Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-13, síða 13
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. juli 2017síða 13

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. JULI 2017 SOSIALURIN 81 13 Sambært Katrini Rubek Niel­ sen, so eru tað fleiri orsøkir til, at tað er trupult at fáa nýggjar komm­unu­læknar í starv hóast fleiri kommunulæknar verða útlærdir um árið. - Sáttmálin hjá okkum er t.d. ikki dagførdur síðan 2006. Bara at dagføra hann, soleiðis at hædd verður tikin fyri lønarvøkstri og tílíkum í samfelagnum, umframt at tað verður gjørt meira attraktivt at arbeiða á bygd, hevði gjørt, at fleiri tóku við føstum starvi heldur enn einum avloysarastarvi, sigur Katrin Rubek Nielsen. Kanska mest átrokandi trupul­ leik­in er, at kommunulæknarnir hava ov nógv at gera. Tað eru ov nógv­ir sjúklingar til ov fáar læknar. - Normeringin fyri kommunu­ læknar er 33 læknar, og tá er tað enntá lágt sett. Men í løtuni eru bara 14,25 ársverk sett, og útlitini fyri, at hetta fer at batna næstu tíðina, eru ikki góð. Hesir læknarnir røkja sítt dagliga arbeiðið, sum er meira enn fullur arbeiðsdagur. Men somu læknarnir skulu eisini røkja vaktlæknaskipanina, og hetta ber stutt sagt ikki til og hongur als ikki saman. Avloysararnir hava ikki somu vaktskyldu sum fastsettu komm­unulæknarnir. Tunga ar­ beiðs­byrðan ger støðuna ótrygga fyri bæði læknar og sjúklingar, sigur Katr­in Rubek Nielsen. Vilja ikki taka við Fyri teir kommunulæknar, ið enn eru í starvi, ger tað ikki støðuna betri, at teir fáu læknarnir, ið á hvørj­um ári verða útlærdir til komm­unulækna, ikki taka við føst­um starvi, tí mett verður, at arbeiðs­byrðan er ov stór. - Av teimum sjey kommunu­ lækn­unum, ið eru útlærdir síðstu árini, hava seks teirra ikki tikið við nøkrum føstum starvi enn, tí arbeiðskorini hjá teimum føstu læknunum eru so út av lagi vánalig, sigur Katrin Rubek Nielsen. Í staðin søkja útlærdu kommunulæknarnir avloysara­ størv ella at arbeiða á sjúkrahúsi, og tað skilur Katrin Rubek Nielsen væl. - Fyrr var kapping um at sleppa til Havnar, men nú hava vit eina viðtalu í Gundadali við alt ov nógvum sjúklingum, ið eingin vil søkja. Eingin hættir sær at fara undir eina slíka viðtalu, tí við so nógvum sjúklingum er neyðugt at arbeiða alt døgnið, sigur Katrin Rubek Nielsen og tekur eitt annað dømi. - Í Skálafjarðar Læknadømi er ein fastsettur lækni. Trý størv eru í læknadøminum, hóast tað eigur at vera fýra, men um ein søkir aftrat, so verður viðkomandi líka illa still­ aður sum núverandi læknin, tí tað eru alt ov nógvir sjúklingar í læknadøminum. Sløkkja eldar Tá at so nógv trýst er á verandi kommunulæknum sæst eisini aftur í gerandisdegnum. - Av tí at allir læknarnir eru so sperdir, so endar tað við, at vit bara ganga og sløkkja eldar. Vit viðgera einans tað mest átrokandi. Tað er hvørki nøktandi fyri sjúklingar ella læknar, sigur Katrin Rubek Nielsen. Kommunulæknin vísir á, at tað er ein stór hjálp, at viðtalurnar hava fingið sjúkrarøktarfrøðingar knýttar at sær, ið kunnu taka nakr­ ar av uppgávunum, men at tað kortini eru fleiri uppgávur, ið ein­ ans læknarnir megna. - Uppsøkjandi heimavitjanir geri eg lítið av longur, og fari einans til akuttar heimavitjanir. Vit hava t.d. møguleikan at vitja fólk eldri 75 ár fyri at vita, um okkurt kann gerast fyri at fyribyrgja sjúku. Men tað hava vit ikki tíð til, og tað er ein stórur missur. Harumframt merkja sperdu umstøðurnar, at læknarnir ikki megna at fylgja við menningini innan læknaheimin. - Danska læknafelagið