru 32 kommunulæknaviðtalur,
men einans umleið helmingurin
er mannaður av læknum í føstum
starvi. Restin verður mannaður av
skiftandi vikarum.
TEMA: Kommunulæknatrot
- Alt ov nógv arbeiði hongur á ov fáum læknum.
Bara seinastu mánaðirnar eru tveir læknar
farnir í farloyvi og ein hevur sagt seg úr starvi.
Um støðan ikki broytist, so kann væntast, at
fleiri gera tað sama, er greiða ávaringin frá
Katrini Rubek Nielsen, kommunulækna og
nevndarlimi í Kommunulæknafelag Føroya.
VIT GANGA BA
SLØKKJA ELDA