Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-13, síða 14
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. juli 2017síða 14

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. JULI 2017 SOSIALURIN 81 14 HALLUR AV RANA HALLUR@SOSIALURIN.FO T á Páll á Reynatúgvu, løg­tings­formaður, sendi løg­tingið til hús í síðstu viku, var tað ikki bara ný­skipanaruppskotið hjá Høgna Hoy­dal, landsstýrismanni í fiski­ vinnu­málum, ið datt niðurfyri. Millum málini, ið ikki vóru liðug viðgjørd áðrenn tingið óvæntað bleiv sent til hús, var ein eykajáttan frá Sirið Stenberg, lands­stýriskvinnu í heilsumálum, ið m.a. skuldi brúkast til at betra um støðuna á kommunu­ læknaøkinum. - Eg bað um pengar til at seta ein nýggj­an lækna aftrat í Suð­urstreymoy og fáa sett eitt starvsfólk við heilsufakligum inn­ liti í starv í Heilsutrygd, men tað bleiv av ong­um, tá tingið bleiv sent í summarfrí. Men eg vænti at fáa peningin játtaðan, tá tingið kemur aftur, sigur Sirið Stenberg, lands­ stýriskvinna í heilsumálum. Sjálv er hon ikki í iva um, at tørvur er at hyggja eftir øllum komm­unulæknaøkinum, tí sum nú er, so er trýstið ov stórt á komm­unu­læknum. - Tíðin er farin frá, at fólk arbeiða dag og nátt. Eingin kann hava viðtalu allan dagin, vakt um kvøldi og náttina, og so aft­ur viðtalu morgunin eftir. Fólk vilja ikki arbeiða soleiðis longur og tað skilji eg væl. Man má kunna gera tað soleiðis, at tað ber til at vera kommunulækni og hava eitt van­ ligt lív. Batar at hóma Fyri einum ári síðan upplýsti landsstýris­kvinn­an fyri tinginum, at tað nærum er ógjør­ligt at seta eitt kommunulæknastarv. Hóast støðan ikki er vorðin nógv betri síðan, so fegnast landsstýriskvinnan tó um, at tað tykist, at fleiri nýggir kommunu­ lækn­ar verða settir í næstum, men ásannar, at trupulleikin er stórur. - Tíbetur kann man siga, at tríggjar um­sóknir eru til tvey størv í løt­uni, umframt at tvey størv júst eru sett í Eiðis Læknadømi. Av­bjóðingin er tó, at vit hava verið ov sein at seta nýggj fólk við fyri tey, ið fara frá, og tí er eitt stórt glopp nú. Tað eru nógvir av komm­unulæknunum, ið eru í tí aldr­inum, at teir byrja at fara frá. Vit hava sett pengar til at út­búgva fleiri komm­unulæknar, men tað tekur fleiri ár áðrenn tað sæst aftur, sigur Sirið Stenberg. Landsstýriskvinnan vísir eisini á, at tað er lættari sagt enn gjørt at útbúgva fleiri kommunulæknar. - Tað er týdningarmikið, at vit út­búgva fleiri kommunulæknar, men ein trupul­leiki er, at vit ikki hava nokk av komm­unu­læknum, ið kunnu læra teir nýggju. Sum nú eru fáir kommunulæknar, og tað av­markar møguleikan at útbúgva fleiri, sigur Sirið Stenberg. Eins og Egil á Bø, stjóri á Heilsutrygd, ger aðrastaðni í blaðnum, vísir Sirið Stenberg á, at tað verður arbeitt við at skapa nýggj størv, so at færri sjúklingar verða til hvønn lækna. - Tað er neyðugt at hyggja eftir hvussu nógvar sjúklingar hvør lækni hevur. Um hugt verður eftir Havnini, so er fólkatalið voksið nógv síðstu árini, og hevur tað lagt eitt trýst á verandi kommunulæknar. Tí er neyð­ugt at normera eitt starv aftrat har. Tá tað verður gjørt, so verður vónandi lætt­ari at seta leysu størvini har, sigur Sirið Sten­berg. Nýggjar tíðir Heilsumálaráðið hevur arbeitt við eini verk­ætlan, har ætlanin hevur verið at skipa heilsudeplar kring landið, ið skal hýsa fleiri fakbólkum. Kommunulæknar hava funnist at hesi ætlanini, tí sambært teimum, so loysir tað ikki trupulleikan við, at tað eru ov fáir kommunulæknar í starv. Sirið Stenberg ásannar eisini, at samskiftið millum partarnar ikki altíð hevur verið tað besta, men at arbeitt verður við at betra um hetta. - Vit vilja øll tað sama, men eg eri ikki sikkur, at vit altíð halda, at tað skal loysast á sama hátt. Kommunulæknarnir vilja ar­beiða saman við øðrum, men tað skal helst vera aðrir læknar og ikki so nógv hetta tvørfakliga samstarvið, sigur Sirið Sten­berg, ið greiðir frá, at arbeiðið at skipað økið verður tikið uppaftur skjótt. - Vit hava roynt at sett hesi tingini á skrá, men tað hevur gingið illa at fáa tað í gongd og skipa arbeiðið, men vit fara hyggja eftir hesum, tá vit koma aftur til arbeiðis eftir summarferiuna. 14 TEMA: Kommunulæknatrot MUGU KUNNA HAVA EITT VANLIGT LÍV - Tíðin er farin frá, at fólk arbeiða dag og nátt. Eingin kann hava viðtalu allan dagin, vakt um kvøldi og náttina, og so aftur viðtalu morgunin eftir. Fólk vilja ikki arbeiða soleiðis longur og tað skilji eg væl. Man má kunna gera tað soleiðis, at tað ber til at vera kommunulækni og hava eitt vanligt lív. Tað sigur Sirið Stenberg, landsstýriskvinna í heilsumálum. - Um hugt verður eftir Havnini, so er fólkatalið voksið nógv síðstu árini, og hevur tað lagt eitt trýst á verandi kommunulæknar. Tí er neyðugt at normera eitt starv aftrat har. - Sum nú eru fáir kommunulæknar, og tað avmarkar møguleikan at útbúgva fleiri.