hevur gjørt eina skipaða eftirútbúgving, ið skal hjálpa læknunum at vera dagførd, men eg haldi einans ein kommunulækni hevur verið til eitt skeið. So okkara vitan verður ov gomul, og vit vita ikki eingongd av tí. Men eg kann sjáldan fara á skeið. Um eg steingi mína viðtalu, meðan eg eri á skeið, hvar skulu sjúklingarnir so fara? Øll hava ov nógv at gera sum nú er, og tað end­ ar bara við, at eg havi fjall av ar­ beiði, tá eg komi aftur, sigur Katrin Rubek Nielsen. Ein óynskt nýskipan Heilsumálaráðið hevur í seinastu ar­beitt við eini nýskipan av komm­ unu­læknaøkinum, og er tað ein av orsøkunum til, at Fíggjar­mála­ ráðið ikki hevur verið sinnað at samráðst um sáttmálan við Komm­unulæknafelagið. Men sam­bært Katrini Rubek Nielsen, so skilja kommunulæknarnir ikki heilt tørvin á at nýskipa teirra øki. - Tosað verður um, at tað er neyð­ugt at nýskipa økið, tí tað er hundrað ára gamalt. Men skipanin er so gomul, tí hon virkar. Tað er eing­in orsøk at nýskipa økið, tá ein­ans smærri broytingar skulu ger­ast, sigur kommunulæknin. Í nýskipanaruppskotinum hjá Heilsumálaráðnum verður mill­ um annað lagt upp til, at størri heilsudeplar skulu skip­ast kring landið har komm­unu­læknarnir einans eru ein av fleiri starvs­ bólk­um, og at kommunu­lækn­ ar­nir framyvir skulu setast við fast­ari løn. Tað er her, at ketan hopp­ar fullkomiliga av hjá Komm­ unu­lækna­felagnum, tí at seta fleiri starvs­bólkar fer ikki at avlæsta kommunu­læknarnar. Tað eru fleiri læknum, tørvur er á fyri at avlæsta og samstarva. - Eingin kommunulækni hev­ur verið umboðaður í hesum arbeið­ in­um, og eingin okkara hevur áhugað at arbeiða í einum slíkum stað. Hetta merkir bara, at vit skulu gera sama arbeiði, ið longu er alt ov nógv, fyri minni løn. So er nógv meira áhugavert at arbeiða sum vik­ar, sigur Katrin Rubek Nielsen, ið ikki er einsamøll í síni útsøgn. Fyri nøkrum mánaðum síðan var nevniliga eitt lesarabræv sent fjølmiðlunum har yngri kommunu­læknar hartaðu aðalráðið fyri nýskipanararbeiðið, ið tey mettu fór at gera støðuna verri. Deyvum oyrum Hóast støðan er álvarsom, so meta kommunu­læknarnir at teirra ávaringar ikki verða tiknar fyri fult av almennu myndugleikunum. - Vit hava í fleiri ár tosað við Heilsu­trygd um trupulleikarnar utt­an úrslit. Men tað verður ikki lurtað eftir okkum. Ynskja vit eitt svar frá Heilsumálaráðnum, mugu vit senda sama teldupost fleiri ferð­ir áðrenn tey svara. Tey skilja held­ur ikki tað, at vit hava eina fak­ligan vitan um økið, ið ongin teirra hevur. Tí skilja tey heldur ikki okkara sjónarmið, sigur ein upp­gevandi Katrin Rubek Nielsen. Heldur enn at lurta eftir komm­ unu­læknunum, hevur Katrin Rubek Nielsen tann varhugan, at man frá almennari síðu hevur sett sær fyri at trýsta eina nýskipan ígjøgn­um. - Tað virkar sum tey vilja hava nýskip­anina gjøgnum, kosta hvat tað kosta vil. Men um hon verður koyrd ígjøgnum, so verður eingin lækni eftir. Tað er ikki ein hóttan, tað er bara fakta. Eingin av okkara limum ynskir at arbeiða undir nýggju umstøðunum, sigur Katrin Rubek Nielsen. - Av teimum sjey kommunulæknunum, ið eru útlærdir síðstu árini, hava seks teirra ikki tikið við nøkrum føstum starvi enn, tí arbeiðskorini hjá teimum føstu læknunum eru so út av lagi vánalig. - Tunga arbeiðs­ byrðan ger støðuna ótrygga fyri bæði læknar og sjúklingar - Tað virkar sum tey vilja hava nýskipanina gjøgnum, kosta hvat tað kosta vil. Men um hon verður koyrd ígjøgnum, so verður eingin lækni eftir. Tað er ikki ein hóttan, tað er bara fakta. ARA OG AR