Sosialurinarkiv
Sosialurin 2017-07-13, síða 15
Tak niður PDF av hesari síðu Stórt myndaskrá

hósdagur 13. juli 2017síða 15

‹ fyrra síða allar 32 síður næsta síða ›

Tekstur á síðuni

FRÍGGJADAGUR 14. JULI 2017 SOSIALURIN 81 15 HALLUR AV RANA HALLUR@SOSIALURIN.FO S tóri mangulin á komm­ unu­læknum í Føroyum er nakað, ið tey taka í størsta álvara í Heilsutrygd. Tí verður eisini arbeitt við at betra um starvsumstøðurnar hjá verandi læknum, umframt at ar­ beitt verður við at seta nýggjar komm­unulæknar. Tað sigur Egil á Bø, stjóri á Heilsutrygd. Í løtuni eru 32 komm­unu­ lækna­størv í Føroyum, men tað er bara umleið helmingurin av teim­ um, ið eru sett við føstum komm­ unulæknum. Restin er mannað av avloysarum. Stjórin vísir á, at arbeitt verð­ ur alla tíðina við at seta nýggj­ar kommunulæknar, og hóast tað hevur verið ein trupul upp­gáva, so vónar stjórin, at Heilsu­trygd kann seta fýra nýggj­ar komm­ unulæknar næstu mánað­ir­nar. - Afturat teimum, ið longu eru í starvi, so verða tveir kommunu­læknar settir í starv í Eiðis Læknadømi 1. sept­em­b­ er, umframt at vit eru í setan­ar­ tilgongdini at seta tveir aftr­at. So vónandi byrja fýra nýggir kommunulæknar næstu mán­ aðirnar, sigur Egil á Bø. Ein politiskur spurningur Teir báðir kommunulæknarnir, ið taka við starvi í Eiðis Læknadømi 1. september, taka við eina viðtalu, ið seinastu árini hevur verið normerað til eitt starvsfólk. Aðrastaðnis í blaðnum ber til at lesa eina samrøðu við Katrin Rubek Nielsen, har hon ber fram sjónarmiðið, at komm­unu­ læknarnir hava ov nógv at gera, og er tað millum annað tí, at teir hava ov nógvar sjúklingar. Spurdur um tað møguliga er ein loysn at broyta normeringina í restina av landinum, so hvør einstakur kommunulækni ikki hevur so nógvar sjúklingar, sigur stjór­in á Heilsutrygd, at hann kenn­ir væl til sjónarmiðið, og at tey royna at gera nakað við tað, men í síðsta enda er tað ein pol­ itiskur spurningur. - Okkara uppgáva er at seta tey størvini, ið eru leys. Vit av­ gera ikki normeringina, tað er ein politiskur spurningur. Men tað verður arbeitt vit at fáa ein kommunulækna aftrat í Suð­ur­ streymoyar Læknadømi og Skála­ fjarðar Læknadømi. Tað skuldi lætt um, soleiðis at tað verða færri borgarar fyri hvønn lækna. Egil á Bø vísir eisini á, at ting­ fólk og Sirið Stenberg, lands­ stýris­kvinna í heilsumálum, hava roynt at bøtt um støðuna. - Tingfólk úr Skálafjørðinum hava arbeitt við at seta ein nýggj­an kommunulækna og lands­stýris­kvinnan bað um eina eyka­játtan til ein lækna afturat í Suður­streymi. So at uppraðfesta økið er nakað, ið arbeitt verður við frá polit­iskari síðu, sigur Egil á Bø og leggur afturat. - Trupulleikin er bara, at tað er eingin trygd fyri, at ein lækni søkir starvið bara tí tað er har. Men so hevur man hvørt fall skapt starvið, og so kunnu vit royna at seta tað, um ikki annað við einum avloysara. Stjórin á Heilsutrygd vísir eis­ ini á, at man hevur avgjørt at økja um talið av læknum, ið eru undir útbúgving til at ger­ast kommunu­ lækni, so at tað framyvir kunnu vera tríggir læknar undir útbúgv­ ing til kommunulækna. Fakligt starvsfólk Eitt annað sum Kommunu­ lækna­felagið hevur saknað í sam­skiftinum við Heilsutrygd og Heilsu­málaráðið er meira fakligi kunn­leiki um kommunu­lækna­ økið. Sambært stjóranum á Heilsu­ trygd, so er tað eitt ynski, ið nú verð­ur roynt at eftirlíka. - Vit hava eitt ynski um at fáa játtan til at seta eitt fakligt starvs­ fólk í fyrisitingin í Heilsutrygd. Best hevði verið um tað var ein kommunulækni, ið harvið kennir økið. Í fyrstu atløgu tosa vit um at viðkomandi kundi arbeitt part­ tíð, men tað hevði bøtt um tann partin, sigur Egil á Bø. Annars eftirlýsir Egil á Bø, at kommunulæknarnir sjálvir taka ein meira virknan leiklut í arbeið­ in­um at skipa økið. - Sirið Stenberg hevur sett gongd á eina verkætlan við heilsu­ tænastu í nærum­hvørv­in­um. Og tað skal m.a. eisini loysa tað, at man hevur ov fáar komm­unu­ læknar. Har høvdu vit ynskt, at kommunulæknarnir sjálvir vóru meira við og settu sína fingra­ merkir á tað. Tað gera teir best við at luttaka í tí, sigur Egil á Bø. Kommunulæknar hava annars funnist at nýskip­an­ar­upp­ skotinum, ið tey meta tey ikki eru spurd um, og ætlanini at komm­ unu­læknar skulu flytast í nýggjar heilsu­deplar. Stjórin í Heilsutrygd legg­ur tó dent á, at ongin ætlan er at tvinga kommunulæknarnir til nakað. - Hvørki vit ella nakar annar ynskir at tvinga kommunulæknar at arbeiða í heilsudeplum, um teir ikki sjálvir ynskja tað, sigur Egil á Bø. - TAKA TAÐ Í STØRSTA ÁLVARA Trupulleikin er bara, at tað er eingin trygd fyri, at ein lækni søkir starvið bara tí tað er har. Men so hevur man hvørt fall skapt starvið, og so kunnu vit royna at seta tað, um ikki annað við einum avloysara. Tað sigur Egil á Bø, stjóri á Heilsutrygd. - Okkara uppgáva er at seta tey størvini, ið eru leys. Vit avgera ikki normeringina, tað er ein politiskur spurningur. - Trupulleikin er bara, at tað er eingin trygd fyri, at ein lækni søkir starvið bara tí tað er har. Men so hevur man hvørt fall skapt starvið, og so kunnu vit royna at seta tað, um ikki annað við einum avloysara.